Samgonguavtala frá 14. september 2015

Samhaldsfesti, sjálvbjargni og frælsi


Samgonguskjal millum

Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn

Vit staðfesta, at Føroyar eru millum ríkastu tjóðir í heiminum við ovurstórum náttúruríkidømi, ríkari mentan, skapandi og dugnaligum fólki og framtakshugaðum vinnulívi. Vit hava allar fortreytir fyri at skapa eitt sjálvbjargið samfelag við ríkum møguleikum, sterkum felagsskapi og javnbjóðis rættindum fyri okkum øll.

Aðalmálið er, at valdið og virðini skulu út til fólkið. Vit skulu skapa einar sterkar, samhaldsfastar og sjálvbjargnar Føroyar. Vit vilja menna eitt tíðarhóskandi vælferðarsamfelag fyri alt fólkið í Føroyum, sum kann kappast við grannalondini um at draga fólk og virksemi til sín.

Búskapurin er vaksin seinastu árini, ríkir møguleikar eru fyri framburði, og fólkatalið er vaksið. Tó staðfesta vit, at virðini eru savnað á alsamt færri hondum, ójavnin er vaksin, skuldin er økt, aldurssamansetingin er framvegis ein avbjóðing, og búskaparliga haldførið er versnað. Gongdin fram ímóti einum sjálvberandi búskapi er steðgað, og ríkisveitingin er hækkað.

Skilvísur búskaparpolitikkur skal leggja trygga grund undir ein sjálvbjargnan og haldføran búskap. Javnari býti av ríkidøminum skal tryggja, at virðini í størri mun koma í umfar og harvið skapa størri vøkstur og trivnað. Nýskipanir skulu menna einar vælvirkandi Føroyar við fleiri møguleikum, framburði og dyggari áliti og javnrættindum fyri allar borgarar.

Skeiva aldurs- og kynsbýtið er millum størstu avbjóðingar landsins. Samgongan fer at møta hesum við einum málsøknum vinnupolitikki, ið kann skapa arbeiðspláss, og við íløgum í útbúgving og betri lestrarumstøður, so ungdómur og barnafamiljur kunnu støðast, virka og trívast í Føroyum. Fleiri mentanartilboð, betri bústaðarmøguleikar og góð livikor annars skulu fjálga og fjølga um fólkið. Serstøk átøk skulu setast í verk í mun til kvinnuundirskotið og integratiónina av útlendingum.

Ein nýggj stjórnarskipan skal staðfesta, at Føroya fólk hevur valdið í Føroyum. Lógin skal áseta og útgreina sjálvsavgerðarrættin og fólkaræðisliga stýrislagið hjá Føroya fólki. Hon kemur til fólkaatkvøðu í seinasta lagi í 2017.

Spekulasjón við privatum keypi og sølu av fiskirættindum verður steðgað, og øll fyrisitingin av lógini um vinnuligum fiskiskap eftirmett. Ein grundleggjandi nýskipan av fiskivinnuni verður millum høvuðsmálini hjá samgonguni. Ein breitt samansettur arbeiðsbólkur við fakligum førleikum og vinnuligum royndum verður alt fyri eitt settur at gera tilmæli til politisku skipanina um nýskipan í fiskivinnuni frá 1. januar 2018. Meginreglan er, at vinnan skal virka eftir marknaðartreytum.

Ein nýhugsandi vinnupolitikkur skal skapa størri fjølbroytni, fleiri størv og hægri inntøkur. Kjarnan í vinnupolitikkinum verður, at okkara fjølbroytta tilfeingi verður gagnnýtt, at fleiri vørur og tænastur verða framleiddar, og at føroyskar loysnir og førleikar støðugt verða ment. Eitt serstakt mál er at talgilda Føroyar og geva føroysku KT-vinnuni nýtt grundarlag við millum annað at tryggja, at tær grundleggjandi KT-skipanirnar verða goymdar og viðgjørdar í Føroyum.

Uttanríkistænastan verður útbygd. Útflutningspolitikkur verður orðaður. Arbeitt verður miðvíst fyri betri handilssambandi við onnur lond og møguleikum fyri at taka lut í altjóða sambondum og felagsskapum.

