Reglugerð fyri Starvsnevnd Sambandsfloksins

 

Vísandi til § 7 í viðtøkunum fyri Landsfelag Sambandsfloksins fer Landsnevndin at áseta hesar reglur fyri Starvsnevndina og virki hennara - starvsskipan:
 

§ 1. Skipan av Starvsnevndini

   Stk.1. Landsnevndin setir eina Starvsnevnd við 3 limum, harav 1 eftir uppskoti frá Lands­­nevndini fyri Ungmannafelagið Samband. Hesi 3 saman við formanni Lands­felag Sambands­floksins, næstformanni Landsfelag Sambandsfloksins og floks­skriv­aranum, viðgera og samskipa daglig mál ímillum landsnevndarfundirnar.
   Stk 2. Starvstíðin hjá hesum 3 limum er eitt ár, og verða teir valdir á fyrsta lands­nevndar­fundi eftir, at Landsfundurin hevur verið. Hesir 3 starvsnevndarlimir eru altíð í uppskoti, um teir ikki hava boðað Starvsnevndini frá, at teir ikki ynskja at vera í uppskoti.
   Stk. 3. Starvsnevndin kann seta arbeiðsbólkar at viðgera serstøk mál og verkætlanir – valskrá o.a. Starvsnevndin kann eisini heinta sær serkøna hjálp, men áðrenn bindandi avtalur verða gjørdar skal kostn­aður o.a. góð­kenn­ast í Landsnevndini.
   Stk. 4. Starvsnevndin skipar seg sjálv við formanni.
   Stk. 5. Eftir § 6 punkt 8. í viðtøkunum fyri Landsfelagið sita limirnir í Starvsnevndini í Landsnevndini.
 

§ 2. Uppgávur hjá Starvsnevndini

Starvsnevndin røkir eina hjálpifunktión við beinleiðis tilvísing til Landsnevndina og tekur sær av hesum høvuðs­upp­gávum:

   Stk. 1. Fyrireika, viðgera og samskipa mál til støðutakan í Landsnevndini – fundarskrá, frá­greið­ingar, framløgur, tilmæli, ummæli o.a.
   Stk. 2. Avgreiða mál, sum Landsnevndin tekur avgerð um.
   Stk. 3. Fyrireika størri mál og verkætlanir (valskrá o.a.) og tiltøk (Landsfund o.a.) til støðutakan í Lands­nevndini.
   Stk. 4. Til tess at kunna røkja hesar uppgávur fær Starvsnevndin umsitingarliga hjálp frá floks­skrivaranum.
   Stk. 5. Starvsnevndin tekur ímóti uppskotum um val av formanni og øðrum álitisstørvum í Landsfelagnum og skulu hesi uppskot vera nevndini í hendi 5 dagar fyri Landsfundin.
 

§ 3. Nevndarfundir og uppmøting

   Stk. 1. Floksskrivarin fyrireikar og innkallar til starvsnevndarfundir saman við formanninum í Starvs­nevndini.
   Stk. 2. Vanligir nevndarfundir verða hildnir minst 6 ferðir um árið og annars eftir tørvi. Á sein­asta fundi í hvørjum hálvári verða fundirnir í komandi hálvári avtalaðir.
   Stk. 3. Floksformaðurin, formaðurin í Starvsnevndini ella í minsta lagi tveir nevndarlimir kunnu biðja um eyka nevndarfund.
   Stk. 4. Kann nevndarlimur ikki møta, verður hann, í góðari tíð áðrenn fundurin byrjar, at siga frá á skrivstovu floksins. Í fundarfrágreiðingini verður skrivað, hvørjir limir eru møttir, og hvørjir ikki eru møttir. Gevur nevndarlimur ikki avboð verður hetta viðmerkt. Eisini verður skrivað í fundar­frá­greiðingina, um limur møtir ov seint ella fer, áðrenn fundurin er liðugur.

 

§ 4. Fundarboð og fundarskrá

   Stk 1. Starvsnevndarformaðurin boðar til fundar. Formaðurin ger fundarskránna saman við floksskrivaranum. Floksskrivarin syrgir fyri, at fundarskráin verður send nevndarlimum saman við teimum neyðugu skjølunum ella tilfarinum - so vítt gjørligt í seinasta lagi 7 dagar, áðrenn fundurin verður hildin.
   Stk. 2. Floksskrivarin luttekur á øllum fundum.
   Stk. 3. Kassameistarin skal altíð hava fundarboð.
   Stk. 4. Mál, sum ynskjast at verða tikin á fundarskránna, verða latin formanninum í góðari tíð, áðrenn fundurin verður hildin. Verða uppskot sett fram av í minsta lagi 2 nevndarlimum í seinasta lagi 8 dagar fyri fund­in, skal formaðurin seta málið á fundar­skránna.  
   Stk 5. Starvsnevndarformaðurin stýrir fundinum og tulkar reglugerðina. Um 2 limir krevja, at tulking formansins av reglugerðini verður sett undir atkvøðu, verður hetta gjørt.
   Stk. 6. Málini á skránni verða viðgjørd í teirri røð, tey standa á skránni. Formaðurin kann víkja frá hesi reglu, um umstøður tala fyri hesum.  
   Stk. 7. Fundarskráin skal í minsta lagi fevna um hesi mál:
 

   1. Góðkenning av seinastu fundarfrágreiðing
   2. Góðkenning av fundarskrá
   3. Mál til kunningar – fíggjarviðurskifti o.a.
   4. Mál til viðgerðar og støðutakan
   5. Ymiskt
 

   Stk. 8. Starvsnevndin er viðtøkufør, tá ið allir 3 limirnir eru á fundi. Avgerðir um tær uppgávur, sum nevndar eru § 2, stk. 1 og 3 verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta. 
   Stk. 9. Tó hava floksskrivarin og kassameistarin ikki atkvøðurætt.
   Stk. 10. Samtyktir kunnu einans gerast í málum, ið standa sum sjálvstøðug mál á tí útsendu skránni. Um neyðugt má ein nýggjur fundur avtalast og fyrireikast um onnur týðandi mál ella evni koma fram á einum fundi.
  

§ 5. Fundarfrágreiðing

   Stk. 1. Floksskrivarin skrivar fundarfrágreiðing.
   Stk. 2. Nevndarsamtyktirnar verða skrivaðar í eina fundarfrágreiðing – ein avgerðar­frágreið­ing (beslutningsreferat). 
   Stk. 3. Nevndarlimirnir, sum við atkvøðu eru í minniluta, kunnu stutt fáa áskoðan sína skrivað í fundarfrá­greiðingina. Hesin kann eisini senda eitt skriv við málinum, sum grundgevur hansara sjónarmið ella støðu.  
   Stk. 4. Frágreiðingin skal innihalda upplýsingar um avgerðir undir teimum einstøku málunum á skránni, og úrslitið av eini møguligari atkvøðugreiðslu, og hvussu teir einstøku limirnir hava atkvøtt. 
   Stk. 5. Fundarfrágreiðing frá nevndarfundi verður send nevndarlimunum við telduposti seinast 7 dagar eftir fundin. Eru ongar viðmerkingar til fundarfrágreiðingina, tá ið 2 vikur eru farnar eftir fundin, verður hon send 2. ferð. Frágreiðingarnar verða góðkendar á næsta nevndarfundi.  


Góðkend á landsnevndarfundi tann 8. juni 2012

Kaj Leo Holm Johannesen, floksformaður                          Johan Dahl, næstformaður