Sera torført at finna eina semju

1. apríl 2022



Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini

 

Spyrjari: Eyðdis Hartmann Niclasen, løgtingsmaður
 

Svarari: Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum
 

Evni: Gongd í haga

 

Spurningar:
1. Hvussu gongur við arbeiðinum at finna eina semju millum partarnar um gongd í haga?

 

2. Nær kann væntast, at ein semja verður til taks, og at eitt uppskot verður lagt fyri Løgtingið?

 

3. Hvørjar ítøkiligar avbjóðingar eru fyri at koma á mál um eina semju?

 

4. Um so er, at partarnir ikki kunnu semjast, ætlar landsstýrismaðurin so at sleppa málinum um at skipa gongd í haga?

 

Viðmerkingar:
Málið um gongd í haga hevur fylt nógv í orðaskiftinum, og tað er av størsta týdningi, at málið sum skjótast verður loyst.

 

Samgongan hevur havt sum aðalmál, at semja skal finnast millum allar avvarðandi partar.

 

Sum skilst, er tað sera torført at finna eina semju og tískil er tørvur á at fáa at vita, hvar málið liggur nú, og um tað eru útlit fyri, at semja kann finnast.

 

Á Løgtingi, 31. mars 2022
Eyðdis Hartmann Niclasen

 


RN


Back