Sum partur í einum sínamillum tengdum heimi hava Føroyar eisini ábyrgd í mun til tær ovurhonds stóru avbjóðingarnar við flóttafólki og neyðstøddum kring heimin - og á henda hátt av at royna at skapa eitt tryggari heimssamfelag.

Alment og privat eru fortreytir fyri hvørjum øðrum. Stuðlast skal undir privat framtakssemi, íverkseting og nýmenning. Tað privata skal innan ávís øki kunna bjóða seg fram at loysa nakrar tænastur hjá tí almenna í tann mun, tað er bíligari og betri. Ein eigarapolitikkur skal orðast fyri almennar fyritøkur, grunnar o.a., sum eisini skal lýsa, um ávísar almennar fyritøkur, hvørs uppgávur eru vinnuligar heldur enn almennar, kunnu verða einskildar.

Góður skúlaskapur og lívslong læra eru grundin undir einum framkomnum samfelag. Útbúgving og gransking verða tí millum fremstu mál samgongunnar. Førleikarnir at taka lut í fólkaræðinum eiga at verða styrktir frá barnsbeini gjøgnum skúla og útbúgving.

Mentan og list skapa okkum sum menniskju og samfelag, og kreativitetur er ein grundleggjandi framdráttarmegi. Mentanarpolitikkur skal tí setast høgt í politiska arbeiðinum.

Eitt gott og útbygt samferðslukervi – innanoyggja og til umheimin – er avgerandi fyri trivnað og møguleikar hjá fólki og vinnu. Tí verða íløgur støðugt gjørdar og átøk framd til tess at geva fólki javnsettar møguleikar kring landið.

Umhvørvis- og náttúruvernd skulu uppraðfestast til gagns fyri verandi og komandi ættarlið. Ferð skal av álvara setast á at leggja orkunýtsluna um, so vit gerast sjálvveitandi við grønari orku.

Øllum borgarum skulu tryggjast javnrættindi. Hvør einstakur skal eiga møguleikan at smíða sær eitt eydnuríkt lív eftir egnum huga og evnum og at taka lut og ábyrgd í samfelagnum. Hetta tryggjar sosialt og mentanarligt fjølbroytni, sum gevur trivnað og skapanarhug.

Í sonevndum etiskum málum stendur hvørjum einstøkum tingfólki frítt at atkvøða eftir egnari sannføring.

Í øllum arbeiði vilja vit skapa álit á politisku skipanina. Øll mál skulu viðgerast í opinleika, og fólk, sum vara av, serfrøði og fakfólk verða hoyrd og vird. Somuleiðis skal rættartrygdin styrkjast og verjast eins og rætturin hjá borgaranum til innlit og gjøgnumskygni.

Øll átøk, sum samgongan fremur, eru treytað av fíggjarstøðu landsins og búskaparligum skilvísi. Samgongan vil í øllum nýskipanum leggja dent á at finna breiðar semjur og at byggja avgerðirnar á fakligt og fólkaræðisligt grundarlag.

HØVUÐSMÁL, SUM VIT FARA UNDIR AT LOYSA ALT FYRI EITT

Vit ásanna, at stór og átrokandi mál skulu loysast í føroyska samfelagnum. Tí fara vit alt fyri eitt undir hesar høvuðsavbjóðingar:

- At seta í verk eina nýskipan av fiskivinnuni.
- At fremja broytingar í skattapolitikkinum, so lág- og miðallønt fáa ein skattalætta.
- At geva fólkinum høvi at samtykkja sína egnu stjórnarskipan á fólkaatkvøðu, at fastfrysta ríkisveitingina og taka mál á føroyskar hendur.
- At taka avbjóðingina við aldurs- og kynssamansetingini í álvara við íløgum í ungdóm, útbúgving, mentan og barnafamiljur.
- At tryggja langtíðarhaldføran búskap við m.a. búskapargrunni og konjunkturjavnandi fíggjarpolitikki.
- At seta í verk menningarætlan fyri heilsuverkið, sum tryggjar viðgerðir og tænastur á nútímans støði.
- At gera nýggja pensjónsskipan, sum skal tryggja øllum góða pensjón og samstundis rætta teir ójavnar og haldføristrupulleikar, sum komu í við forskattingini av pensjónum.
- At gera íløgur í grøna orku, so Føroyar kunnu gerast sjálvveitandi við varandi orku.

