Bussleiðin tillagast brúkarunum í allari kommununi - serliga teimum eldru og børnunum

26. oktober 2020



Tórshavnar Kommuna hevur í dag eina Bussleið, sum flest øll, so nøkulunda eru glað fyri. Hon er ókeypis fyri okkum brúkarar, og røkkur meira ella minni út til alla kommununa. Men tað er sjálvandi pláss fyri batum.

 

Tað er upp á tíðina, enn einaferð, at eftirmeta Bussleiðina, soleiðis at ein tryggjar, at bussurin koyrir og steðgar tætt við, har sum brúkarin er.

 

Tað er týðiligt, at onkrastaðni eru ov nógv steðgipláss, og onkrastaðni eru ov fá. Støð, har nógvar barnafamiljur búgva, eitt nú við Heimastahorn og undir Kongavarða, er tænastan langt frá nøktandi. Bussurin steðgar alt ov langt frá brúkarunum.

 

- Náttbussur í vikuskiftinum: Í londum rundanum okkum eru náttbussar einaferð um tíman; fram til kl. 4.00. Hetta ger, at ungdómar hava møguleikan fyri at koma heim trygt og gott.

 

Sum støðan er í dag, skulu foreldur heinta, børn ganga ella skulu børnini koyra við onkrum, sum tey kenna ella ikki kenna so væl.

 

Eg haldi, at tað er okkara skylda, at børnini koma trygg út og heim. Ein slík náttbussatænasta kann fíggjast við brúkaragjaldi, soleiðis at tað ikki gongur útyvir taxavinnuna.

 

Tað er upp á tíðina at dagføra Bussleiðina í allari Tórshavnar Kommunu.

 

Jákup Sverri Kass

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Back