Kend andlit í nærumhvørvinum skapa álit og tryggleika

25. mars 2021



Miðlarnir hava seinasta árið lýst rúsevnistrupulleikan millum ung og landsstýrið hevur eisini tikið stig til at seta nøkur átøk í verk fyri at bøta um trupulleikan. Tær sermerktu og mest skelkandi yvirskriftirnar hava verið, at bandarelaterað virksemi er vaksandi í Føroyum og tí heitti fútin borgarar at hava hurðarnar stongdar. Hesar yvirskriftir og átøk vísa á, at trupulleikin er øktur, og at tað er neyðugt at víðka um virksemið hjá eitt nú SSP, men ikki minst at styrkja um politiið í nærumhvørvinum.

 

Í 2007 var ein politireformur gjørdur í eini semju millum flokkar á fólkatingi, ið hevði til endamáls at miðsavna politiøkini hjá politinum í ríkinum. Hetta førdi við sær, at nógvar nærpolitistøðir vórðu niðurlagdar og heldur miðsavnaðar á størri økjum. Hetta bleiv eisini galdandi í Føroyum, har fleiri politistøðir vóru niðurlagdar, og harvið hvarv politiið í nærumhvørvinum, og uppgávan bleiv í mestan mun at fáa praktisk viðurskifti avgreidd, herundir pass, koyrikort o.a. í avmarkaðum avgreiðslutíðum.

 

Ein nýggj fleirársavtala fyri politiið bleiv gjørd síðst í fjør, har áherðsla varð løgd á at styrkja politiið í nærumhvørvinum. Við hesi avtalu verða politiøkini í Føroyum og Grønlandi javnsett við hini tólv politiøkini í ríkinum. Hetta merkir, at føroyska politiøkið verður styrkt og nútímansgjørt í hesum avtaluskeiði. Átøkini í nýggju politiavtaluni eru kærkomin, tí tað er týdningarmikið við politii í nærumhvørvinum, serliga í hesi nýupprunnu støðuni vit í dag síggja í Føroyum. Vónandi síggjast nýggju átøkini í avtaluni skjótt aftur í okkara samfelag. 

 

Fyribyrging í nærumhvørvinum
Fyri at fyribyrgja, at ung byrja at nýta rúsevni, er fyrsta stigið at styrkja politi í nærumhvørvinum og tað er júst fyribyrging, ið er lyklaorðið í hesum sambandi. Seinastu tíðina er tað blivið alsamt lættari hjá ungum at fáa fatur á rúsevnum og sagt verður eisini, at tey ungu javnan fáa í boði at keypa rúsevni.

 

Sum nevnt omanfyri hevur landsstýrið tikið stig til at seta nøkur átøk í verk fyri at steðga keðiligu gongdini. Í hesum sambandi setti landsstýrið ein arbeiðsbólk, sum við viðkomandi førleikum skuldi vísa á, hvørji átøk eru neyðug, skulu vit tálma og fyribyrgja rúsevnismisnýtslu í Føroyum. Átøkini eru góð, men eg vil tó loyva mær at koma við nøkrum viðmerkingum fyri at vísa á tey átøk, sum eg sakni, og sum eg haldi vera alneyðug.  

 

Í 2019 gjørdi Fólkaheilsuráðið eina kanning, har endamálið var at kanna heilsustøðuna og trivnaðin hjá føroyingum, og svarini hjá teimum ungu vóru nærum skelkandi. Mett var, at ungdómurin er tann málbólkur í Føroyum við ringast sálarheilsu. Úrslitið vísti, at ein stórur partur av okkara ungdómi eru illa fyri sálarliga, og nógv av teimum eru plágað av tunglyndi, eru ólukkulig og kenna seg einsamøll.

 

Børnini og ungdómurin eru tað dýrabarasta vit eiga, og eru tað eisini tey, ið mynda framtíðina í Føroyum. Tað eru tíverri nøkur, og tað eru nøkur ov nógv, sum ikki hava tað gott. Sjálvsagt liggur partur av ábyrgdini hjá foreldrunum, men tá foreldur kenna seg hjálparleys og uttan ráð, skal vera møguligt at fáa hjálp frá myndugleikunum.

 

Hesi ungu hava tað sera trupult í gerandisdegnum og tí er alneyðugt at endurskoða, samskipa og víðka um tær skipanir vit hava, og í hesum sambandi mugu vit styrkja skipanina við eitt nú SSP. SSP er samstarv millum skúla, sosialar myndugleikar og politi; serliga er tað uppgávan hjá politinum, ið má styrkjast.

 

Trúnaðarbond og álit skal skapast
Tað, ið er umráðandi í samband við politi í nærumhvørvinum, er sjónligt politi úti í lokaløkjunum. Hetta er serliga umráðandi fyri at tryggja eitt gott trúnaðarband millum politistar og ungdómin í økinum, ið skal ganga báðar vegir. Kenna politistar tey ungu og støðu teirra, er tað møguligt at grípa inn í góðari tíð og lofta teimum, áðrenn tey eru endað í einum umhvørvi, hvagar tað er torført at sleppa út aftur. Harumframt skulu tey ungu kenna seg trygg at venda sær til politiið um eitthvørt. Hetta, tí tey hava álit á, at politisturin kennir teirra støðu og er til reiðar at hjálpa við ráðum og annað. Politiið skal vera ein aktivur viðspælari í samfelagnum og við at tryggja meira politi í nærumhvørvinum, so verulig trúnaðarbond og álit verður skapt, er tað ein gongd leið.

 

Rúsevni koma inn til landið sum aldrin áður, og í hesum sambandi verður nógv tosað um at styrkja tollvaldið fyri at fyribyrgja at rúsevnini koma inn um landamørkini. Tað er tó neyðugt við parallelum ætlanum soleiðis, at vit tryggja, at eftirspurningurin eftir rúsevnum er minkandi. Tað loysa vit við at seta øll fyribyrgjandi átøkini í verk, við at eitt nú styrkja politiið í nærumhvørvinum og skapa áðurnevnda álit og trúnaðarbandið millum politi og tey ungu.

 

Rósa Samuelsen

løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin


RN


Back