Nýskipan í fiskivinnuni

Vit vilja fremja eina grundleggjandi nýskipan í fiskivinnupolitikkinum, sum verður sett í verk frá 1. januar 2018. Nýskipanin skal byggja á hesar aðalreglur:

· Allur fiskiskapur skal vera lívfrøðiliga, búskaparliga og samfelagsliga burðardyggur.
· Livandi fiskiríkidømið í føroyskum sjógvi og tað, sum Føroyar hava samráðst seg til í avtalum við onnur lond, skal framhaldandi vera fólksins ogn og kann ikki gerast ogn hjá privatum feløgum ella einstaklingum ella fara á útlendskar hendur.
· Fiskirættindi skulu vera á føroyskum hondum.
· Farast skal frá privatari sølu av loyvum og fiskirættindum.
· Farast skal frá politiskari útluting av fiskirættindum til eina marknaðargrundaða skipan.
· Veiddur fiskur skal vera atkomiligur hjá virkjum á landi at bjóða uppá.
· Veiðan og alt av fiskinum eigur at verða fingið til lands og í størstan mun virðisøkt í Føroyum.
· Bert feløg, sum hava føroyskar eigarar, eru skrásett í Føroyum, rinda skatt í Føroyum og sum rinda manningini hýru sambært føroyskum sáttmála, kunnu bjóða seg fram í føroyskari fiskiveiði.
· Serlig skipan kann gerast fyri útróðrarflotan.

Til tess at fremja hesa nýskipan í verki, setur landsstýrisfólkið beinanvegin ein breitt samansettan arbeiðsbólk við fakligum førleikum og vinnuligum royndum, ið skal gera tilmæli til politisku skipanina, sum byggir á omanfyrinevndu aðalreglur. Í arbeiðinum skal bólkurin regluliga hoyra allar partar í vinnuni.

Í tilmælinum skal ítøkiligt uppskot gerast til, hvussu broytingarnar frá verandi skipan til nýggju skipanina skulu fara fram í eini skiftistíð. Somuleiðis skulu atlit takast til, at støðan hjá ymsu pørtunum av flotanum er ymisk, og at verandi aktørar á ein skynsaman hátt kunnu laga seg til broyttu treytirnar. Tá ið tilmælið fyriliggur, vera politiskar samráðingar millum allar flokkar á tingi um at gera eina varandi semju um fiskivinnuna. Lógaruppskotið verður lagt fyri Løgtingið í seinasta lagi á ólavsøku 2016.

Fyri at lætta um trýstið á botnfiskastovnarnar undir Føroyum verður beinanvegin miðað eftir, at vit í býtisavtalum við grannalondini kunnu økja um botnfiskakvoturnar fyri heimaflotan í fremmandum sjógvi.

Stjórnarskipan og mál á føroyskar hendur

Ein nýggj stjórnarskipan skal staðfesta, at Føroya fólk hevur valdið í Føroyum. Lógin skal staðfesta og útgreina sjálvsavgerðarrætt Føroya fólks, herundir at allur rættur at avgera framtíðar ríkisrættarstøðu Føroya er hjá Føroya fólki. Eisini skal stjórnarskipanin áseta Føroya fólkaræðisliga stýrislag eins og rættindi og skyldur borgaranna, tá ið tað snýr seg um javnrættindi, persónligt frælsi, rætt til menning, sosiala trygd, rættartrygd, arbeiði og vinnu og rætt til innløgu og gagnnýtslu av felags tilfeingi. Lógin kemur til fólkaatkvøðu í seinasta lagi í 2017.

Hesi mál verða tikin á føroyskar hendur í hesum valskeiðnum:

· Útlendingamál
· Loftrúmið
· Persóns-, familju og arvarættur

Lætti til lág- og miðallønt

Fíggjarligir lættar verða veittir lág- og miðalløntum, herundir pensjónistum og lesandi. Hetta skal fáa størri part av ríkidømi landsins út í peningarenslið og á tann hátt styrkja búskapin og at gera tað liviligari hjá øllum. Skattagrundarlagið verður breiðkað, so trýstið á lønarinntøkuna minkar.

