Eg vil nýggjar tíðir á Vaglinum

5. november 2020



Í politikki og á flestu arbeiðsplássum er altíð gott við einari góðari blanding av royndum og nýggjum ella øðrvísi førleikum og drívmegi, tá uppgávurnar skulu loysast.

 

Bara hesa stuttu tíðina hjá mær sum meira aktiv í politikki sigur mær, at tørvur er á politiskari nýhugsan og nýskapan - í nøkrum førum minnir politiska skipanin um eitt hamstarahjól, har tey somu arbeiða við tí sama og koma líkasum ikki víðari.

 

Til kommunuvalið hesaferð er tíðin komin at velja broyting í Tórshavnar býráð - velja fólk við nýhugsan og øðrum sjónarmiðum og velja fólk, sum raðfesta bleytu virðini hægri.

 

Eg vil byggja mítt politiska arbeiðið á sosial-liberalar hugsjónir - og ikki á konservativar politiskar hugsjónir.

 

Eg stilli upp, tí eg haldi meg hava nakað at geva í politikki, eitt nú tí, at eg havi eina familju við børnum, ommubørnum, foreldrum, og so reki eg vinnuligt virksemi mitt í býnum.

 

Við hesari bakgrund og brennandi áhuga fyri, hvussu vit borgarar í Tórshavnar kommunu hava tað á vælferðarøkinum og hvussu vit trívast, so vil eg:

 

- At fleiri starvsfólk verða sett á dagstovnaøkinum, og t.d. avtaka eindarleiðslurnar

 

- At fleiri starvsfólk verða sett á eldraøkinum, umframt at gjørdar verða íløgur í ellis- og røktarheim

 

- At meira lív kemur í miðbýin, t.d. gera veruliga gongugøtu og lata upp Havnará

 

- At vinnuligu karmarnir eru optimalir, t.d. tryggja hóskandi vinnuøkir í kommununi  

 

- At vit skipa okkara ferðslu og parkering betri, herundir kanna møguleikarnar fyri parkeringshúsi og parkeringstunli

 

Eg haldi, at politikkur skal spretta úr fólkinum, sum her býr.

 

Vónandi stuðla tit Sambandsflokkinum til valið.

 

Gott val!

 

Harriet Høgnesen

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Back