Johan Dahl spyr um foreldramyndugleikalógina

1. februar 2022


Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur 1. februar sett Sólvit Emilsson Nolsø, landsstýrismanni í almannamálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a), um foreldramyndugleikalógina. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn


Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

 

1. Hvussu langt eru fyrireikingarnar komnar við at dagføra foreldramyndugleikalógina, herundir at veita felags foreldramyndugleika millum mammu og pápa?

 

2. Nær væntar landsstýrismaðurin at leggja lógaruppskot fyri Løgtingið um broytingar í foreldramyndugleikalógini?

 

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Johan Dahl, løgtingsmaður, at tað eru nógv foreldur í Føroyum, sum hava trupulleikar ella avbjóðingar við rættindum hjá barninum og felags foreldramyndugleika millum mammu og pápa, herundir hvørji rættindi og skyldur eru galdandi.

 

Í t.d. Danmark er lóggávan á hesum økinum dagførd fyri langari tíð síðan.

 

Sambært samgonguskjalinum hevur samgongan sett sær hetta fyri:

“Foreldramyndugleikalógin skal endurskoðast, soleiðis at børn fáa rætt til bæði mammu og pápa, og rættindi og skyldur verða staðfest.”

 

At enda sigur Johan Dahl, í sínum viðmerkingum, at nú er ein rúm tíð fráliðin, síðan samgonguavtalan varð undirskrivað, og vit eru skjótt við at enda triðju tingsetuna, og enn er onki lógaruppskot hesum viðvíkjandi lagt fyri Løgtingið.

 

Tað hevur týdning at vita, nær hesin samfelagsbólkur kann vænta sær meira skipað og dagførd viðurskifti. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

 

Sambandsflokkurin


RN


Back