Skilir tú - stendur á ruskbilunum hjá Tórshavnar kommunu

2. november 2020



Á ruskbilunum hjá Tórshavnar kommunu stendur: ”Skilir tú”.

 

Svarið er: Alt ov lítið.

 

Sloganið er gott, men nógvar ábøtur kunnu gerast.

 

Lívrunnið burturkast
Brennistøðin hevur avbjóðingar við at náa at brenna alt burturkastið, og ístaðin fyri at brúka 100 tals mió.kr. til eina nýggja brennistøð, eiga vit alt fyri eitt at fara undir at skilja tað lívrunna burturkastið frá hinum ruskinum.

 

Í mínum egna húsarhaldi síggi eg, at nærum helvtin av ruskinum er lívrunnið og hevur tí lítið og einki brennivirði; heldur krevur tað nógva orku at fáa brent.

 

Við at skilja tað burtur frá restini av ruskinum, verður Tórshavnar kommuna ikki bara grønari, men samstundis slepst undan at gera stóra íløgu í nýggja brennistøð.

 

Glas

Skalt tú í Havn sleppa av við fløskur og glaskrukkur, skal tú reika allan býin runt.

 

Um tú vilt hava pantið aftur, sum tú hevur goldið fyri fløskurnar, skalt tú oftast í fleiri ymiskar handlar. Síðani skalt tú finna ein glaskontainara at koyra alt annað glas í, sum tú ikki slapp av við í fløskumaskinunum.

 

HVÍ kann tað ikki vera so, at tú sleppur av við alt glasið á einum stað; pantfløskur og annað glas. Hetta má broytast, annars so koyra fólk bara glasið í ruskspannina, sum so endar í ovninum á brennistøðini - og tað hevur slettis einki brennivirði.

 

So set X við Inga á lista B og fá skil í. 
 

Ingi Mittún
valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Back