Barnafamiljur, ið liva undir fátækramarkinum, skulu hava bráðfeingis lætta. Kringvarpsgjaldið verður endurskoðað, barnastuðul verður latin børnum undir skúlaaldri, og lestrarstuðulin verður hækkaður.

Nýskipanir innan almannaøkið skulu tryggja øllum borgarum góða tænastu, rættartrygd og møguleikar at liva og virka í Føroyum, og málið er, at eingin skal liva undir fátækramarkinum. Ein bøttur íbúðarmarknaður og átøk fyri at lækka kostnaðarstøðið skulu gera tað lættari hjá fólki at fáa endarnar at røkka saman.

Fólkatal- og samanseting

Aldurs- og kynssamansetingin er fremsta avbjóðingin, so samgongan fer alt fyri eitt undir at fremja átøk á hesum øki, millum annað við støði í heildarætlanini “Fólkaflyting og fólkavøkstur”. Hetta ber í sær íløgur í útbúgving og gransking, vinnumøguleikar, lestraríbúðir og fjølbroytt mentanartilboð, so Føroyar gerast lokkandi hjá ungdómi. Hartil skal barsilsskipanin gerast liðiligari og barnsburðarfarloyvið leingjast.

Lagt verður fyri við at gera ætlan um, hvussu vit byggja og menna Fróðskaparsetrið, lestrarbý við tilhoyrandi bústøðum, granskingarkarmar og mentanar- og frítíðartilboð til ung lesandi. Eisini skulu korini hjá lesandi og støkum uppihaldarum bøtast munandi, so hesi kunnu liva og virka í Føroyum.

Haldførur og sjálvberandi búskapur

Eitt av høvuðsmálunum hjá samgonguni er at tryggja haldførið í búskapinum og at vísa fíggjarliga ábyrgd. Tí skal fígging vera til øll átøk.

Ríkidømi landsins er savnað á ov fáum hondum og fer í stóran mun av landinum. Hetta skal broytast, so tað kemur landi og fólki til góðar. Soleiðis økist eftirspurningurin eftir vørum og tænastum, og tað hevur við sær inntøkur og vøkstur. Fleiri fáa fíggjarliga orku at seta vinnuligt virksemi í gongd, so vit fáa størri dynamikk og menningarmøguleikar í vinnuni.

Ríkisveitingin verður fastfryst beinanvegin. Búskapargrunnurin verður fingin at virka sum barlast til tess at tryggja ein haldføran og sjálvberandi búskap, ið styrkir samhaldsfesti millum ættarlið. Í Búskapargrunnin verða settar eingangsinntøkur, serinntøkur og ein partur av inntøkuvøkstrinum hjá landskassanum, tá ið hallið er vent til avlop. Hetta kann eisini seinni nýtast til at niðurlaða ríksiveitingina.

Búskaparpolitikkurin skal javna sveiggini í búskapinum og stimbra ein sjálvbjargnan og langtíðarhaldføran búskap.

Pensjónsnýskipan

Arbeiðið í pensjónsbólkinum heldur fram. Pensjónsnýskipanin skal vera búskaparliga haldfør og lutvíst samhaldsføst, og hon skal tryggja, at peningarenslið í størri mun er í føroyska samfelagnum. Meginreglan er, at øll í Føroyum hava rætt til jøvn og virðilig kor á ellisárum. Skipanin skal eggja fólki at arbeiða eftir pensjónsaldur, um tey hava hug og møguleika til tess. Harumframt skal pensjónsnýskipanin leggja upp fyri, at vit gerast fleiri eldri, og hon skal rætta avleiðingarnar av, at farið varð undir at forskatta pensjónirnar. Uppskot um pensjónsnýskipan verður lagt fyri Løgtingið í seinasta lagi á heysti 2016.

Menningarætlan fyri Heilsuverkið

Allir borgarar skulu hava javnbjóðis atgongd til heilsutænastur. Fyri at geva landsins borgarum eina trygga og samanhangandi heilsuskipan verður ein neyv lýsing gjørd av, hvat heilsuverkið er, hvat tað skal fevna um, og hvussu tað skal skipast.

