Viðtøkur fyri Landsfelag Sambandsfloksins


Viðtøkur fyri Landsfelag Sambandsfloksins

§ 1. Hugtak

Landsfelag Sambandsfloksins er meginfelag fyri veljarafeløg floksins í teim ymisku valdømunum.

§ 2. Endamál

Endamál felagsins er at samskipa øll sambandsfeløg til frama fyri Sambandsfloksins politikk, soleiðis sum hann er lýstur í stevnuskrá Sambandsfloksins.

§ 3. Landsfundurin o.a.

Hægsti myndugleikin fyri Landsfelag Sambandsfloksins er landsfundurin, ið verður hildin á hvørjum ári.

Landsnevndin ásetir nær og hvar landsfundurin skal vera, og hvussu hann skal fara fram.

Landsfundurin avger allar spurningar um stevnuskrá Sambandsfloksins.

Eykalandsfundur verður hildin, tá ið formaður floksins ella ein triðingur av limunum í landsnevndini ynskja tað.

Atkvøðurætt á landsfundinum hava:
1. Fimm nevndarlimir úr hvørjum veljarafelag
2. Formaður Landsfelagsins, næstformaður Landsfelagsins, kassameistari Landsfelagsins og limirnir í Starvsnevndini
3. Tingmanning Sambandsfloksins og landsstýrislimir Sambandsfloksins
4. 5 limir úr Landsnevndini fyri Ungmannafelagið Samband
5. Fólkatingsumboð Sambandsfloksins

Landsfundurin kann bert taka avgerðir, um minst ¼ av teimum, ið atkvøðurætt hava, taka lut í atkvøðugreiðsluni.

Á landsfund kunnu annars koma sambandsfólk, ið eru limir í einum veljara- ella ungmannafelag floksins. Hesi hava talurætt, men ikki atkvøðurætt.

Heystfundur verður hildin á hvørjum ári. Talan er um ein fund fyri limir og sambandsáhugað í Landsfelag Sambandsfloksins um støðuna í flokkinum, politisku støðuna í samfelagnum o.a.

§ 4. Fundarskrá

Á fundarskránni skulu hesi punkt vera við:

1. Formaður Landsfelag Sambandsfloksins setir fundin
2. Floksskrivarin greiðir frá virki felagsins
3. Kassameistarin greiðir frá fíggjarligu støðuni grundað á grannskoðaða roknskapin
4. Viðgerð av innkomnum uppskotum
5. Val av:
a. Formanni Landsfelagsins
b. Næstformanni Landsfelagsins
c. Einum grannskoðara og einum varagrannskoðara
6. Formaður Landsfelagsins leggur upp til politiskt orðaskifti
7. Ymiskt

§ 5. Útreiðslur

Landsfelagið rindar útreiðslurnar í sambandi við fyriskipan av landsfundi. Veljarafeløgini kunnu rinda ferða- og uppihaldsútreiðslur til umboð síni.

§ 6. Landsnevndin

Formaður Landsfelag Sambandsfloksins er samstundis formaður fyri Landsnevnd Sambandsfloksins. Landsnevndin tekur avgerð í øllum vanligum viðurskiftum viðvíkjandi Landsfelagi Sambandsfloksins.

Í Landsnevndini sita:

1. Formaður Landsfelagsins
2. Næstformaður Landsfelagsins
3. Kassameistari Landsfelagsins
4. Formenninir ella eitt annað nevndarumboð í teimum veljarafeløgum, sum umboðað tey sjey valdømini
5. Tinglimir- og landsstýrislimir floksins
6. Formaðurin ella eitt annað nevndarumboð í Landsnevndini fyri Ungmannafelagið Samband
7. Umboð Sambandsfloksins á Fólkatingi
8. Limirnir í Starvsnevndini

Landsnevndin setir floksskrivara og ásetir arbeiðsøkið.

Landsnevndin velur kassameistara Landsfelagsins og hevur ábyrgdina fyri fíggjarligu viðurskiftunum.

Kassameistarin leggur fram roknskapin til góðkenningar á regluliga fundinum áðrenn landsfundin.

§ 7. Fundarvirksemi og Starvsnevnd

Næst eftir landsfundinum er landsnevndin hægsti myndugleiki í Landsfelag Sambandsfloksins. Landsnevndin hevur fund minst 2 ferðir um árið, og skal annars kallast saman, tá ið formaðurin ella minst fimm landsnevndarlimir ynskja tað.

