Politisk visjón

Politiska visjónin hjá Sambandsflokkinum skal tryggja, at allir borg­ar­ar í landinum fáa tær tænastur og ta hjálp teimum tørvar og gerast nøgdir borgarar. Har­aftur­at skal vinnan fáa greiðar og mennandi karmar at virka undir.

Politiska visjónin

Menningin av samfelagnum skal verða á sama støði sum í Danmark og øðrum framkomnum londum

Føroyar skulu verða eitt samfelag, har øll fólk trívast, mennast og hava avbjóð­ingar

Vinnan skal verða kappingarfør og skapast skulu karmar fyri menning, búskaparvøkstri og íverksetan


Sambandsflokkurin heldur, at henda politiska visjónin hevur m.a. við sær, at setast skulu í verk nøkur leiðslulig, strategisk og búskaparlig tiltøk og handlingar. Landið og vinnan noyðast at fara undir nakrar strategiskar ætl­anir, td. orða eina vinnustrategi, sum stuðlar undir eina vakstrar- og pro­duk­tivi­tets­strategi fyri vinnuna.

Landið má fremja bygnað­ar­broytingar og um­legg­ingar av almennum tænast­um, stovnum og skipanum. Gerast skulu nakrar politiskar og búskaparligar raðfestingar, sum kunnu verða við til at tryggja, at visjónin kann náast og at skapt verða munagóð úrslit.