Svar um mál- og samskiftistrupulleikar hjá børnum og ungum

5. mai 2022


Svar upp á § 52 a fyrispurning nr. 52-174/2021 frá Rósu Samuelsen, løgtingskvinnu, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum, um mál- og samskiftistrupulleikar hjá børnum og ungum


Fyrispurningurin er soljóðandi: 

 

1. Hvørjir myndugleikar og stovnar hava ábyrgdina av børnum og ungum, sum hava mál- og samskiftistrupulleikar?

 

2. Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrismaðurin um at styrkja og menna mál- og samskiftisførleikar hjá børnum og ungum?

 

Svar til 1:

Sum skipanin er, so eru tað fleiri myndugleikar, sum varða av økinum,  Almannamálsráðið, Heilsumálaráðið og Uttanríkis- og mentamálaráðið. Tað er ikki ein einstakur almennur stovnur, ið hevur ábyrgd av og røkir áhugamálini hjá børnum og ungum í Føroyum, sum hava mál- og samskiftistrupulleikar, og sum tryggjar, at hesin málbólkur fær neyðuga stuðulin, undirvísing og upplæring til at kunna virka so væl sum gjørligt í dagsins samfelagi.

 

Hinvegin eru ymsar skipanir og stovnar, ið stuðla undir, at deyv, hoyriveik, lesi- og skriviveik, tal- og orðblind og blind kunnu virka í samfelagnum. Hesar skipanir fella inn undir virkisøkið hjá Almannaráðnum, Heilsumálaráðnum og Uttanríkis- og mentamálráðnum.

 

Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur ábyrgd av, at øll børn og ung fáa undirvísing, eisini tey, ið bera brek. Eisini verður dentur lagdur á at skipa undirvísingartilboð, ið eru løgd til rættis til næmingar, ið hava ávísar avbjóðingar.

 

Svar til 2:

Uttanríkis- og mentamálaráðið roynir at virka fyri, at nevndu bólkar fáa ta undirvísing og stuðul teimum tørvar. Eitt ávíst samstarv er á økinum ímillum Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið og Uttanríkis- og mentamálaráðið.

 

Landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og mentamálum hevur tikið stig til felagsfund fyri øllum avvarðandi pørtum; landsstýrismonnum, aðalráðum, stovnum og áhugfeløgum. Endamálið við hesum átaki er at finna fram til loysnir, so at verandi skipanir møguliga kunnu samskipast ella umskipast, so tað gerst einfaldari hjá tí einstaka barninum/familjuni at fáa røttu hjálpina.

 

Viðmerkjast skal, at sambært Sernámi, so eru tað 7 ársverk innan fakbólkin taliráðgevar (logopedar og audiologopedar) í starvi á stovninum. Hesi veita tænastu til umleið 64 dagstovnar og 43 skúlar í Føroyum. Mett verður, at tá ið talan er um børn við álvarsligum samansettum mál- og samskiftistrupulleikum, er Sernám so gott sum altíð ein partur av hjálpini, ið verður veitt. Hjálpin er ikki øll samlað á einum staði, tí barna- og ungdómsøkið er býtt út á 3 ymisk ráð - Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið og Uttanríkis- og mentamálaráðið.

 

Taliundirvísing á dagstovnaøkinum verður raðfest høgt, fyri so tíðliga sum møguligt at veita hjálp og stuðul. Í løtuni fáa 229 børn á dagstovnaøkinum taliráðgeving, harav 12 børn hava eitt alternativt samskifti. Í fólkaskúlunum fáa 151 børn taliráðgeving, herav 13 børn hava eitt alternativt samskifti. Talan er um ein alsamt vaksandi tørv.

 

Vinarliga

 

Jenis av Rana

landsstýrismaður

 

Sambandsflokkurin


RN


Back