Arbeiðið við ”Visjón og menningarætlan fyri Sjúkrahúsverk Føroya”, sum eitt samt løgting tók undir við í mai 2015, verður sett í verk. Hetta arbeiðið skal byggja á faklig tilmæli frá øllum avvarðandi pørtum í sjúkrahúsverkinum. Farið verður somuleiðis undir at menna samlaða heilsuverkið, eitt nú økispsykiatri, Gigni, heilsudeplar, endurvenjingina, kommunulæknatænastuna og Fólkaheilsuráðið.

Sjúkrahúsverkið má dagførast fíggjarliga, og arbeitt verður miðvíst fyri at tryggja tilgongd av serlæknum og øðrum heilsustarvsfólki.

Ferð á grøna orku

Ein miðvís ætlan fyri útbygging, umlegging, framleiðslu og nýtslu av varandi orkukeldum verður raðfest. Í minst lagi helvtin av øllum sethúsum og bygningum skulu innanfyri 10 ár hitast við grønari orku. Í 2030 skal øll elorka á landi koma frá varandi orku. Fyri at gagnnýta elorkuna í yvirskoti og geva rúm fyri størri útbyggingum skal eggjast til grøna orkunýtslu hjá húsarhaldum, í flutningi og í vinnu. Verandi stuðuls- og avgjaldsskipanir skulu umleggjast til tess at røkka málunum.

Allir almennir nýbygningar skulu hitast við grønari orku, og ætlan fyri orkusparing og – umlegging gerast fyri eldri bygningar. Vinnumenning og útbúgvingar innan grøna tøkni og orku skulu stimbrast.

---

Samgongan setir sær sum mál at menna samfelagið á øllum økjum. Hesi mál er nágreiniligari lýst í fylgiskjalinum “Mál at fremja”.


Tórshavn 14. september 2015


Aksel V. Johannesen                      Høgni Hoydal                      Poul Michelsen

Javnaðarflokkurin                             Tjóðveldi                           Framsókn



 
Mál at fremja

Fylgiskjal
til samgonguskjalið millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn
14.september 2015

 
Langtíðarhaldførurbúskapurog fíggjarpolitikkur
Ein ábyrgdarfullur og konjukturjavnandi politikkur skal - við hjálp frá m.a. Landsbankanum, Búskapargrunninum, Arbeiðsloysisskipanini, Samhaldsfasta og nýggjari pensjónsskipan - javna sveiggini í búskapinum. Langtíðarætlan skal gerast fyri bæði rakstur og íløgur landsins.

Landsbanki Føroya verður endurskipaður við væl lýstum uppgávum.

Komandi inntøkuvøkstur landsins verðurfyri ein partsettur í Búskapargrunnin, tá ið hallið er vent til avlop. Sett verða í grunnin 20 prosent av árliga avlopinum upp til 200 milliónir krónur og 50 prosent av tí, sum er omanfyri 200 milliónir krónur.

Ríkisveitingin verður fyrst fastfryst og seinni minkað.

Ein nýmennandi vinnupolitikkur
Samfelagið skal skipast eftir føroyskum fortreytum heldur enn,at vit í blindumkopiera útlendskar loysnir, eitt nú innan stýring og skipan av tí almenna.

Føroyskar loysnir og føroyskir førleikar verða nýtt í útbygging og menning av samfelagnum og hugsað inn í alt lógar-og reglusmíð. Álit skal havast fram um eftirlit.

Vinnur skuluhava javnbjóðis kappingartreytir – bæði innanhýsis og mótvegis umheiminum. Vinnan skal virka undir skipaðum kørmum,og meira avvirðisøking skal fáast burturúr tilfeinginum.

Orðaður verður ein útflutningspolitikkur, sum m.a. eyðmerkir trupulleikar, sum vinnan hevur íkappingini við útlendska vinnu – eitt nú í mun til fígging, flutning, atgongd til arbeiðsmegi o.a. Eisini skal politikkurin vísa á, hvørji lond ella heimspartar vit skulu leggja høvuðsdentin á.

Íverksetan. Kreativarog nýggjar vinnur
Tað skal vera lættari og smidligari at stovna egið virki. Vinnuframaskipanir skulu styrkjastogkarmarnir professionaliserast,og vit skulu bøta um atgongd til váðafúsan kapital.

Almennu Føroyar eiga atleggja seg eftir at brúka tær loysnir, sum føroyskir íverksetarar menna. Miðast skal eftir at seta á stovn eittaltjóða útbúgvingartilboð innan kreativar vinnur.

