Nógv mál avgreidd hesa tingsetuna

7. mai 2022



Løgtingið er loksins farið heim í summarferiu og enn ein tingseta farin afturum.

 

- Nýggj krabbameinsætlan

- Føroyskt fólkaheilsustýri

- Viðgerðartrygd innan neyðtøkutilbúgving

- Fámjinstunnil

- Fígging til Koltursætlanina

- Skatting av sølu av veiðirættindum

- Dagførdur orku- og veðurlagspolitikkur

- Felags foreldramyndugleiki og samvera

- Løgtingslóg um keyp av fastogn

- Samtykkigrundað neyðtøkuáseting

- Bráðfeingis uppihaldsloyvi og veitingar á sjúkrahúsinum til flóttafólk úr Ukraina

- Fast-track skipan fyri útlendskari arbeiðsmegi

 

Hetta eru bara nøkur av teimum avrikum, sum eru framd hesa tingsetuna, og nógv av omanfyrinevndu dømum eru úr aðalráðum, har Sambandsflokkurin hevur politisku leiðsluna.

 

Koronafarsóttin er av, og nú kann verulig ferð setast á tey politisku mál, sum hava ligið á láni.

 

Hóast politikkur í veruleikanum aldrin fer í feriu, vilja vit takka øllum sambandsfólki og áhugaðum fyri stuðulin hesa tingsetuna.

 

Sambandsflokkurin


RN


Back