Loysnir á parkeringstrupulleikunum í Tórshavn

29. oktober 2020



Lat tað vera sagt beinanvegin, at tað finst ikki nøkur løtt, skjót ella bílig loysn at loysa parkeringstrupulleikarnar í Tórshavn.

 

Vanliga, tá tað almenna, land ella kommunur, gera íløgur, so verður íløgukostnaðurin mettur ella budgetteraður lágt fyri politiskt at sleppa at seta íløguna í gongd, og síðan kann tað vísa seg, at íløgan gerst nógv dýrari tá avtornar - hetta hava vit sæð ferð eftir ferð. Hetta má ikki henda, tá verkætlanir og íløgur verða gjørdar í parkering í Tórshavn.

 

Tá vit tosa parking í Tórshavn, so eru tað ávikavist parkeringstrupulleikarnir í miðbýnum og parkeringstrupulleikarnir í økjunum uttan fyri miðbýin.

 

Í báðum førum krevst ein nýskipan av ferðsluni og parkeringini.

 

Parkeringstunnil í miðbýnum

Ein parkeringstunnil ella parkeringskjallari, hevði uttan iva virka væl til at sleppa undan nógvu akførunum í miðbýnum, men talan er um eina kostnaðarmiklað íløgu umframt útreiðslur til rakstur. Henda ætlan tekur fleiri ár at gjøgnumføra, serliga um henda skal gerast í fasum ella nøkrum byggistigum.

 

Parkeringstunlar kosta leysliga mett fyri hvørt p-plássið 300-400 túsund kr., umframt uppgongdir á strategisk røtt støð, so sum Steinatún, Vaglið, Tórsgøtu v.m.

 

Henda ætlan eigur at kannast nærri og kostnaðarmeting gerast.

 

Parkeringshús uttan fyri miðbýin

Uttan fyri miðbýin eru parkeringsdekk á verandi p-plássum, ella parkeringshús, ein loysn, sum er verd at kanna nærri, saman við einari umskipan av Bussleiðini.

 

P-plássini í Gundadali við Ovara vøll, Tórsbreyt, nýggja plássið við Tórsvøll, verandi plássið við Tórsvøll, p-plássið við Høllina á Hálsi og p-pássið millum Johs. Berg og Poul Hansen - øll somul kommunal - høvdu við einum dekki omaná úvegað býnum 7-800 nýgg p-pláss. Sí myndina niðanfyri.

 

 

Hetta við parkeringshús vildi eisini verði ein nógv skjótari og bíligari loysn á parkeringstrupulleikunum uttan fyri miðbýin. Eisini hevði ein slík verkætlan um parkeringshús minka um verkætlanina við einum parkeringstunli og parkeringskjallara nær miðbýnum.

 

Henda ætlan eigur eisini at kannast nærri og kostnaðarmeting gerast.

 

Latið okkum hugsa frameftir heldur enn at skjóta upp lappaloysnir, ið longu vórðu ov gamlar í gjár.

 

Harriet Høgnesen

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Back