Hvat vilja Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin við Bacalao?

29. oktober 2020



Tað er ikki løgið, at veljarin ikki veit hvat vendur upp og niður við Fólkaflokkinum, tá ið tað kemur til framtíðar virksemi á Bacalao í Havn.

 

Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini tosar um, at økið skal húsa frítíð og mentan og onnur vinna enn fiskivinna skal húsast á einaferð so stolta fiskivinnumiðdeplinum í Havn.

 

Hetta ímeðan eitt annað valevni, Dánial Hansen sigur at ”Bacalao er ikki eitt spælipláss”.

 

Og ikki at gloyma Javnarðarflokkinum, sum vil gera tað til eitt stórt spælipláss alt sum tað er. Og fyri at gera tað heilt stuttligt, so vilja tey eisini hava ognarskatt.

 

Uha; tað er ikki lætt at vita, hvat mann fær, tá ið útmeldingarnar eru so ymiskar.

 

Nú eri eg so føddur og uppvaksin í Havn; og minnist alt fiskivinnuvirksemi, sum var fyrr.

 

Vinnuligt virksemi er partur av hasum partinum av Havnini, og tað skal tað framhaldandi vera.

 

Politikarnir í Tórshavnar Kommunu skulu ikki gera umstøðurnar hjá skipasmiðju og teimum, sum fáast við fiskivinnu, so ótolandi, at eisini hetta skal niðurleggjast ella niðurbrótast. Tað er nóg ringt sum er.

 

Mann stendur eftir og saknar visjónir fyri Havnina.

 

Býráðslimir tosa um at gera almennar hitapottar, kommunal fitness miðstøðir, almenn útleiguhølir og annað - alt í kapping við privata vinnulívið. Tað er ikki nógv visjónert í tí.

 

Og nú at niðurlaga eitt tað síðsta fiskivinnuøkið í kommununi.

 

Latið okkum fjálga um vinnuna og harvið eisini skapa fyritreytir fyri trivnaði.

 

Jákup Sverri Kass

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Back