Ein framtíðar filmsvinna skal raðfestastvið filmsgrunni og filmshúsi, eins og aðrar kreativar vinnur sum sniðgeving, ullavirking, telduspøl, tónleikur o.a.

Føroyar skulu mennast og marknaðarførast sum maritimur tænastudepil og shippingland. Góða gongdin í føroysku frálandsvinnuni og – tænastunum skal stimbrast,og vit skulu arbeiða miðvíst fyri atøkja um altjóða áhugan fyri oljuleiting undir Føroyar.

Vinnugransking skal uppraðfestast, og vinnan skal eggjast til at vera við til at gjalda eftir ´krónu fyri krónu´-leistinum. Ein sameiningmillum Fróðskaparsetrið, granskingarumhvørviðog vinnuna skal mennast.

Alivinnan
Alivinnan skal virka undir skipaðum viðurskiftum, so hon trygt kann gera íløgur í framtíðina. Gransking og útbúgving innan aling skulu styrkjast.

Avgerandi er at tryggja alivinnuna gjøgnum krøv um lívfrøðiliga burðardygd og váðaspjaðing. Møguleikarnir at ala nýggj fiska- og djórasløg, tara o.a. skulu útgreinast. Rakstrarkunngerðin fyri alivinnuna skal endurskoðastfyri at styrkja fyribyrging av sjúku, eitt nú laksalús.

Tryggjast skal, at ræðisrætturin á alifirðunum er á føroyskum hondum, og atlit skal takast til útjaðaran.

Alivinnan skal rinda eitt tøkugjald fyri leigu av firðunum.

Ferðavinnan
Ferðavinnan skal miðvíst mennast, so vit fáa fleiri ferðafólk til landið. Hetta skal millum annað gerast við, at fylgja strategiini fyri at marknaðarføra Føroyar og við átøkum,sum stimbra ferðavinnu kring alt landið.

Tænastuvinnan, móttøkuskipanin, mentanin, matstovuvinnan og føroyski køkurin skulu mennast sum partar av ferðavinnuni. Burðardygd og náttúruvernd eru sjálvsagdir partar av hesum arbeiði.

Landbúnaður og matvøruframleiðsla
Greið mál skulu setast fyri landbúnaðin. Dentur skal leggjast á vaksandi framleiðslu av føroyskum vørum - mjólkarúrdráttum, rávørum til matstovuvinnu, ull og skinn til klædnavinnu, ferðavinnuupplivingar osfr.

Landbúnaðarlóggavan skal nútímansgerast. Brúksskylda skal vera á almennari jørðfyriat bøta um møguleikarnar at framleiða meira. Fíggingarmøguleikar til landbúnaðin skulu tryggjast, og bøtast skal um møguleikarnar at menna fakligar førleikar og útbúgvingar.

Strategi fyri KT-vinnuna
Vit skulu menna føroyskar KT loysnir og KT-vinnu, sum eru við til at effektivisera almenna raksturin og skapa grundarlag undir vaksandi útflutningi. Tilgongdin at talgilda Føroyar skal setast í verk. Vit skulu styrkja útbúgvingarmøguleikar innan KT.

Saman við fakfólki skal gerast ein greið ætlan fyri, hvussu KT-tænasturnar og persónsupplýsingarnar, sum farnar eru av landinum, kunnu flytast heimafturvið fyrimuni. Hetta skalmenna førleikar, skapa arbeiðsplássogøkja um inntøkurnar, samstundis sum tað mennir KT-trygdina og tryggjar grundleggjandi samfelagslig áhugamál.

Reint og ríkt umhvørvi

Samgongan vil fylgja politiskari semju og altjóða tilmælum um veðurlagsbroytingar.

Fyrisitinginav umhvørvismálum, náttúruvernd og kemikaliuøkinum skal skipast betri,og tilbúgvinginat fyribyrgjadálking á landi og sjógvi skal styrkjast. Føroysk náttúruverndarlóg verður smíðað. Neyv atlit og krøv skulu setast tilnáttúruvernd í sambandi við útbyggingar.

