Edva spyr um endurvenjing / viðlíkahaldsvenjing

9. februar 2021


Tað mín vón og mítt ynski, at endurvenjing/ viðlíkahaldsvenjing verður raðfest høgt, jú skjótari, jú betri …. tað sigur Edva Jacobsen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin


Á tingfundinum mikudagin 10. februar, fer løgtingskvinnan úr Fuglafirði at seta Kaj Leo Holm Johannesen ein munnligan fyrispurning um hesi viðurskifti.

 

Edva vil hava at vita, hvat er hent á økinum endurvenjing/ viðlíkahaldsvenjing síðan henda samgongan tók við?

 

Eisini vil hon hava at vita, hvussu gongur við arbeiðinum at seta endurvenjing/ viðlíkahaldsvenjing í verk?

 

Í viðmerkingunum til munnliga fyrispurningin sigur Edva, at tað hevur sera stóran týdning, tá sjúka rakar á ymiskan hátt, at endurvenjing/ viðlíkhaldsvenjing verður veitt sum framhald av sjúkraviðgerð.

 

Ofta hevur tað verið soleiðis, at sjúklingar og avvarðandi liva í einari stórari óvissu um endurvenjing/ viðlíkahaldsvenjing verður veitt í samband við sjúku, eisini nær og hvar. Tá sjúklingurin er útskrivaður hevur ofta manglað ein skipan frameftir.

 

Eisini er endurvenjing/ viðlíkahaldsvenjing  sera týdningarmikil, fyri ikki at siga alneyðug, serliga í sambandi við kroniskar sjúkur.

 

Eitt nú hoyra vit um venjingar í Suðuroy fyri Parkinson, sum landsstýrismaðurin hevur sett á skinnara, tað er sera jaligt og spennandi.

 

Tað at fáa avtalaða endurvenjing/ viðlíkahaldsvenjing er alt avgerðandi fyri at hava so góðan dagligdag sum til ber, bæði fyri tann sjúka og fyri tey avvarðandi

 

Av hesi orsøk seti eg fram omanfyri nevnu spurningar til landsstýrismannin í heilsumálum.

 

Sambandsflokkurin


RN


Back