Fjarhitafelagið - gjøgnumskygni og kappingarførar prísir

22. oktober 2020



Yvir 1.300 búðeindir eru tvungnar at gjalda til Fjarhitafelagið. Hetta partafelagið, sum nógv hava goldið til í nógv Harrans ár, er eitt partafelag, sum Tórshavnar Kommuna, saman við SEV eigur.

 

Felagið er mannað m.a. av býráðslimum í Tórshavnar Kommunu. Síðan felagið bleiv stovnað, hava brúkarnir goldið ein prís, sum er væl oman fyri prísin fyri olju ella jarðhita ... ja, upp til 40% hægri.

 

Felagið er merkt av vantandi gjøgnumskygni, og einari prísáseting, sum hoyrir farnu øld til. Illa ber til at fáa felagið í talu, sjálvt um felagið Skynsamur Fjarhiti, í fleiri umførum hevur roynt.

 

Sambært roknskapinum, so er eginkapitalurin met lágur, ímeðan felagið skuldarbindur seg alsamt meira.

 

- Alt gott um grøna orku, men tað kann ikki vera rætt, at Tórshavnar Kommuna og SEV framhaldandi skuldarbinda brúkaran, aloftast barnafamiljur, til eitt felag, sum sambært roknskapinum, fær átalur fyri “týðandi manglar í innanhýsis eftirlitinum”

 

- Tað kann ikki vera rætt, at brúkarin ikki fær innlit í útrokningarháttin hjá Fjarhitafelagnum

 

- Tað kann ikki vera rætt, at felagið Skynsamur Fjarhiti, sum umboðar øll 14 eigarafeløgini, sum í dag eru tvungin upp í skipanina, ikki fáa eitt umboð í nevndina hjá Fjarhitafelagnum

 

Og so stendur mann eftir, spyrjandi, um tey fleiri enn 1.300 húskini, framhaldandi skuldu gjalda fyri útbyggingarnar av fjarhitanum og framhaldandi vera skuldarbundin.

 

Tað er upp á tíðina, at skil kemur á Fjarhitafelagið!

 

Jákup Sverri Kass

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Back