Eldrarøkt: Ferð má setast á bygging

31. oktober 2020



Tað eru uttan iva nógvar loysnir/hættir, tosað verður um, eldrarøktanini viðvíkjandi, eitt nú at byggja eldraíbúðir tætt við ellis- og røktarheim. Her kann man búgva hjá sær sjálvum, men samstundis fáa røktan og mat og venja seg við tilveruna sum eldri. Man kann eisini vitja tey, sum longu búgva á ellis- og røktarheimi; tað hjálpir væl ímóti einsemi.

 

Men her og nú hava vit nøkur tøl, ið vit verða noydd at fyrihalda okkum til, og tí er einki at bíða við.

 

Um hyggja eftir vøkstrinum á teimum, sum eru 80 ár og eldri, er talið vaksið við 300 frá 2010 til 2020, men sambært hagtølunum, fer talið at veksa við 1200 frá 2020 til 2030.

 

Stjórin í kommunufelagnum sigur, at kommunurnar rokna við, at 20 % av teimum 80 ára gomlu og eldri koma at tørva støðuga røktan í framtíðini.

 

Um talið á á hesum aldursbólki veksur við 1.200 næstu 10 árini, so fáa vit brúk fyri 240 røktarplássum næstu 10 árini.

 

Longu um 5 ár mugu vit hava 120 røktarpláss aftrat teimum, sum vit nú hava. Av hesum má Havnin útvega umleið helvtina, tvs. 60 røktarpláss næstu 5 árini.

 

Vit mugu fara í gongd nú - og seta spakan í skjótast til ber!

 

Livst, so spyrst.

 

Jóhan Petur Johannesen

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Back