Byggi-, ferðslu- og grótkaos í Tórshavnar Kommunu

6. november 2020



Sitandi meiriluti í Tórshavnar Kommunu hevur tíverri skapt næstan líka nógvar trupulleikar, sum loysnir. Tað virkar sum loysnirnar, sum verða framdar, ikki eru gjøgnumhugsaðar.

 

Tey hava roynt at loyst bústaðartrupulleikar, men hava skapt massivar ferðslutrupulleikar og parkeringsavbjóðingar. Dømini eru mong: Karlamagnussarbreyt, undir Kongavarða...og nú við Skúlan á Fløtum. Ótrúligt, at mann ikki hugsar um, at har koma 800 næmingar afturat, har meginparturin skal koyrast til og frá skúla.

 

Og fyri ikki at tosa um 70.000 lastbilar, sum nú skulu koyra grót frá Sandoyartunnlinum frá Velbastað, eftir Marknagilsvegnum, ígjøgnum Hoyvíkina og til Runavíkar.

 

At Fólkaflokkurin í samband við grótið frá Sandoyartunnlinum hevur sovið í tímanum, kunnu flest øll vera samd um!

 

Nú, nakrar dagar áðrenn val, sigur meirilutin, at tey hava sett pengar av í 2021 til alt møguligt... eisini ferðsluviðurskiftir. Ímeðan fleiri politikarar tosa um hitapottar og súkklubreytir, so hava tey, við teirra líkasælu, sum sagt, skapt stórar ferðslutrupulleikar og vandar í ferðsluni, í Hoyvík og stórum pørtum av kommununi.

 

Eitt nú Karlamagnussarbreyt, sum kundi verið ein sólskinssøga, er longu nú ein ferðslu- og bústaðarruðuleiki av teimum heilt stóru - tað kann ein og hvør síggja.

 

Eisini eru ferðsluviðurskiftini við Skúlan á Løgmannabreyt beinleiðis vandamikil.

 

Peningur er settur av siga tey nú, og tvey grundstykkir keypt aftur, fyri at gera parkeringsøki, og annars tryggja ferðsluna. Tað ljóðar sera gott, og er at fegnast um.

 

Men lyftir beint upp til val er ikki ókent, tá ber alt til. Lyftini sum eru komin nú, skulu ikki sleppa at doyggja í syndini, og eg vil gjarna vera við til at tryggja, at peningurin verður brúktur rætt, og at borgarin sleppur til orðana.

 

- Lat okkum gera Karlamagnussarbreyt til eitt gott og trygt stað at búgva og parkera

- Lat okkum gera ferðsluviðurskiftini í Tórshavnar Kommunu trygg og burðardygg

- Ferðslutrupulleikarnir við Marknagilsvegin skulu loysast alt fyri eitt

- Ferðslan við gróti eftir Marknagilsvegnum skal ikki vera, samstundis sum børn skulu í skúla ella frá skúla

 

Vilt tú hava tryggari og betur ferðsluloysnir fyri teg og tíni í allari kommununi, so veitst tú, hvar krossurin skal setast.

 

Jákup Sverri Kass

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu


RN


Back