Samgonguavtala frá 14. november 2011

Samgonguskjal

millum

Sambandsflokkin, Fólkaflokkin, Miðflokkin og Sjálvstýrisflokkin

 

Búskaparsemjan

Føroyska samfelagið hevur stórar búskaparligar avbjóðingar. Tí má stýrast við skili og fastari hond, so Føroyar koma væl ígjøgnum hesar avbjóðingar, uttan at vælferðin verður sett í vanda.

Málið er ein sjálvberandi búskapur.

Fyritreytin fyri einum góðum samfelag fyri øll er búskaparvøkstur, ið tryggjar vælferðina.

Samgongan hevur sett sær fyri at fáa yvirskot á fíggjarlógina í seinasta lagi 2016. Langtíðarfíggjarætlanir verða gjørdar bæði fyri rakstur og íløgur.

 

Fíggjar- og búskaparpolitikkur

Ein varin og miðvísur búskaparpolitikkur skal rekast.


Samlaðu útreiðslurnar á samtykta játtanarkarminum fyri 2012 – 2016 skulu haldast.


Bygnaðarbroytingar skulu gerast fyri at fáa búskapin á beint aftur. Almenna húsarhaldið verður innrættað, so mest møguligt fæst fyri hvørja krónu. Smærri almennir stovnar verða lagdir saman í effektivari eindir. Hædd verður tikin fyri økjum kring landið.


Vinnuvøkstur skal skapast, og birtast skal upp undir nýggjar og nýskapandi vinnur. Endamálið er at skapa støðugan búskaparvøkstur.


Samráðingar verða við donsku stjórnina um at dagføra ríkisveitingina til dagsvirði. Av hesum og komandi árligu økingini av ríkisveitingini verða 15% av vanligu meirinntøkum landskassans mótroknaðar í økingini.


Samráðingar vera millum landsstýrið og donsku stjórnina um endurgjald fyri skatt av útisiglarum (DIS).


Samráðingar vera við donsku stjórnina um eina greining av peningarenslinum millum Føroyar og Danmark. Greiningin skal verða liðug 31. dec. 2012.


Samráðingar verða tiknar upp við tí fyri eyga at gera nýggjar og endurskoða galdandi dupultskattaavtalur.

 

Skattingin av føroyingum, sum arbeiða uttanlands, verður endurskoðað.


Fyri at tað altíð skal loysa seg at arbeiða, verður ein flatskatta-skipan sett í verk. Hon hevur ein skattafrían botnfrádrátt á 65.000 krónur og 20% í landsskatti av inntøkum millum 65.000 og 600.000. Inntøkur yvir 600.000 kr. rinda 5% eyka av upphæddini millum 600.000 og 1 mió og 10% eyka av upphæddini yvir 1 mió. kr. Hetta ávirkar ikki kommunuskattin.


Pensjónsnýskipanin verður sett í gildi tann 1. januar 2013, tó verður lóg um inngjaldið sett í verk frá 1. januar 2012.


Pensjónsuppsparing verður skattað við inngjald.


Har til ber, verður lóggáva lagað til føroysk viðurskifti, so hon verður lættari og einfaldari at umsita.


Játtanarskipanin verður endurskoðað, so at stovnar, sum hava avlop, ikki verða revsaðir.


Møguleikarnir fyri útveiting av almennum tænastum og einskiljing av almennum fyritøkum verða útgreinaðir.


Útbjóðingarportalur verður settur á stovn sum skjótast.


Starvsfólka- og setanarpolitikkurin hjá tí almenna skal endurskoðast.


Í sambandi við at øki verða flutt frá landi til kommunur, fylgir peningur við. Sáttmáli verður gjørdur millum partarnar, sum tryggjar, at samlaða skattatrýstið ikki økist.


Fyri at foreldur betur kunnu leingja barnsburðarfarloyvi, eigur at verða heimilað kommununum at rinda part av kostnaðinum fyri stovnspláss til foreldrini, velja tey at ansa egnum barni/børnum heima.


Fyri at fjøltátta og bøta um møguleikarnar, verður samsýningin fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima endurskoðað.


Samgongan virðir og ynskir framhaldandi at stuðla tað megnar arbeiði, sum sjálvbodnir felagsskapir hvør á sínum øki gera kring land okkara.

