Heilsuverk Føroya og Cosmic sjúklingajournalskipanin

17. mars 2022


Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur 16. mars sett Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a), um Heilsuverk Føroya og Cosmic sjúklingajournalskipanina. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn


Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

 

1. Hevur Heilsuverk Føroya biðið um eitt skriftligt ella formligt tilboð frá Cambio uppá framhaldandi at brúka Cosmic sjúklingajournalskipanina, eftir uppsøgnina av samstarvsavtaluni og fram til ein onnur loysn er innkoyrd?

 

  - Um Heilsuverk Føroya hevur biðið um eitt slíkt tilboð, hevur Cambio svarað og í so fall kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvør tann kostnaðurin er?

  

  - Um Heilsuverk Føroya ikki hevur biðið um eitt skrivligt tilboð um framhaldandi at brúka skipanina eftir uppsøgnina, er ætlanin so at biðja um eitt slíkt tilboð?

 

2. Hevur landsstýrismaðurin umhugsað at seta í verk eina ætlan, sum skundar undir at fáa aðra sjúklingajournalskipan ístaðin fyri verandi skipan, soleiðis at heilsuverkið, í mest møguligan mun, verjir seg ímóti stórum óneyðugum eykaútreiðslum komandi árini?

 

3. Hevur landsstýrismaðurin gjørt sær nakrar tankar um útskiftingina av Cosmic, t.v.s. hvør kann levera eina vælroynda og nøktandi sjúklingajournalskipan til heilsuverkið, sum evt. kann samkoyra við apotek, heilsurøkt/ eldrarøkt, almannaverk o.a., og hvat væntar landsstýrismaðurin, at ein slík íløga fer at kosta komandi árini og tilsamans?

 

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Johan Dahl, løgtingsmaður, at felagið Cambio, ið er veitari av Cosmic elektronisku sjúklingajournalskipanini hjá føroyska heilsuverkinum, hevur sagt samstarvið upp við einari freist uppá einans tvey ár.

 

At skifta eina sjúklingajournalskipan til heilsuverkið er sera umfatandi og ein long tilgongd, sum kann væntast at taka meira enn 2 ár. Tí má ásannast, at tíðin er knøpp, serliga havandi í huga, at tað longu eru fleiri mánaðir síðan uppsøgnina.

 

At enda sigur Johan Dahl, í sínum viðmerkingum, at fleiri av donsku regiónunum hava verið gjøgnum júst sama skiftið - frá somu skipan og veitara - sum Heilsuverk Føroya skal ígjøgnum. Har vísa royndirnar, at tað hevur kostað sera nógv, ja fleiri tíggjutals milliónir krónur at leingja sáttmálan við Cambio, eftir at avtalan gekk út. Sostatt er sannlíkt, at ein stór eykarokning til Heilsuverk Føroya liggur og bíðar - nakað, sum er sera  viðkomandi fyri Løgtingið at kenna nærri til. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

 

Sambandsflokkurin


RN


Back