Eitt koyritekniskt annlegg í Tórshavn

25. oktober 2020



Tað er sera undarligt, at vit ikki fyri mongum árum síðani hava fingið framt tað, at gera eitt koyritekniskt anlegg, heldur enn at vera bundin av at senda fólk uttanlands at læra seg at koyra ymsu akførini og motorsúkklu.

 

Tað er neyðugt, at vit sjálvi hava eitt koyritekniskt anlegg har bilførarar kunnu fáa undirvísing í at læra seg at koyra, serliga í hálku.

 

Í dag senda vit buss-, lastbila- og trailaraførarar á koyribreytir í Danmark, tað skal ikki vera neyðugt framyvir.

 

Vit skulu hava sum mál, at ganga á odda við einum koyritekniskum anleggi til stór akfør, sum tað er so stórur mangul uppá.

 

Hetta hevði samstundis skapt møguleikar fyri bæði gistingar- og matstovuvirksemi, tí ongin ivi er um, at eisini útlendsk feløg og einstaklingar høvdu gjørt brúk av slíkum anleggi.

 

Sofus Hansen

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Back