 

Vinnu– og fiskivinnupolitikkur

Hildið verður fram við yvirskipaða vinnupolitikkinum at skapa vinnuni góðar og støðugar karmar, soleiðis at verandi fyritøkur fáa best møguligar fortreytir at menna seg. Tað skal vera lagaligt hjá nýggjum fyritøkum at koma fyri seg og somuleiðis áhugavert hjá útlendingum at gera íløgur í Føroyum.

 

Menning av alivinnuni

Hildið verður fram við tilgongdini at víðka um verandi aliøki, og møguleikarnir fyri aling á opnum havi verða kannaðir víðari.


Kannast skal, um einkarætturin hjá Apotekinum at selja heilivág til alivinnuna eigur at halda fram.


Dentur skal leggjast á gransking innan fyri alivinnuna.

 

Burðardygg fiskiveiða

Umsitingarætlanin frá 24.10.2011 verður grundarlag undir viðgerðini av framtíðar reguleringum av fiskiskapinum av høvuðsfiskasløgunum, toski, hýsu og upsa.


Greiður ræðisrættur verður knýttur at veiðiloyvum, fiskidøgum og kvotum. Samgongan saman við fakfólkum ger við útgangsstøði í loyvistreytunum í alilóggávuni uppskot um, hvussu ein tíðaravmarkað/rullandi skipan verður gjørd.


Fyri at tryggja arbeiðspláss í Føroyum verða nærri ásetingar gjørdar, sum tryggja, at sum mest av fiski kemur upp á land í Føroyum. Avreiðingargjald verður lagt á allan óvirkaðan uppisjóvarfisk, sum ikki fer um føroyskan kaikant. Undantiknar eru landingar til føroysk móðurskip.


Tilfeingis-/loyvisskattur, líkur tí sum er galdandi fyri 2011, verður lagdur á eyka stóran vinning hjá alivinnu og fiskiskipum. Hesin skattur fer í landskassan.


Fult gjøgnumskygni skal valda í eigaraviðurskiftunum í høvuðsvinnuni.


Vinnan skal frítt leggja sína veiðu til rættis og laga sítt virksemi til tøkar veiðimøguleikar.


Krøv skulu setast til góðsku og úrtøku av okkara fiskatilfeingi.


Royndarveiða skal fara fram eftir ávísum fiskasløgum í samráð við Havstovuna.


Fiskivinnulóggávan verður dagførd og gjørd einfaldari og skal leggjast fyri politisku skipanina til støðutakan í 2012.


Brúksskylda á fiskirættindum skal setast í verk.


Møguleikarnir hjá heimaútróðrinum skulu betrast. Í hesum sambandi verður regluverkið gjørt smidligari. Øki, ið eru friðað fyri at verja ungfisk, verða endurskoðað saman við vinnuni, eins og kunngerðin um treytir fyri at vera fullrikin útróðrarbátur verður endurskoðað.


Havstovan ger saman við vinnuni árinskanningar og lýsir, hvussu friðingar hava ávirkað stongdu økini.


Ásett verður upphædd til fiskivinnumenning á landi.


Áherðsla verður løgd á at vinna Føroyum rættindi í altjóða millumlanda samráðingum.


Gjørd verður ætlan saman við vinnuni fyri gagnnýtslu av gørnum, rogn og livur hendan ætlan verður liðug 1. jan. 2013.

 

Menning av matvøruvinnu

Granskingarelaterað matvøruútbúgving verður sett á stovn.
 

Sjóvinna

Ætlan verður løgd fyri, hvussu Føroyar kunnu bjóða seg fram at gerast ein altjóða sjóvinnu-, tænastu- og útbúgvingardepil.

Landbúnaðurin

Hildið verður fram at dagføra landbúnaðarlóggávuna.


Málið er, at vit í størri mun gerast sjálvbjargin innan framleiðslu av landbúnaðarvørum og fóðri.


Arbeiðið at varðveita føroysk húsdjór verður raðfest frammarlaga.

Ferðavinna

Ferðaráð Føroya ger saman við ferðavinnuni ætlan fyri menning og marknaðarføring av Føroyum sum ferðavinnulandi áðrenn 1. mai 2012.


Skipanin við ferðaavgjøldum verður endurskoðað.

Vinnugransking

Saman við vinnuni virkar almenni myndugleikin fyri at skapa umhvørvi fyri nýmenning, har biotøknilig og onnur gransking fær góðar karmar at virka undir. Samgongan leggur stóran dent á at seta gongd á hetta virksemið og at lyfta sín part av uppgávuni.

