Stórur tørvur á CPR-nummari og NemID

29. mars 2021


Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, svarar einum §52a fyrispurningi frá Høgna Hoydal, løgtingslimi, viðvíkjandi møguleikanum hjá føroyingum at fáa veitt CPR-nummar og NemID


Í svari, dagfest 23. mars, uppá ein §52a fyrispurning frá Høgna Hoydal, løgtingslimi, til Bárður á Steig Nielsen, løgmann, viðvíkjandi møguleikanum hjá føroyingum at fáa veitt CPR-nummar og NemID, verður gjørt greitt, at Ríkisumboðið hvønn dag samskiftir við borgarar í samband við hesi viðurskiftini.

 

Tað er longu nú eitt greitt tekin um, at tað hevur verið ein tørvur í Føroyum at hava møguleikan at fáa sær CPR-nummar og NemID.

 

Við nýggju møguleikunum er tað blivið nógv smidligari hjá føroyingum bæði at samskifta og at fáa atgongd til danskar stovnar. Tað svarar Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, millum annað Høgna Hoydal, løgtingsmanni í einum § 52a fyrispurningi.

 

“Ríkisumboðið veit at siga, at tey hvønn dag eru í samskifti við borgarar, sum spyrja um møguleikan at fáa CPR-nummar og NemID.

 

Frá 1. januar 2021 til 11. mars 2021 hevur Ríkisumboðið fingið 270 umbønir um at fáa CPR-nummar.

 

Frá 22. februar 2021 til 11. mars 2021 hevur Ríkisumboðið fingið 102 umbønir um at fáa NemID”,

 

svarar løgmaður millum annað.

 

Svar løgmans kann lesast her

 



Back