Politiska stevnuskrá Sambandsfloksins

 

Grein 1: Ríkisfelagsskapurin

Sambandsflokkurin hevur til aðalmál í ríkisfelagsskapi við Danmark at arbeiða fyri frílyntari og hollari menning av føroysku tjóðini, stjórnarliga, fíggjarliga og mentanarliga og vil á øllum økjum reka ein framtaksfúsan politikk á kristiligum mentanarstøði.

Viðmerkingar

Í grein 1 verður undirstrikað, at aðalmálið hjá Sambandsflokkinum er at menna føroyska fólkið, soleiðis at tað støðugt verður ført fyri at møta teimum avbjóðingum, sum umheimurin til eina og hvørja tíð setir. Sambandsflokkurin var við til at orða og samtykkja Heimastýrislógina og hann vil innan fyri ríkisfelagsskapin virka fyri at gera tær stjórnarligu broytingar, sum tæna fólkinum best. Eitt fjølbroytt vinnulív gevur bestu møguleikar fyri tryggum fíggjarviðurskiftum, og trygg fíggjarviðurskifti eru fyritreytin fyri vælferðini hjá tí einstaka føroyinginum. Eitt høgt mentanarstig er fyritreytin fyri øllum framburði í landinum.

Landið er lítið, og fólkið fáment sammett við onnur lond, og tað tilfeingið, sum kemur úr sjónum er og verður framvegis megingrundarlagið undir føroyska búskapinum. Sambandsfloksins hugsan er tí tann, at skulu vit loysa tær fíggjarligu og mentanarligu uppgávur, sum liggja fyri, og skulu vit til eina og hvørja tíð vera før fyri at tryggja teimum, sum skulu liva í hesum oyggjum eins góð livilíkindi, sum í øðrum framkomnum londum, so er neyðugt at hava tætt tilknýti til annað land. Søgulig og onnur bond knýta Føroyar og Danmark saman, og royndirnar hava víst, at ríkisfelagsskapurin við hetta land hevur verið føroyska fólkinum til mesta frama.

Grein 2: Fíggjarviðurskifti

Sambandsflokkurin ásannar, at tað er umráðandi, at landsins fíggjarmegi verður væl umsitin, og at gjølla verður ansað eftir fíggjarviðurskiftunum hjá landi og kommunum.

Viðmerkingar

Henda grein undirstrikar ta ábyrgdarkenslu, sum teir ráðandi í landinum eiga at hava. Útreiðslurnar til umsiting landsins skal fólkið gjalda í skatti og avgjøldum. Tað er umráðandi, at hesin peningur verður umsitin væl og virðiliga, so fólkið í landinum ikki skal gjalda meira enn neyðugt er.


Tann fíggjarligi avgerðarrætturin eigur at verða lagdur so nær við skattgjaldaran sum gjørligt. Tí eiga kommunurnar, tá ið tær hava eina hóskiliga stødd ella gera samarbeiðsavtalur sínámillum, at fáa størri fíggjarligt frælsi og størri fíggjarliga ábyrgd.

Grein 3: Vinnulív

Sambandsflokkurin arbeiðir fyri, at vinnulív okkara: fiskivinna, alivinna, farmasigling, ídnaður, handverk, oljuvinna, landbúnaður, handil, KT-vinna eins væl og einhvør onnur vinna, sum hevur gróðrarlíkindi her á landi, fær best møguligar umstøður at virka undir. Flokkurin ásannar, at tað fría fyritakssemið eigur at vera drívkraftin í øllum framburði í vinnulívi okkara.

Viðmerkingar

Umframt at siga, at Sambandsflokkurin vil arbeiða fyri, at vinnulív okkara fær best møguligar umstøður at arbeiða undir, verður í hesi grein hildið fram, at Sambandsflokkurin er ein liberalur flokkur, ella ein borgarligur flokkur, mótvegis teimum sosialistisku ella kommunistisku flokkunum. Liberalisman gongur inn fyri andaligum og fíggjarligum frælsi fyri einstaklingin. Tað skapar sunna og virðismikla ábyrgdarkenslu, at einstaklingurin fær loyvi at vísa, hvat hann dugir til, og tað góða úrslitið hjá einstaklinginum fer sjálvandi at koma samfelagnum til góðar. Skal tað almenna taka sær av øllum, verður ábyrgdin og arbeiðshugurin tikin frá einstaklinginum.

