
Karlamagnusarbreyt og ferðslukaos í Tórshavnar Kommunu
9. november 2020
Býráð og umsiting hava víst fullkomnað líkasælu í samband við parkering og í samband við ferðsluviðurskiftini á Karlamagnusarbreyt og í samband við ferðsluviðurskiftini í stórum pørtum av kommununi. Nú beint áðrenn val, bleiv lovað bót og bati - men so er at halda tey til tað.
Ímeðan fleiri politikarar tosa um hitapottar og súkklubreytir, so hava tey, við teirra líkasælu, skapt stórar ferðslutrupulleikar og vandar í ferðsluni, í Hoyvík, í Havn og stórum pørtum av kommununi. Stutt sagt, so verður ferðslutrupulleikin í kommununi ikki raðfestur. Og hann veksur morgun fyri morgun.
Karlamagnusarbreyt, sum kundi verið ein sólskinssøga, er vorðin til ein ferðslu- og bústaðarruðuleika av teimum heilt stóru - tað kann ein og hvør síggja.
Eisini eru ferðsluviðurskiftini við Skúlan á Løgmannabreyt beinleiðis vandamikil.
Seinasta dømið um líkasælu er grótið, sum komandi árini skal koyrast frá Velbastað, ígjøgnum Havnina og til Runavíkar.
- Lat okkum gera Karlamagnusarbreyt til eitt gott stað at búgva og at parkera
- Lat okkum gera ferðsluviðurskiftini við Bónus og Skúlan við Løgmannabreyt trygg
- Ljósregulering skal gerast, har sum Løgmannabreyt møtir Vegnum Langa
Vilt tú hava tryggari og betur ferðsluloysnir fyri teg og tíni í allari kommununi, so veitst tú, hvar krossurin skal setast.
Nøkur av hjartamálunum annars:
- Fjarhitafelagið - gjøgnumskygni og kappingarførar prísir
- Bussleiðin skal tillagast brúkarunum í allari kommununi - serliga teimum eldru og børnunum
- Fíggjarligt skynsemi - miðfyrisitingun veksur; ímeðan tænastan lækkar
- Miðskipa eindarleiðslan skal avtakast
- Tórshavnar Kommuna skal ikki kappast við privata vinnulívið
- Sankta Frans skúli, Skúlin á Argjahamri, Hoyvíkarskúli og Badmitonhøllin skal umvælast umgangandi
- Ferðavinnan og inntøkurnar frá ferðavinnuni, skapa trivnað í kommununi. Tí skal ferðavinnan hava góðar umstøður til at mennast undir
Jákup Sverri Kass
valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu
RN
Back