Almennur innkeyps- og útbjóðingarpolitikkur

Lóg um almennan innkeyps- og útbjóðingarpolitikk verður sett í gildi í 2012.

Talgild undirskrift

Arbeiðið við talgildari undirskrift heldur fram.

Elektroniska undirstøðukervið

Fyri áhaldandi menning av okkara samfelag verða íløgur í elektroniska undirstøðukervið/fipur raðfest høgt.

Seming

Gerast skal nýggj semingslóg, sum fevnir um allan arbeiðsmarknaðin.

 

Menningarmøguleikar – vitanarstørv

Virkað verður fyri einum meira fjøltáttaðum vinnubygnaði fyri at geva føroyska búskapinum fleiri bein at standa á.


Settur verður serfrøðingabólkur frá vinnuni og tí almenna at viðgera og gera tilmæli um, hvørjar íløgur krevjast, so samfelagið kann fáa fleiri vitanarstørv í Føroyum. Hægri útbúgvingar, ið eru viðkomandi fyri føroyskt vinnulív, verða styrktar.


Miðað verður eftir at menna vinnuligan vøkstur m.a. við:

• gransking og menning innan kunningartøkni, heilsugransking, ílegu- og biotøkni

• áhaldandi íverksetaraátøkum saman við vinnuni, Íverksetarahúsinum og Mentamálaráðnum

• førleikamenning av arbeiðsmegini

• betri marknaðaratgongd

• útlendskum íløgum

• betri hagtalsgrundarlagi

• kappingarførari FAS skipan

• styrktari vinnugransking

 

Byggivinnan

Almennar útbjóðingar verða lagdar soleiðis tilrættis, at føroyskar fyritøkur hava ein veruligan møguleika at bjóða seg fram. Í langtíðarløguætlan verður høvuðsdentur lagdur á at seta pening av til arbeiðsskapandi verkætlanir.
 

Nýggj byggilóggáva verður gjørd.
 

Orkupolitikkur

Heildarætlanin fyri orku- og elveiting er grundarlagið undir framtíðarútbyggingum innan orkuøkið.

Samráðingar skulu takast upp við kommunurnar, har miðað verður eftir at finna eina framtíðarloysn viðvíkjandi SEV.

 

Fjarskiftisøkið

Virkað verður fyri størri kapping á fjarskiftismarknaðinum, so økið áhaldandi mennist til gagns fyri brúkaran.


Spurningurin, um Netfelagið skal leggjast uttan fyri rakstrarfelagið, skal viðgerast.

 

Javnstøða

Virkað verður fyri javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum, í politikki og samfelagnum annars.

 

Útbúgving og mentan

Ein góður skúli er grundarsteinurin í samfelagnum. Landsins skúlaskapur skal tryggja øllum holla útbúgving, handaliga sum andaliga, har øll skulu hava møguleika at vinna sær útbúgving. Skúlin skal framhaldandi byggja á kristna siðalæru og føroyska mentan.

 

Fólkaskúlin

Spurningurin um at lækka undirvísingarskylduna til 6 ára aldur verður lýstur.


Næmingatillaga undirvísing skal styrkjast.


Miðað verður eftir størri skúlaeindum við atliti at menning av fakliga og námsfrøðiliga umhvørvinum. Hædd verður tó tikin fyri, at smáir skúlar á útoyggj halda fram.


Tilboðini til børn við serligum tørvi skulu betrast.


Tænasturnar hjá Sernámsdeplinum og almannaverkinum verða samskipaðar.


Arbeiðið við námsætlanum og próvtalsstiga heldur fram.


Samstarvið millum barnagarð, skúla og foreldur verður styrkt við millum annað fráboðanarskyldu.


Ítøkiligar menningarætlanir verða gjørdar til næmingar við serligum tørvi.


Eftirútbúgving av lærarum skal framhaldandi raðfestast.


Privatskúlar og eftirskúlar skulu stuðlast og mennast.

Miðnámsskúlin

Arbeiðið við at endurskoða miðnámsskúlaútbúgvingarnar heldur fram.


Næmingar á miðnámsskúlunum skulu hava møguleika fyri at samanseta sína egnu miðnámsskúlaútbúgving.


Ástøðiligt og praktiskt pædagogikum skal raðfestast.


Víðkað tilboð verða givin ungum við serligum tørvi.