Viðvíkjandi fiskivinnuni heldur flokkurin, at okkara heimaleiðir nú eru einastu heilt vissu fiskileiðir, vit eiga, og má tí skipast so fyri, at vit her veiða sum mest, samstundis sum ansast má eftir, at fiskastovnarnir verða røktir best møguliga. Fyriskipanir á heimaleiðum verða at gera við reguleringum, avmarkingum og útsetan av fiskayngli.

Alivinnan eigur at verða útbygd so nógv sum ráðiligt er. Neyðugt verður við nágreiniligum eftirliti, hvat viðvíkir dálking, sjúkum og øðrum umhvørvisligum avleiðingum.

Fjarfiskiskapurin er framvegis ein fyritreyt fyri okkara búskapi og má við samráðingum fáast í so góða og trygga legu sum gjørligt. Sambandsflokkurin vil framvegis vera við at menna útbyggingina av ídnaðinum í Føroyum. Fiskavørur okkara eiga at vera viðgjørdar og tilvirkaðar, so tær hava størst møguligt útflutningsvirði. Ein nágreinilig kanning av okkara sjóøki má verða gjørd, og somuleiðis eiga møguleikarnir fyri tilvirking av ymiskum nýggjum fiskavørum og fiskaúrdráttum at verða kannaðir.

Sambandsflokkurin vil framvegis arbeiða fyri betraðum marknaðarviðurskiftum fyri okkara vinnulív.

Neyðugt verður at hava eina góða veðurtænastu og eina góða Vaktar– og Bjargingartænastu.

Grein 4: Bústaðarviðurskifti

Sambandsflokkurin virkar fyri, at allar føroyskar familjur kunnu búgva í egnum húsum ella í egnari íbúð. Haraftrat virkar flokkurin aktivt fyri at økja um útboðið av leiguíbúðum. Sambandsflokkurin vil stuðla teimum ungu, ið skulu seta búgv, og hann vil hjálpa teimum eldru, at tey framhaldandi kunnu búgva í heimi sínum.

Viðmerkingar

Allir føroyingar skulu hava møguleikar at búgva í egnum húsum ella í egnari íbúð. Fíggingin og lániviðurskiftini skulu skipast soleiðis, at allar fíggjarligar byrðar av egnum bústaði kunnu verða avhæsaðar eftir hóskandi áramáli, so at eisini tey gomlu hava ráð at verða búgvandi í sínum egna heimi, sum ikki eigur at verða tyngt av húsa– ella ognarskatti.

Grein 5: Mentan og andslív

Sambandsflokkurin arbeiðir fyri at stuðla og menna føroyska mentan og andslív eins og hann arbeiðir fyri, at føroyingar gerast kunnigir við danska og útlendska mentan og andslív.

Móðurmálið er høvuðsmálið, sum flokkurin ynskir at menna og stuðla; men føroyingar eiga at læra danskt mál væl og virðiliga.

Viðmerkingar

Sambandsflokkurin ásannar, at tað er ein avgerandi treyt fyri allari samfelagsmenning, at føroysk mentan og andslív fáa rúmari ræsur og verða stuðlað. Føroyskar bókmentir, tónleikur, leiklist, málningalist og onnur list eiga framvegis at fáa stuðul frá tí almenna.

Hinvegin er tað eisini av størsta týdningi og heilt umráðandi fyri okkara fámenta fólk at varðveita góðan kunnleika til danskt mál. Harvið fáa vit atgongd til norðurlendska mentan, ið er ein arvalutur frá okkara forfedrum, sum vit ikki kunnu vera fyriuttan.

Sambandsflokkurin vil virka fyri at varðveita føroysku náttúruna óspilta og forða fyri dálking av náttúruni.

Grein 6: Útbúgving

Sambandsflokkurin arbeiðir fyri, at útbúgvingarskipan okkara altíð er á hædd við tey krøv, sum eitt framkomið samfelag setur. Útbúgvingarskipanin eigur at vera løgd soleiðis til rættis, at øllum føroyingum stendur í boði at fáa best møguliga útbúgving á so mongum økjum sum til ber, og at vinnulív okkara eisini á henda hátt fær best møguligar umstøður at arbeiða undir.