Landsnevndin setir eina Starvsnevnd við trimum limum, harav ein eftir uppskoti frá Landsnevndini fyri Ungmannafelagið Samband. Hesi trý saman við formanni Landsfelag Sambandsfloksins, næstformanni Landsfelag Sambandsfloksins og floksskrivaranum viðgera daglig mál ímillum landsnevndarfundirnar.

Landsnevndin ger reglugerð fyri Starvsnevndina og virki hennara.

Starvsnevndin kann seta arbeiðsbólkar at viðgera serstøk mál.

Landsnevndin kann eisini seta aðrar nevndir eftir tørvi.

§ 8. Fundarlýsing og tíðarfreist fyri skipan av nevndum

Landsfundir, heystfundir og aðalfundir í veljarafeløgum í teimum einstøku valdømunum skulu lýsast alment minst 14 dagar frammanundan. Nevndirnar skipa seg í seinasta lagi tríggjar vikur aftaná nevndu fundir og aðalfundir.

§ 9. Tíðarfreistir at senda inn uppskot

Uppskot til viðgerðar skulu vera send inn, fyri landsfundir í seinasta lagi 10 dagar undan, fyri aðalfundir í veljarafeløgunum í seinasta lagi 5 dagar undan.


Uppskot til broytingar í viðtøkum fyri veljarafeløgini skulu tó verða send formanninum í avvarðandi felag innan 1. januar.

Uppskot til broytingar í viðtøkum Landsfelag Sambandsfloksins skulu vera send inn áðrenn 1. januar. Uppskot til broytingar í stevnuskránni skulu vera send inn áðrenn 1. oktober.

Broytingar í viðtøkum kunnu ikki verða gjørdar, uttan tær eru á fundarskránni.

Nýggjar viðtøkur eru galdandi fyri tann regluliga fundin, tær eru samtyktar á uttan so er, at tað við broytingaruppskotinum verður samtykt, at broytingin er galdandi frá einum seinri tíðspunkti.

Uppskot til val av formanni og øðrum álitisstørvum í landsfelagnum, skulu vera Starvsnevndini í hendi 5 dagar fyri landsfundin. Valevni skulu játta at vera í uppskoti. Minst 2 stillarar skulu vera til uppskotið. Teir limir, sum hava sitið farandi setu, eru altíð í uppskoti uttan so, at teir 5 dagar fyri landsfundin skrivliga boða starvsnevndini frá, at teir ikki ynskja at vera í uppskoti.


§ 10. Reglur fyri atkvøðugreiðslu

Við atkvøðugreiðslur ræður reglan um reinan meiriluta (ein atkvøða yvir helmingin av teimum avgreiddu atkvøðunum). Blankar atkvøður verða at meta sum greiddar atkvøður.

Við tey val sum eru nevnd í § 4 pkt. 5 er galdandi, at fær eitt valevni ikki reinan meiriluta, verður eitt annað valumfar har tann, sum fær flestar atkvøður er valdur. Stendur á jøvnum verður lutakast.

Við atkvøðugreiðslur, har fleiri valevni skulu setast upp, kann prioriteringshátturin ella aðrir atkvøðuhættir verða nýttir.

Atkvøðast kann ikki við fulltrú.

§ 11. Skrivlig atkvøðugreiðsla

Øll nevndarval og valevnisval skulu vera eftir skrivligum uppskoti og skulu, um fleiri eru skotin upp, enn veljast skulu, fara fram við skrivligari atkvøðugreiðslu.

Øll onnur val skulu fara fram við skrivligari atkvøðugreiðslu, tá ið ein fimtapartur av teimum møttu, ið atkvøðurætt hava, ynskja tað, ella um fundarstjórin avger tað.

§ 12. Útihýsing

Nevndin í einum felag kann sýta fyri at taka upp limir ella útihýsa limum, ið arbeiða ímóti endamáli felagsins. Limir, ið verða útihýstir, hava rætt til at fáa skotið avgerð nevndarinnar inn fyri aðalfundin. Í serligum førum kann ein útihýsing leggjast fyri Landsnevnd Sambandsfloksins.

§ 13. Treytir fyri val og uppstilling

Øll, ið vald verða til álitisfólk í flokkinum, eiga at vera limir í einum veljarafelag ella Ungmannafelag Sambandsfloksins.

Eingin kann, uttan at vera limur í veljarafelag Sambandsfloksins í tí valdømi, har viðkomandi býr, verða stillaður upp sum valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsval, kommunuval ella fólkatingsval.

Hesar viðtøkur koma í gyldi eftir regluliga landsfundin ár 2006.


Landsfelag Sambandsfloksins

Soleiðis samtykt á Landsfundi í Havn hin 15. mars 2014