Hvørjum skulu vit liva av?

29. januar 2021


Fiskivinnan og alivinnan eru tær vinnur, sum halda okkara útflutningi uppi og harvið eru við til at varðveita og menna okkara vælferðarsamfelag. Ferðavinnan er í einari uppbyggingarfasu og er væl á veg at vaksa til tað triðja beinið at standa á. Vit liva av at selja rávøru og nakað av hálvvirkaðum vørum til altjóða marknaðin. Vit eru ein sera avmarkaður matvøruframleiðari, eiheldur liva vit av tøkniligari innovatión ella at selja hátøkni o.a. Vit hava tí stóran tørv á nýhugsan, menning, nýíløgum, nýggjum førleikum, kapitali og íverkstarí innan høvuðsvinnurnar og nýggjar vinnur - vit mugu koma víðari


Sambandsflokkurin - ein sosialliberalur flokkur

Eftir stevnuskránni hjá Sambandsflokkinum er tað okkara skylda, sum ein liberalur flokkur at vera við til at skapa bestu karmarnar fyri vinnuna.

 

Hetta merkir eisini, at vit í flokkinum eiga at leggja stóran dent á, hvar peningurin til at fíggja vælferðina skal koma frá.

 

Framtíðin kemur av sær sjálvum, men tað ger framburður ikki.

 

Ongin vælstandur - ongin vælferð

Tað skerst ikki burtur, at tjena vit ikki harðan valuta til landið við okkara útflutningi, so kunnu vit ikki innflyta vørur til byggjarí, húsarhaldsnýtslu, ferðslu o.a., sum vit eftir hondini taka fyri givið at hava atgongd til at keypa.

 

Tí er eisini ein sera stórur tørvur á hjá Føroyum, at altjóða samhandilsavtalur og fríhandilsavtalur fáa hægstu raðfesting á vinnupolitiska økinum. Eisini er tað týdningarmikið at útvega og tryggja okkum veiðirættindi í fremmandum sjógvi. Harumframt er aling á opnum havi eisini ein vegur til størri vøkstur í alivinnuni, nú firðir og sund eru gagnnýtt til fulnar.

 

Spurningurin er so, um vit skulu líta á, at føroyski búskapurin veksur framhaldandi við at: verandi fiskastovnar fara av vaksa enn meira, at prísirnir verða hækkandi, at okkara kappingarneytar forsvinna, oljuprísirnir lækka o.a.? Svarið er, at tað skulu og kunnu vit ikki líta á ella dúva upp á.

 

Framleiðslurættaðar vinnur

Føroyar hava bara tvær útflutningsvinnur at líta á og halda vælferðarsamfelagnum uppi við - talan er um framleiðslurættaðar vinnur og lættar at avrita hjá kappingarneytunum (ikki vitanartungar vinnur).

 

Hesar tilfeingisvinnur hava nakrar fíggjarligar, handilsligar og aðrar vinnuligar váðar, sum hevur við sær, at vit eru sera viðbrekin fyri broytingum í t.d. fiskaprísum, veiðinøgdum og oljuprísum - nakað, sum royndirnar vísa, kann hava sera skaðilig árin á búskaparvøksturin, íløguvirksemi, arbeiðspláss og inntøkurnar til samfelagið sum heild.

 

Tí er tørvur á at flyta okkum í virðisketuni og skapa meira vitanarinnihald í framleiðsluna við menning og gransking, sum ikki er lætt at avrita hjá øðrum ella okkara kappingarneytum.

 

Føroyar sum íløguland

Flest øll lond í heiminum royna at draga til sín kapital og vitan (know-how), antin til víðarimenning av verandi vinnum ella menning av nýggjum vinnum.

 

Hvar eru Føroyar sum íløguland - er hetta bara viðkomandi, tá vit liggja á knøunum búskaparliga og í krepputíðum?

 

Her má vend koma í, tí hóast vit hava nógv klók og innovativ høvd i Føroyum, so eiga vit at vera opin og skapa karmar, soleiðis at tað verður áhugavert at gera íløgur í Føroyum, t.d. fyri nýggjar vitanartungar vinnur.

 

Hvørjum skulu vit liva av? - setast á politisku dagsskránna

Eg sakni veruliga, at vit í Føroyum viðgera meira politiskt, saman við vinnuni, hvørjum vit skulu liva av og hvar framtíðar arbeiðspláss og inntøkur til samfelagið skulu koma frá. Ístaðin uppliva vit, at politikarar yvirbjóða hvønn annan við at geva lyftir um fleiri og betri almennar tænastur og fleiri almennar íløgur.

 

Hetta evnið “Hvørjum skulu vit liva av?” er eisini sera aktuelt nú stígur er komin í búskapin og nakrar vinnur eru illa fyri vegna avleiðingarnar av Koronusmittuni. Harafturat vilja fiskastovnarnir og fiskakvoturnar, sum tað sær út fyri mær, eisini minka meira og minni í komandi tíðum.

 

Vit vanta ein dagførdan almennan vinnupolitikk.

 

Tað er og verður vinnan, sum er lokomotivið í búskapinum og vælferðarsamfelagnum.

 

Johan Dahl

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Back