Reglugerð um stuðul til flokkarnar á tingi og um løn til floksskrivarar

 

Reglugerð um stuðul til flokkarnar á tingi og um løn til floksskrivarar

 

Samtykt á formansskapsfundi 25. januar 2000 og broytt 1. mars 2000, 13. mars og 19. november 2008, 18. februar 2016 og 31. januar 2017.

 

Til tess at betra um møguleikarnar hjá flokkunum á tingi at fremja arbeiði teirra í tinginum, herundir at seta floksskrivarar til tingbólkarnar, hevur formansskapur Løgtingsins við støði í játtan á fíggjarløgtingslógini við gildi frá 1. januar 2000 gjørt av at veita flokkunum stuðul til endamálið eftir hesum reglum:

 

§ 1. Hvør flokkur hevur rætt til árliga grundupphædd, sum er kr. 100.000,-.

Stk. 2. Harumframt hevur hvør flokkur rætt til kr. 50.000,- árliga fyri hvønn tingmann meira enn ein.

Stk. 3. Í sambandi við umrøðuna av fíggjarætlan Løgtingsins eftir § 84 í tingskipanini mælir formansskapur Løgtingsins til, hvussu stuðulin eftir stk. 1 og 2 verður javnaður. Tilmæli verður gjørt við grundarlagi í lønar- og prísvøkstrinum í undanfarna ári.

 

§ 1a. Hvør einstakur tingmaður hevur harumframt rætt til eina árliga upphædd at ráða yvir. Tingmaðurin ger sjálvur av, hvørt hann fult ella lutvíst ynskir at nýta hendan stuðul til sín sjálvs, ella letur stuðulin til flokkin at ráða yvir sambært § 1. Fráboðan um møguliga flytan at stuðuli til flokkin skal vera latin umsiting tingsins innan 1. oktober.

Stk. 2. Upphæddin sambært stk. 1 kann nýtast til keyp av tænastum, fakligari hjálp ella til rindan av ráðstevnum og ferðum hjá tingmanninum sjálvum, ið hava týdning fyri virksemið sum tingmaður.

 

§ 2. Við flokk á tingi skilst flokkur, sum eftir § 15 í vallógini fekk umboð á Løgtingi á seinasta løgtingsvali. Við tingmann eftir § 1a er at skilja tingmaður, sum er valdur á ting ella tekur sæti fyri tingmann, sum gerst landsstýrismaður ella leggur tingsessin frá sær av aðrari orsøk.

Stk. 2. Tingmenn, sum ikki hoyra til flokk, sum lýkur krøvini í stk. 1, fáa bert stuðul eftir § 1, stk. 2 og § 1a.

Stk. 3. Broytingar í stuðlinum vegna broyting í talinum av tingmonnum í tingbólkinum fáa gildi frá 1. í mánaðinum eftir.

 

§ 3. Stuðulin verður umsitin av skrivstovu Løgtingsins.

Stk. 2. Stuðul eftir § 1 verður latin eftir, at skrivliga er boðað umsiting Løgtingsins frá, hvør tingmaður í bólkinum hevur ábyrgdina av, at stuðulin verður umsitin sambært reglunum.

Stk. 3. Hvør einstakur tingmaður hevur ábyrgdina av, at stuðul eftir § 1a verður umsitin sambært reglunum, og váttar einstøku rokningarnar samsvarandi ásetingini í § 5, stk. 2.

 

§ 4. Í minsta lagi helvtin av stuðlinum eftir § 1 skal nýtast til skrivara/r.

Stk. 2. Upphæddin eftir stk. 1 skal umframt løn eisini fevna um fríðtíðarløn, arbeiðsmarknaðargjøld v.m.

Stk. 3. Tá flokkurin hevur sett skrivara, boðar tann, sum hevur ábyrgdina eftir § 3, stk. 2, umsitingini frá, hvør settur er, hvat lønin er mánaðarliga, og hvat arbeiðstíðin er sett til. Umsitingin avgreiðir síðan lønarboð til Gjaldstovuna.

 

§ 5. Stuðulin eftir § 1 verður brúktur til raksturin av floksskrivstovuni.

