Ungdómstingið hevur talað

9. februar 2022



Hóast Ungdómstingið einans er vegleiðandi, so eru málini áhugaverd fyri okkum fólkavaldu politikarar at fylgja við í.

 

Ungdómstingið gevur eitt innlit í tey mál, ið upptaka tey ungu í dag. Ikki bara tey ungu læra nógv av ungdómstinginum, tað gera vit løgtingslimir eisini.

 

Hesi mál vórðu samtykt av ungdómstinginum, og fleiri teirra eru væl grundað:

 

- Uppskot til samtyktar um at gera tað lættari hjá gentum og kvinnum at fáa fatur á mánasjúkuvørum

- Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan (Kravd sexualundirvísing frá 7. til 9. flokk)

- Uppskot til samtyktar um at tryggja ungum borgarum í øllum kommunum eitt frítíðarkort

- Uppskot til samtyktar um at tryggja landsvegirnar ímóti seyði

- Uppskot til samtyktar um at eftirmeta og uppstiga undirvísingartilfarið í fólkaskúlanum

- Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan (Privatbúskap sum lærugrein í 9. flokki)

- Uppskot til samtyktar um at hækka hámarksferðina hjá øllum prutlum til 50 km/t

- Uppskot til samtyktar um at yvirtaka landslæknaembætið og farsóttarlógina

 

Til ber at lesa bæði upprunauppskot og álit, ið liggja aftanfyri avgerðirnar.

 

Heimasíðan hjá Ungdómstinginum eitur: ung.logting.fo

 

Fimm uppskot fullu

Mann kundi hildið, at næmingar fóru at samtykkja øll uppskot, men so varð ikki. Fimm av teimum trettan uppskotunum fullu:

 

- Uppskot til samtyktar um at byggja havnina á Sandi út, soleiðis at Smyril kann leggja at í Sandoynni eftir at Sandoyartunnilin er liðugur

- Uppskot til samtyktar um at gera eina pantingarskipan fyri burturkast úr plasti

- Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan (Stytta skúlavikuna fyri 7., 8., og 9. flokk niður í 32 skúlatímar um vikuna)

- Uppskot til samtyktar um at tryggja, at ung undir 18 ár ikki fáa hendur á tubbaki og snúsi

- Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka (Lækka aldursmarkið til 16 ár fyri alkoholinnihald 16,5% og lægri)

 

Valdu ikki at seta rúsdrekkaldurin niður

Tað undraði meg eitt sindur, at uppskotið um pantingarskipan fyri burturkast úr plasti ikki varð samtykt, men sum skilst var orsøkin her, at málið var ov illa fyrireikað. Tá gevur tað sjálvandi góða meining, at Ungdómstingið niðurstemmar málið.

 

Tað, sum gleddi meg mest var, at málið um niðurseting av rúsdrekkaaldrinum varð felt, 6 fyri, 5 blankar og 20 ímóti. At so greiður meiriluti var ímóti hesum uppskoti er gleðiligt. Eg vil eisini enda við at endurgeva tað, ið Rættarnevndin í Ungdómstinginum skrivaði í álitinum:

 

“Frá einum reint heilsuligum sjónarmiði er rúsdrekka skaðiligt, men tað kann eisini vera skaðiligt fyri ung uppá aðrar mátar. Jú yngri fólk eru, tá tey drekka, verri duga tey at handfara rúsdrekka, og tá er eisini størri vandi fyri at gerast í ørviti og av hesi orsøk koma illa fyri í t.d. býarlívinum, sum kann hava ógvusligar avleiðingar við sær fyri tann einstaka.”

 

Jú, sanniliga eru tey ungu skilagóð og ábyrgdarfull!

 

Jaspur Langgaard

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


RN


Back