FÍGGJAR- OG BÚSKAPARMÁL

Búskaparmenning
Búskaparmenning snýr seg m.a. um at velja eina búskaparstrategi, sum uppá styttri sikt er við til at optimera samfelagsbúskapin og sum uppá longri sikt kann tryggja nakrar sunnar javnvágir við meira varandi vøkstri - skaptur í vinnuni. Búskaparmenning snýr seg sostatt um at menna skipanir og bygnaðir í samfelagnum, hjá landinum, í vinnuni, og skapa karmar fyri vinnuligum produktiviteti og vøkstri.

Vit mugu framhaldandi skapa ein vinnudrivnan vøkstur og vælstand, sum síðan kann verða grundarlagið undir betri og fleiri vælferðartænastum.

Málsetningar – búskaparpolitikkur
Sambandsflokkurin setir sum mál og vil raðfesta eina støðuga og burðardygga búskaparmenning við varandi vøkstri og fleiri arbeiðsplássum. Vælstandurin í Føroyum er m.a. tengdur at viljanum til búskaparligar nýskapanir og tillagingar (reformar), sum kunnu fáa fleiri fólk til arbeiðis. Tað skal kunna løna seg betri at virka vinnuliga og á marknaðartreytum í td. fiskivinnuni. Slík mál ella reformar eiga at gerast við breiðum politiskum semjum í løgtinginum.

Sambandsflokkurin ynskir, hvørja ferð ein politisk avgerð skal takast, at hugsast skal um búskap og effektivitet, produktivitet og sparsemi.

Grundleggjandi meginreglan hjá Sambandsflokkinum er at føra ein ábyrgdarfullan búskaparpolitikk og eina fíggjar- og búskaparstýring, sum hevur við sær, at tað almenna skal veita bíligar, effektivar og dygdargóðar tænastur. Ein almennur rakstur við óneyðugum skrivstovuveldi, skal minkast til fyrimuns fyri betri og fleiri vælferðartænastur.

Búskaparpolitikkurin skal vera álitisvekjandi, og sveiggini í samfelagsbúskapinum skulu tálmast við einum aktivum fíggjarpolitikki. Í tíðum við lágkonjunkturi skal førast ein virksemis- og arbeiðsskapandi politikkur, og ein tálmandi fíggjarpolitikkur skal rekast í tíðum við hákonjunkturi.

Annars vil Sambandsflokkurin fylgja hesum samfelagsbúskaparligu málunum:

• Búskaparvøkstur, BTÚ – vinnudrivin vøkstur
• Lágt arbeiðsloysi – virksemisskapandi tiltøk
• Lág inflatión – afturhaldni í góðum tíðum
• Javnvág á gjaldsjavnanum – økja útflutningvirðið
• Umsita umhvørvið og tilfeingið optimalt – burðardygg leiðsla og stýring.

Búskaparstrategi og fokus

Optimering av almenna rakstrinum – úrslit uppá styttri sikt:
• Skapa støðufesti í samfelagsbúskapinum
• Umleggingar í samfelagsbygnaðinum og bygnaðinum hjá tí almenna
• Rationaliseringar og sparingar innan tað almenna – samanleggingar o.a.
• Útvega landskassanum nýggjar inntøkukeldur

Optimering av javnvágum – búskaparstøðan uppá longri sikt:
• Skapa javnvág í landsbúskapinum – støðugur búskapur og varandi vøkstur
• Menning av samfelagsbygnaðinum sum heild
• Betri vinnukarmar fyri at tryggja lønsemi og virðisøking í verandi vinnum
• Menna karmar fyri at skapa nýggjar vinnur
• Virka fyri betri kappingarføri hjá Føroyum
• Skapa fólkavøkstur frá búskaparvøkstri
• Gagnnýta alt tilfeingið búskaparliga burðardygt – tilfeingisavmarkingar og meira burðardyggar loysnir á øllum økjum – frá matvøruframleiðslu til flutning o.a.
 

RÍKISFELAGSSKAPSMÁL

Sambandsflokkurin er einasti flokkur á Løgtingi, sum fult gongur inn fyri Ríkisfelagsskapinum.
 

VINNUMÁL

Sambandsflokkurin er ein liberalur og vinnurættaður flokkur. Hetta merkir m.a., at føroysk vinna skal rekast á marknaðarligum grundarlag og uttan rakstrarstuðul.
 

ALMANNAMÁL

Sambandsflokkurin vil eitt samfelag, har pláss er fyri okkum øllum.
 

HEILSUMÁL

 

MENTAMÁL

 

KOMMUNUMÁL

 

UNGDÓMSMÁL

 

ÍBÚÐARMÁL

 

ALTJÓÐAGERÐING