Eftirmeting av Málráðnum við tí skerda stavraðnum

9. februar 2022


Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur 8. februar sett Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a), um Eftirmeting av Málráðnum við tí skerda stavraðnum. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn


Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

 

1. Ætlar landsstýrismaðurin at viðgera virksemið hjá Málráðnum í Løgtingum, vísandi til lógina um Málráðið og eftirmetingina av Málráðnum frá 18. november 2016?

 

2. Ætlar landsstýrismaðurin at broyta føroyska stavraðið, soleiðis at vanliga latínska alfabetið, sum allur heimurin brúkar, er við?

 

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Johan Dahl, løgtingsmaður, at tað vóru nógvir føroyingar, sum í 2013 og 2014 mótmæltu skerjingini av móðurmálsalfabetinum, og ein kanning vísti, at bara 30% av føroyingunum tóku undir við skerjingini, meðan 70% vildu hava óskert alfabet.

 

Eisini aðrir áhugabólkar og persónar, við áhuga fyri føroyska málinum, vístu sína misnøgd og gjørdu sínar almennu viðmerkingar til skjeringarnar í móðurmálsalfabetinum.

 

Eisini vísti ein kanning hjá Lóður á vári 2014, at 64% taka undir við, at c, q, w, x og z skulu vera við í alfabetinum, meðan 26% søgdu nei.

 

Meirilutin í Málráðnum helt tó fast við sítt tilmælið frá 2013 og kravdi, at móðurmálsalfabetið varð skert við fimm bókstavum (c, q, w, x og z). Minnilutin í Málráðnum ynskti at varðveita móðurmálsalfabetið, t.v.s. tað vanliga latínska alfabetið, í fullari longd eins og allur vesturheimurin, íroknað teir føroysku serbókstavirnar.

 

Minnilutin gjørdi sítt egna uppskot, sum umboðar móðurmálsalfabetið, við øllum 34 stavunum, og sum er tað sama, ið verður brúkt sum bókstavaindeks í Móðurmálsorðabókini og tí komandi Rættstavingarorðabókini.

 

At enda sigur Johan Dahl, í sínum viðmerkingum, at sambært lógini um Málráðið, § 10. Stk. 3 stendur: “Landsstýrismaður skal eftir 3 árum leggja fyri Løgtingið frágreiðing um, hvørt lógin virkar eftir ætlan, og kanna um til ber at áseta reglur um Málráð, Staðarnavnanevnd og Navnanevnd í somu lóg.” 

 

Verandi Eftirmeting av Málráðnum, dagfest 18. november 2016, eigur at leggjast fyri Løgtingið til eitt aðalorðaskifti, um lógin virkar eftir ætlan, og um skerda stavraðið, einvegis framt av meirilutanum og móti fólksins vilja, ikki eigur at víkja fyri okkara móðurmálsalfabeti, sum vit brúka hvønn dag.

 

Umframt at tað hevur verið í Móðurmálsorðabókini í mong ár, og fer eisini at vera í tí komandi Rættstavingarorðabókini.

 

Tað hevur stóran týdning, at føroyingar og ymiskir fakbólkar hava frælsi og møguleika at gagnnýta okkara skriftmál optimalt og soleiðis sum vit kenna tað. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

 

Sambandsflokkurin


RN


Back