Endurskoðan av yrkisútbúgvingum heldur áfram.

Vaksnamannaundirvísing

Fjøltáttaðir møguleikar fyri vaksnamannaútbúgvingum eiga at verða skaptir.


Arbeitt verður við førleikamenning og lívslangari læring, eisini fyri ófaklærd.


Arbeiðsbólkur verður settur at kanna møguleikarnar og grundarlagið fyri útbúgvingartilboði innan framleiðslu og sniðgeving av ulla- og skinnvørum.

 

Hægri lestur

Føroyar skulu gerast ein altjóða miðdepil fyri maritimar útbúgvingar. Útbúgvingarnar á vinnuháskúlanum skulu uppstigast til bachelor og masterstig. Møguligt skal vera at taka gjald fyri at taka útbúgvingar á vinnuháskúlanum (útlendingar).


Lestrarstuðulsskipanin verður endurskoðað m.a. við atliti at fjarlestri og ÚSUN-skipanini. Fjarlestur skal skipast.


Møguleiki skal framhaldandi eisini vera fyri at taka maritimar útbúgvingar uttan krav um miðnám.


Lóg um privat universitet skal gerast. Vit skulu liva upp til øll altjóða krøv, tá umræður hægri lesnað. Føroyar skulu gerast partur av Bologne-avtaluni.


Fróðskaparsetrið skal styrkjast sum altjóða hægri lærustovnur.


Námsfrøðilig gransking skal samskipast á Fróðskaparsetrinum.


Góðkendar útbúgvingar tiknar í øðrum londum skulu eisini verða góðtiknar í Føroyum, um tær liva upp til okkara krøv.


Inntøkujavningin av lestrarstuðlinum verður endurskoðað.

 

Gransking og menning

Samgonguflokkarnir taka undir við tiltøkum og átøkum, sum eru nevnd í álitinum ”Vitan og vøkstur”.


Týdningarmikið er at raðfesta granskingarætlanir, sum kunnu menna og skapa eitt fjølbroyttari vinnulív. Verkætlanir, sum eru í gongd, skulu gerast lidnar.


Vísindaráðið heldur fram.


Umsitingin av teimum ymisku granskingarjáttanunum skal endurskoðast.


ES-samstarvið innan gransking heldur fram.

 

Mentan og ítróttur

Lagdur verður dentur á at skapa góðar karmar fyri mentan, list og ítrótt.


Samgongan vil í mest møguligan mun við góðum viðurskiftum stuðla tí týðandi sjálvbodna arbeiði, sum ÍSF, ÍSB, ítróttarfeløg, skótar, heimavirkis- og ítrivsfeløg, samkomur og einstaklingar gera fyri at menna børn og ungdóm.

 

Kunnleiki til okkara livandi søgu, føroyskan dans, myndandi list, heimavirki, tónleik, bókmentir og skaldskap eigur at verða styrktur, og í samstarvi við musikkskúlaskipanina verður tónleika- og sangmentan okkara styrkt í fólkaskúlanum.


Miðað verður eftir at stuðla føroyskum limaskapi í millumtjóða ítróttarfelagsskapum eins og luttøku í millumtjóða kappingum.


Føroyar eiga at vera sjónligar í altjóða ítróttarsamstarvi, taka ábyrgd og hýsa altjóða tiltøkum. Arbeitt verður framhaldandi fyri føroyskum limaskapi í IOC.


Frítíðarfelagsskapir verða stuðlaðir í sambandi við millumtjóða virksemi.


Miðað verður eftir at stuðla úrvalsítrótti og úrvalsítróttarfólki.


Føroyskt mál skal styrkjast. Samgongan fer at arbeiða fyri at fylgja tilmælunum frá Málstevnunevndini. Føroyskt mál eigur at koma inn á fartelefonir og teldur.


Ein heildarmeting verður gjørd av Kringvarpi Føroya, og lógarverkið verður endurskoðað.


Framleiðsla av margmiðlatilfari (spølum, videofilmum o.ø.) til børn eigur at verða stuðlað.
 

Fólkakirkjan

Arbeiðið við at gera føroyskt lógarverk heldur fram í samstarvi við allar partar í Fólkakirkjuni.

Almannamál

Málið er at byggja á førleikar heldur enn forðingar, at tryggja fólki við breki og sálarsjúku eitt virkið og sjálvstøðugt lív og at veita endurbúgving, arbeiðsbúning, arbeiðsvegleiðaraskipan, har vit seta borgaran í miðdepilin.


