Johan Dahl spyr um koronupass til føroyingar

29. mars 2021


Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur 25. mars sett Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a), um koronupass til føroyingar. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn


Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

 

1. Hvat slag av vaksinupassi fáa føroyingar í løtuni; lýkur tað altjóða standardar og kann góðkennast altjóða, og er talan um eitt fyribils vaksinupass?

 

2. Arbeiðir landsstýrismaðurin í heilsumálum við eini ítøkiligari ætlan um at útvega eitt talgilt koronupass til føroyingar, innihaldandi upplýsingar um vaksinasjónir, testir, andevni o.a.?

 

Um ja: Nær í 2021 kunnu føroyingar fáa eitt slíkt talgilt koronupass, og fer hetta at lúka altjóða standardar og kunna góðkennast altjóða?

 

Um nei: Hví verður ikki arbeitt við eini talgildari loysn, og hvørji loysn verður so arbeitt við av einum meira framkomnum koronupassi, sum kann lúka altjóða standardar og kunna góðkennast altjóða?

 

3. Hevur Heilsumálaráðið samskifti og samstarv við danskar heilsumyndugleikar um eitt felags talgilt koronupass, ella eru ætlanir um at gerast partur av eini felags verkætlan um talgilt koronupass við danskar myndugleikar, sum livir upp til ES-standardir, ella er ætlanin at gera eina føroyska talgilda koronupass-loysn?

 

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Johan Dahl, løgtingsmaður, at føroyingar hava nú í meira enn eitt ár havt koronustøðuna tætt inn at teirra lívi og gerandisdegi. Eitt ljós er nú fyri framman, har heilsumyndugleikarnir eru byrjaðir at vaksinera føroyingar - nakað, sum er avgerandi fyri, at vit kunnu opna samfelagið skjótari, meira trygt og aftur kunna liva normalt um ikki so langa tíð.

 

Politiski myndugleikin og heilsumyndugleikin eru vorðnir effektivir at seta í verk mannagongdir um testing, sporing, avbyrging o.a. Nú muga vit vera líka effektiv at gagnnýta teir fyrimunir, sum vaksinasjónir geva føroyingum, serliga tá talan er um ferðafólkaflutning millum Føroyar og útheimin. Tað er eisini nógv, sum bendir á, at t.d. flogfeløg skjótt fara at krevja tey ferðandi (arbeiðsfólk, vinnulívsfólk og privat) eftir einum koronupassi ella vaksinupassi, tá ferðaseðilin verður bílagdur. Koronupass kann eisini hugsast at gerast eitt krav fyri at fáa atgongd til upplivingar, sum t.d. matstovur o.a.

 

At enda sigur Johan Dahl, í sínum viðmerkingum, at vit hava Talgildu Føroyar og tað mátti verið upplagt, at vit sum eitt land við einum aðalmáli at flyta okkum yvir í eitt meira talgilt samfelag, fáa eitt altjóða góðkent, talgilt koronupass til okkara borgarar, í staðin fyri at ganga runt við einum gulum pappírs-vaksinukorti, har man sjálvur skrivar navn, føðingardag og p-tal á forsíðuna.

 

Eitt talgilt altjóða góðkent koronupass, hevur sera stóran týdning fyri øll tey, sum t.d. hava tørv á og ynskja at ferðast millum Føroyar og útheimin komandi mánaðirnar og tí verður hesin fyrispurningur settur.

 

Sambandsflokkurin


RN


Back