Stk. 2. Allar rokningar skulu umleið 20. í hvørjum mánaði latast umsiting Løgtingsins, váttaðar av tí, sum hevur ábyrgdina eftir § 3, stk. 2, ella tí, hesin hevur tilnevnt. Skrivstovan avgreiðir síðan rokningarnar. Hvør tingbólkur fær hvønn mánað yvirlit yvir nýtslu av stuðlinum seinasta mánaðin og nýtslu í árinum.

Stk. 3. Um tingbólkurin í einum fíggjarári hevur brúkt meira enn tillutaða stuðulin, verður meirnýtslan drigin frá í stuðlinum fyri næsta fíggjarár.

 

§ 6. Stuðulin skal nýtast samsvarandi endamálsgreinini, og verður í hesum sambandi gjørt vart við:

a) Útreiðslur, sum mugu metast at skula gjaldast sambært lóg um politiska upplýsing, ella eru fevndar av lóg um samsýning løgtingsmanna, kunnu ikki gjaldast sambært hesi reglugerð.

b) Vanligar umsitingarreglur, sum eru galdandi fyri útgjald úr landskassanum, eru eisini galdandi fyri útgjald sambært hesi reglugerð.

c) Reglurnar um tímapening og ferða- og dagpening innan tað almenna eru galdandi í sambandi við ferðir hjá skrivara.

d) Í sambandi við keyp av útgerð, skal tað, sum keypt verður, gjaldast og veitast í sama ári, sum tað er keypt. Leiga og leasing av útgerð er ikki loyvd.

e) Løgtingsmenn, hjúnafelagar og børn hjá løgtingsmonnum kunnu ikki virka sum skrivarar ella lønt serkøn hjálp

f) Yvirlit skal gerast yvir alla útgerð í flokshølunum. Um útgerð verður flutt úr hølum floksins, skal skrásetast, hvør hevur lánt, og hvar hon er.

 

§ 7. Roknskapurin verður grannskoðaður av grannskoðara tingsins.

 

§ 8. Um løgtingsval ella annað førir við sær, at stuðulsmóttakari ikki longur er umboðaður á tingi, verður stuðul til skrivara veittur í eitt tíðarskeið, sum samsvarar við uppsagnarfreistina í starvsmannalógini. Síðan skal ábyrgdarhavarin eftir § 3, stk. 2 gera upp, hvat nýtt er og, innan ein mánaði er farin frá løgtingsvalinum, lata aftur útgerð, sum er lánt.

 

Vegleiðandi reglur um løn til floksskrivarar

Lønin til skrivarar verður ásett við grundarlagi í útbúgving, royndum og arbeiðstíð hjá skrivaranum.

1. Hevur skrivarin hægri útbúgving (akademikari), kann viðkomandi verða løntur á hædd við lønina hjá alment settum akademikarum.

2. Fólk við millumútbúgvingum, t.d. lærari, merkonomur, verða lønt við eini mánaðarløn, sum liggur millum 19.000,- og 24.000 fyri fult starv.

3. Fólk við skrivstovuútbúgving ella samsvarandi verða lønt við millum kr. 15.000,- og 21.000,- um mánaðin fyri fult starv.

4. Fólk uttan formliga útbúgving verða lønt í mun til starvsroyndir, tó í mesta lagi við kr. 17.500,- um mánaðin

 

Lønin verður í hvørjum einstøkum bólki ásett í mun til útbúgving og starvsroyndir. Treyt fyri at fáa løn í bólki 1 ella 2 er, at arbeiðsuppgávurnar eru soleiðis háttaðar, at viðkomandi útbúgving krevst fyri at kunna røkja starvið. Tá lønin verður ásett, eigur somuleiðis at verða tikin hædd fyri møguligari meirarbeiðsskyldu og arbeiði ólagaligar arbeiðstíðir.

 

Flokkarnir avgera sjálvir lønirnar innan fyri omanfyrinevndu karmar, tó verður heitt á flokkarnar at ráðføra seg við umsitingina, soleiðis at lønin av umsitingarligum orsøkum kann fáast at samsvara við lønarflokk, sum er skrásettur á Gjaldstovuni.

 

Á Løgtingi 1. februar 2017

 

Páll á Reynatúgvu

formaður

/

Johnhard Klettheyggj

stjóri