Viðmerkingar

Tað er av størsta týdningi fyri eitthvørt samfelag, at útbúgvingarskipanin verður løgd soleiðis til rættis, at fólkið í landinum fær best møguligan lærdóm. Út frá hesum vil Sambandsflokkurin framvegis sum higartil arbeiða fyri at útbyggja útbúgvingarskipanina soleiðis, at okkara útbúgvingar ikki standa aftanfyri samsvarandi útbúgvingar í okkara grannalondum.

Útbúgvingarnar skulu altíð vera skipaðar soleiðis, at tær kunnu verða góðkendar á altjóða stigi.

Tey lesandi eiga at fáa útbúgvingarstuðul, sum tryggjar øllum fíggjarligar møguleikar at fáa ta útbúgving, sum tey sjálv ynskja.

Flokkurin vil stuðla ítróttina og onnur frítíðartiltøk.

Grein 7: Sosialmál

Sambandsflokkurin vil framvegis arbeiða fyri, at sosiala lóggáva okkara verður soleiðis skipað, at tey gomlu, tey sjúku, tey brekaðu og onnur, sum hava hjálp fyri neyðini, fáa stuðul og viðgerð, ið ikki stendur aftanfyri tí, sum fæst í hinum Norðurlondum.

Viðmerkingar

Sambandsflokkurin er ein liberalur, demokratiskur og sosialt sinnaður flokkur.

Flokkurin hevur, síðani hann var stovnaður, støðugt arbeitt fyri við lóg at tryggja teimum gomlu, sjúku, evnaveiku, avlamisfólki og øðrum, ið hava hjálp fyri neyðini, eins góðan stuðul og viðgerð, sum fæst í okkara grannalondum. Tað er umráðandi at halda hesa lóggávu viðlíka og útbyggja hana.

Tær sosialu útreiðslurnar eru ein tann størsti partur av fíggjarlógum landsins, og tær vaksa støðugt. Higartil hevur ein stórur partur av hesum útreiðslum verið javnaður millum landið og ríkið sum ein trygd fyri, at vit undir skiftandi korum kunnu varðveita livistøðið á hædd við tað í okkara grannalondum.

Arbeiðsloysisskipanin eigur at tryggja øllum uttan arbeiði rímulig kor.

At vit hava verið før fyri at reka ein framkomnan sosialpolitikk er eitt beinleiðis úrslit av tí stjórnarpolitikki, sum Sambandsflokkurin førir.

Sambandsflokkurin ynskir, at tey gomlu og tey brekaðu skulu hava møguleika fyri at verða búgvandi heima so leingi, sum tey sjálv ynskja tað.

Á tí heilsuliga økinum eigur alstórur dentur at vera lagdur á upplýsing og fyribyrging av sjúku. Primera heilsutænastan eigur framhaldandi at vera útbygd.

Við atliti at búskaparligu orkuni og framhaldandi menningini innan læknavísindi og tøkni, eigur sjúkrahúsverkið at verða skipað soleiðis, at frægast fæst burturúr fyri sjúklingin.

Neyðugt verður við samskipan millum almannatænastuna, primeru heilsutænastuna, sjúkrahúsverkið, Ríkissjúkrahúsið og aðrar útlendskar heilsustovnar.

Sjúkrahús, røktarheim og aðrir bústovnar verða útbygdir, so teir nøkta tann neyðuga tørvin.

Grein 8: Millumlanda samstarv

Sambandsflokkurin vil framvegis í millumlanda- og altjóða samráðingum leggja alla orku í at vinna føroyingum flest møgulig vinnu- ,veiði- og marknaðarrættindi, herundir verja okkara ríkisborgararættindi, eisini í Grønlandi.

Viðmerkingar

Meira nú enn nakrantíð áður sæst, at lond og fólkasløg taka seg saman í felagsskapir og samarbeiða til felags gagn. Tí verður neyðugt, at vit føroyingar liggja framvið á millumlanda- og altjóðasamráðingum, tá eisini okkara áhugamál koma at liggja fyri. Í millumlandasamráðingum vil Sambandsflokkurin á skynsaman hátt lýsa sjónarmið Føroya. Soleiðis vil flokkurin eisini innan Norðurlandaráðið styðja eitt og hvørt tiltak, ið miðar ímóti størri norrønum samarbeiði, mentunarliga og fíggjarliga.


Endurskoðað í februar 2002