Endurvenjing skal setast á stovn til fólk, sum eru rakt av sjúku ella skaða.


Samgongan ætlar miðvíst at betra arbeiðs- og inntøkumøguleikar hjá borgarum við skerdum førleika. Almenni setanarpolitikkurin skal taka hædd fyri, at almennir stovnar seta fólk við skerdum førleika í starv.


Fleiri vardir bústaðir skulu útvegast.


Arbeiðast skal tvørpolitiskt og tvørfakligt á øllum samfelagsstigum fyri at tryggja fólki við breki sama rætt til útbúgving, menning, arbeiði, bústað og eitt vanligt arbeiðs- og gerandislív.


Borgarin skal hava eina heildartænastu uttan mun til, hvør myndugleiki hevur ábyrgd.

 

Lóg um valdsnýtslu verður gjørd.


Útlendingar og teirra pensjónsviðurskifti verða greinað.


Nýggj forsorgarlóg verður gjørd.


Bøtt verður um korini hjá støkum uppihaldarum.


Kvinnuundirskotið skal takast í stórsta álvara.

Eldrapolitikkur

Árið 2012 verður útnevnt til at vera ár teirra eldru.


Setast skal ein arbeiðsbólkur við m.a. umboðum fyri tey eldru at gera ein eldrapolitikk við heildarætlan fyri innihaldið í tænastuni. Dentur skal leggjast á, at tænastan í størst møguligan mun stuðlar upp undir lívsgóðskuna og sjálvsavgerðarrættin hjá tí einstaka.


Tilboðini á eldraøkinum verða veitt við støði í eini heildarmeting av tørvinum hjá tí einstaka og við tí fyri eyga, at hin einstaki kann vera heima sum longst.


Visitering til heimahjálp skal víðkast til eisini at fevna um heimavenjing, ergo- og fysioterapi, fyri at fólk kunnu vera longur virkin.


Heimahjálpin skal styrkjast.


Upptøkureglur til vard dagtilhald, sambýli og røktarheim skulu samskipast.


Miðvís ætlan fyri demensøkið verður løgd.


Eldraøkið verður lagt út til kommunurnar 1. januar 2014.
 

Barnavælferð

Skipast skal eitt tilboð/barnahús til børn, sum hava verið kynsliga misbrúkt. Verandi arbeiðið á økinum verður framhaldandi stuðlað.


Heildartilboð eigur at bjóðast børnum og ungum við serligum tørvi: bústaðar-, menningar-, skúla-, arbeiðs- og frítíðartilboð.


Áðrenn farið verður í 1. flokk, eigur tørvur hjá sjónveikum, hoyriveikum, orðblindum o.ø. at verða staðfestur.


Verkætlanin um harðskap í parlagi skal eisini fevna um kynsligan ágang.


Virksemið hjá Løgtingsins Umboðsmanni verður víðkað til eisini at fevna um eftirlit innan barnavernd og fólk, ið búgva á sambýli og røktarheimi. 10

 

Heilsumál

Í heilsuverkinum skal tvørgangandi, samanhangandi sjúklingaviðgerð mennast í tøttum samstarvi millum sjúkrahúsini, aðrar partar av heilsuverkinum og serviðgerðina uttanlands.


Sjúkrahúsini skulu útbyggjast sambært langtíðarløguætlanini, og støða verður tikin til, hvørjar funktiónir skulu verða á hvørjum sjúkrahúsi.


Arbeiðast skal fyri styttri bíðilistum.


Psykiatriska viðgerðin má mennast gjøgnum samanhangandi sjúklingaviðgerð við tí endamáli at veita skjóta hjálp.


Ein greiður rúsdrekka – og rúsevnapolitikkur skal orðast sum skjótast.


Heilsugransking verður ment til gagns fyri sjúklingar og til menning av eitt nú ílegugransking sum vinnugrein.


Sjúkraváttanirnar verða broyttar, so tær eisini lýsa, hvat sjúklingurin hevur førleika til at gera, heldur enn bara at lýsa, hvat hann ikki kann.


120 daga-reglan í dagpengalógini skal endurskoðast, so møguleiki er at søkja um undantak.


Fyribyrging verður ment við fólkaheilsuátøkum, fyribyrgjandi kanningum og kunning.


