Yvirtøkulógin

LÓG NR. 79 FRÁ 12. MAI 2005 UM MÁL OG MÁLSØKI FØROYSKRA MYNDUGLEIKA AT YVIRTAKA


Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa lóg:

Henda lóg hevur støði í sáttmála millum Føroya landsstýri og Danmarkar stjórn sum javnsettar partar.

§ 1. Henda lóg fevnir um øll mál og málsøki, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Lógin fevnir ikki um hesi mál og málsøki:
1) Stjórnarskipan danska ríkisins.
2) Heimarætt danska ríkisins.
3) Hægstarætt danska ríkisins.
4) Uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk.
5) Gjaldoyra- og peningapolitikk.

§ 2. Føroyskir myndugleikar gera av, nær mál og málsøki, ið henda lóg fevnir um, verða yvirtikin, sbr. tó stk. 2 og 3.
Stk. 2. Føroyskir myndugleikar gera av, eftir tinging við danskar myndugleikar, nær mál og málsøki á lista I í fylgiskjali lógarinnar verða yvirtikin.
Stk. 3. Málsøki, ið standa undir sama tali á nevnda lista I í stk. 2, verða yvirtikin samstundis.

§ 3. Føroyskir myndugleikar hava lóggávuvaldið og útinnandi valdið á málum og málsøkjum, ið verða yvirtikin eftir § 2.
Stk. 2. Føroyskir myndugleikar yvirtaka útreiðslurnar og føstu ognirnar, ið hava beinleiðis samband við eitt mál ella eitt málsøki, sum yvirtikið verður.

§ 4. Dómstólar, sum føroyskir myndugleikar seta á stovn, hava dómsvaldið á øllum málum og málsøkjum í Føroyum.

§ 5. Ásetingarnar í § 5, § 6, § 10, stk. 2, 2. pkt., og § 13 í lóg um Føroya heimastýri virka á sama hátt í mun til mál og málsøki, ið henda lóg fevnir um.
Stk. 2. Ásetingin í § 2, 4. pkt. í lóg um Føroya heimastýri virkar á sama hátt í mun til mál og málsøki, sum § 2, stk. 1 í hesi lóg fevnir um.

§ 6. Føroyskir myndugleikar kunnu sambært sáttmála við danskar myndugleikar taka yvir Vága Floghavn og ábyrgdina av at reka hana.

§ 7. Lógin fær gildi 29. juli 2005.

§ 8. Avvarðandi føroyskur myndugleiki viðger mál liðug, ið eru til viðgerðar hjá donskum myndugleika, tá ið málsøkið verður yvirtikið, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Avvarðandi danskur myndugleiki kann í serligum førum og eftir semju við avvarðandi føroyskan myndugleika gera av, at danskir myndugleikar viðgera ávís mál liðug.

Listi I
1) Brotsmálaumsorgan.
2) Fíggjarrættur.
3) Flogferðsla.
4) Fólkakirkja.
5) Ídnaðarhugverksrættur.
6) Leiðarbræv.
7) Løgregla og ákærumyndugleiki og atknýttu partarnir av revsirættarganginum.
8) Persóns-, húsfólka- og arvarættur.
9) Revsirættur.
10) Rættargangur, heruppií at seta á stovn dómstólar.
11) Sakførarastarvsemi.
12) Útlendingaøki og marknaeftirlit.

Tórshavn, 12. mai 2005

Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður

Lm. nr. 91/2004