Sálarheilsa og trivnaður hjá okkara borgarum er “ósexut”

1. november 2020



Hóskvøldið 29. oktober var eg á kunnandi fundi hjá felagnum Heimafriði, ið stríðist fyri so grundleggjandi rættindum sum friði og hvíld í egnum heimi.

 

Framløgan hjá Trinu Eysturoy var áhugaverd og kunnandi, og felagið hevur gjørt eitt stórt arbeiði at kanna, hvussu minkast kann um larmin frá skipsmotorum við havnarøkini kring um, og varð víst á stóra fyrimunin við at skifta til landstreym, ein íløga, sum als ikki koppar nakrari rakstrarætlan, men tvørturímóti er til fyrimuns fyri allar partar fyri ikki at tala um umhvørvið.

 

Sum sálarfrøðingur liggur sálarheilsan mær ógvuliga nær, og eg kundi tí ikki bara mær at spyrja, hvussu tað ber til, at Heimafriður leggur so stóra orku í at lýsa fyrimunin fyri umhvørvið, samstundis sum einki orð verður grett um, hvussu ófriðurin ávirkar sálarheilsuna hjá borgarunum, sum búgva nærhendis.

 

Hóast alt verður ljóðdálking nógvastaðni brúkt sum torturmiðil, við sera góðum úrsliti, tí tað sjáldan gongur long tíð, áðrenn fólk geva seg yvir, tí tey ikki megna meiri. Í eitt nú Navy Seal, amerikonsku elitueindini, brúkar mann ljóðdálking, tá mann venur soldátarnar at kunna standa ímóti torturi, skuldi tað hent, at teir vóru tiknir til fanga. So tað sigur ikki so lítið um, hvørja ávirkan ljóðdálking hevur á okkara heilsu.

 

Trina greiddi frá, at felagið fyrstu árini hevði roynt at vísa á, hvussu ljóðdálkingin ávirkaði teirra trivnað, men tey vóru givin, tí teirra trivnaður og sálarheilsa vóru ósexut.

 

Hvussu hetta skal tulkast, kunnu vit bara gita okkum til, men um tað er so, at politikarar bara kunnu bøta um korini hjá sínum borgarum, í teim førum, har avgerðin ella evnið er sexut og sostatt skaffar teimum atkvøður, sigi eg bara vælgagnist teimum.

 

Ein framkomin kommua eigur eisini at fara í holt við ósexut evni, um hetta ber við sær, at trivnaðurin verður betri hjá sínum borgarum. Í hesum føri er einki at ivast í, at heimafriðurin skal raðfestast borgarunum og umhvørvinum at frama.

 

Seta tit krossin við meg, fari eg at arbeiða fyri sálarheilsu og trivnaði hjá øllum borgarum - eisini tá avgerðirnar eru ósexutar.

 

Saman um heimafriðin.

 

Gitte Klein

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Back