Ráðgeving í fosturtøkuspurninginum verður styrkt við serkønum á hesum øki.

Innlendismál

Føroysk rættarskipanarlóg skal gerast. Revsilógin skal lagast til føroysk viðurskifti. Reglur um sektorábyrgd verða tilevnaðar. Nýggj byggilóg, sum tekur hædd fyri føroyskum viðurskiftum, verður gjørd. Lóg um barnaváttanir verður framd.


Útlendingamál verða yvirtikin.


Setast má í verk ein skipað integrasjón av útlendingum í Føroyum.

Samferðslumál

Samgongan er samd um, at ein langtíðarløguætlan verður gjørd fyri 1. apríl 2012. Í hesi langtíðarætlan, sum fevnur um árini frá 2012 til 2024, verða raðfestar ætlanir, sum kunnu skapa vøkstur og trivnað um alt landið. Millum hesar verkætlanir eru: vegakervi, skúlabygging, tunnilsgerð, sjóvegis samband og onnur samferðsluviðurskifti. Harumframt skal ein loysn finnast fyri føstum sambandi til suðurøkið. Fylgibólkur við umboðum úr samgonguflokkunum verður settur, og arbeiðið skal verða liðugt 1. apríl 2012.

Menningarætlan skal gerast fyri útoyggjarnar.

Umstøðurnar hjá rørslutarnaðum í samferðsluni skulu betrast.

Kommunumál

Samgongan tekur undir við, at kommunurnar gerast færri og størri. Kommunusamanleggingin skal vera sambært lóg um sjálvbodna kommunusamanlegging. Innlendismálaráðið skipar fyri fólkaatkvøðu í øllum kommunum tíðliga á vári í 2012.

Kommunurnar yvirtaka ábyrgdina av eldraøkinum og fólkaskúlaøkinum.


Kommunurnar og landsstýrið avtala fíggjarleist, og hvussu økini verða skipað.

Umhvørvismál

Umhvørvisverndarlógin og náttúrufriðingarlógin skulu endurskoðast. Orka úr varandi orkukeldum skal økjast munandi.


Landsmyndugleikar og kommunur skulu samstarva, so at oljunýtslan til upphiting verður munandi minni.

Uttanríkisvøkstur og menning

Áherðsla verður løgd á at føra ein virknan uttanríkispolitikk, altjóða handilspolitikk og at vinna okkum fríhandils- og samstarvsavtalur. Umboðan Føroya mótvegis umheiminum verður áhaldandi styrkt í samstarvi við onnur fyri at náa málinum um vaksandi vinnumøguleikar og harvið øktum búskaparligum vøkstri.

Lóg um uttanríkispolitiskt virksemi verður gjørd.

Landsstýrið ger samstarvsavtalu við danir og onnur norðurlond um at nýta teirra sendistovur kring allan heim. Møguleikarnir verða gagnnýttir fyri at útbúgva føroyingar á hesum sendistovum. Vit skulu áhaldandi gerast virknari í menningarsamtarvi, og við ábyrgd fyri næstanum eiga vit at lata neyðhjálp, har neyðin rakar. Arbeiðið at gera Føroyar til sjálvstøðugan lim í Norðurlandaráðnum og WTO heldur fram.

Útflutningsráð verður skipað at røkja áhugamálini hjá føroysku útflutningsvinnuni.

Møguleikin fyri at hava fleiri sendifólk uttanlands verður umrøddur saman við nýggja útflutningsráðnum. Okkara geopolitiska/strategiska støða í NATO skal greinast.

Arbeiðið at gera nýggjan sáttmála við ES heldur fram.

Avtala skal gerast við ES, so sleppast kann undan ákærum um dumping (tollsamgongu). 12

Arbeiðið at gera handils- og íløgurammusáttmála (sonevndan TIFA) við USA heldur fram.

Okkara leiklutur í Arktiska ráðnum verður framhaldandi mentur. Ætlan verður gjørd fyri, hvussu vit best gagnnýta fyrimunirnar av broytingum, sum henda í arktiska økinum.

Eisini verður ætlan gjørd fyri, hvussu vit verja okkum móti árinum, sum standast av nýggjum farleiðum í arktiska økinum.

 

Undirskrivað tann 14. november 2011

 

Sambandsflokkurin

Fólkaflokkurin

Miðflokkurin

Sjálvstýrisflokkurin