Jaspur Langgaard spyr um leingjan av afturgjaldstíð fyri lán til Eystur- og Sandoyartunlar

5. januar 2021


Jaspur Langgaard, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a) um leingjan av afturgjaldstíð fyri lán til Eystur- og Sandoyartunlar. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn


Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

 

1. Hvør er orsøkin til, at lánið til felagið Eystur- og Sandoyartunlar skal verða niðurgoldið eftir 20 árum?

 

2. Eru møguleikar við verandi fígging at leingja lánið til 30 ár ella 40 ár?

 

3. Hvørja ávirkan hevði tað havt á prísin ella tunnilsgjaldið, um afturgjaldstíðin bleiv longd til annaðhvørt 30 ár ella 40 ár?

 

4. Um tað ikki letur seg gera at leingja fíggingina, hvørjir aðrir møguleikar eru so at minka um afturgjaldsbyrðuna?

 

5. Er landsstýrismaðurin sinnaður at virka fyri einari leingjan av afturgjaldstíðini?

 

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Jaspur Langgaard, løgtingsmaður, at øllum kunnugt skuldu Vágatunnilin og Norðoyatunnilin gjaldast lutvíst av landinum og lutvíst við brúkaragjøldum. Avgjørt varð, at tunlarnir skuldu gjaldast aftur eftir 20 árum, men hevur tað gingið skjótari enn so at fáa teir goldnar aftur.

 

Vágatunnilin kostaði 280 mió. kr., harav brúkararnir skuldu gjalda 120 mió. kr., t.v.s. minni enn helvtina av kostnaðinum.

 

Norðoyatunnilin kostaði 395 mió. kr., harav brúkararnir skuldu gjalda 160 mió. kr., t.v.s. minni enn helvtina av kostnaðinum.

 

Brúkararnir av Eysturoyartunlinum fáa ikki størru helvtina goldna av landskassanum, og ikki nokk við tað - teir skulu harumframt fíggja Sandoyartunnilin. Hetta hevur við sær, at brúkararnir skulu gjalda einar 15 ferðir so nógv, sum brúkararnir av hinum tunlunum hava goldið.

 

At enda sigur Jaspur Langgaard, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at tað er at undrast yvir, at hóast lánið er ovurhonds stórt, so velur mann somu afturgjaldstíð sum til hinar báðar tunlarnar - nevnliga 20 ár.

 

Um vit samanbera við Danmark, so er afturgjaldstíðin á Femern Bælt-forbindelsen 28 ár, Oyrasundsbrúnni 30 ár og Stórabeltsbrúnni 37 ár. Hugsandi er, at bæði fyri borgararnar og landið sum heild hevur tað størri týdning, at øll fáa gleði av tunlinum nú, enn at hann verður ókeypis at koyra í um eitt nú 20 ár.

 

Tað hevur alstóran týdning, at samfelagið fær so stóra nyttu av tunlunum sum tilber, og tað fær tað bara, um so nógv sum gjørligt velja at brúka tunnilin - ikki einans tey múgvandi. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

 

Sambandsflokkurin


RN


Back