Fleiri grundstykkir í Kaldbak

4. november 2020



Nú er tíðin komin til, at fleiri grundøkir verða gjørd í ymsu økjunum í kommununi.

 

Kaldbak er eitt av støðunum, har stórur tørvur er á grundøkjum at byggja á.

 

Tórshavnar kommuna má og skal kunna útvega grundøkir í øllum økjum í kommununi.

 

Skulu barnafamiljur kunna trívast í kommununi skulu fleiri grundøkir til, so til ber at fáa føtur undir egið borð.

 

Vit hava sera nógvar perlur í kommunini, og fleiri staðni er lendi, sum kundi verði til góð grundøkir at bygt á. Her hugsi eg t.d. um Kaldbak, Velbastað, Kollafjørð, Nólsoy og Havn.

 

At hava eitt trygt og gott stað at búgva er fortreyt fyri at trívast - bæði fyri ung og gomul. Flest øll munnu kenna tað at vilja flyta aftur til økið, har ein vaks upp.

 

Eg vil tí arbeiða fyri, at vit fáa fleiri grundstykkir í allari Tórshavnar kommunu.

 

So set X við Inga á lista B og fá fleiri grundstykkir í kommununi

 

Ingi Mittún
valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Back