Eitt dygt og trygt heilsuverk
Játtanin til heilsuverkið verður dagførd, og sonevndar átakspuljur ásettar. Arbeitt verður miðvíst fyri at lækka útreiðslurnar til heilivág. Dentur verður lagdur á átøk at útvega og fáa heilsustarvsfólk at støðast.

Orka og peningur skulubrúkast skynsamtá teimum trimum sjúkrahúsunum. Fakligheitin skal hoyrast,og sjúklingurin skal vera í miðdeplinum. Atlit verða tikin til, at landfast ikki er millum allar oyggjarnar.

”Visjón og menningarætlan fyri sjúkrahúsverk Føroya” verður gjørd beinanvegin, og arbeiðssetningurin verður víðkaður til alt heilsuverkið. Sjúkrahús, kommunulæknaskipan og heilsutænastur verða samansjóðað í eitt samvirkandi heilsuverk.

Miðvís fyribyrging, reglulig fólkaheilsuátøk og skjót endurmenning og - venjing verða høgt raðfest.

Vit skulu styrkja psykiatriska økið, herundir barna- og ungdómspsykiatriina og økispsykiatriina. Møguleikin at koma seg aftur eftir sálarsjúku verður styrktur, eitt nú við arbeiði ella útbúgving.

Heilsuvísindalig gransking og førleikamenning í sjúkrahúsverkinum verður ment eins og granskingí fólkaheilsu og ílegum. FarGen verkætlanin verður framd eftir ætlan.

Dagstovnar og fólkaskúli
Miðvís og skipað førleikamenning og eftirútbúgving av leiðslum, lærarum og námsfrøðingum verða settar í verk, og einstøku stovnarnir fáa størri sjálvræði.

Samgongan tekur trupulleikar við trivnaði og happing á dagstovnum, í fólkaskúla og á miðnámi í størsta álvara og setir tiltøk í verk á hesum øki.

Samgongan vil menna dagstovnaøkið og geva tí uppiborna rúmd og tign við tí endamáli, at meira tíð verður til námsfrøðiligt virksemi, at skapa trivnað og málsliga menning. Námsfrøðilig gransking verður styrkt, og eftirmetingar í skúlaverkinum verða endurskoðaðar. Dagstovnaráðið skal fáast at virka.

Fólkaskúlin skal geva øllum børnum hóskandi avbjóðingar. Skúlarnir kring landið verða skipaðir í hóskiligar samstarvseindir. Leysgivnir tímar skulu nýtast áskúlaøkinum, og serútbúgvin starvsfólk skulu hava betri sømdir at brúka sínar førleikar.

Sernámsøkið skal knýtast enn tættari at gerandisdegnum hjá næminginum, og meginreglan er, at faklærd fólk røkja økið.

Samgongan vil styrkja framleiðslu av fjølbroyttum og tíðarhóskandi frálærutilfari á føroyskum til allar aldursbólkar. Føroyskt mál innan samskiftistøknina skal vera partur av hesum arbeiði.

Í samráði við fakfólkið á skúlaøkinum eigur fólkaskúlin at verða endurskoðaður bygnaðarliga, viðvíkjandi lærugreinasamanseting og skipan av skúlaári. Førleikarnir at skilja og luttaka í fólkaræðinum eiga at verða styrktir frá barnsbeini.

Samgongan vil menna lestrarvegleiðing og stovnaskipan, ið skal byggja brúgv millum fólkaskúlan og miðnám kring alt landið.

Miðnámsútbúgvingar
Øll ung skulu hava atgongd til miðnámsútbúgving. Betri samband skal vera millum bókligar og praktiskar førleikar. Átøk, sum minka um fráfallið, skulu raðfestast.

Nýskipaða miðnámsøkið og yrksisskeiðið, sum vórðu sett í verk í 2013, verða eftirmett.

Tað skal bera til hjá næmingum at sameina lestur á ítrótta-og musikkskúlamiðnámi við annan miðnámslestur. Arbeiðið við at seta á stovn serbreytir og serflokkar heldur fram.

Eftirskúli og háskúlar
Tað hevur skund at seta á stovn eftirskúla og útbýggja háskúlar. Karmar skulu skapast, so hesir kunnu virka í ymiskum samstørvum.

Útbúgving og gransking
Útbúgvingarpolitikkurin byggir á hugsjónina um lívslanga læru,ogfarið verður í holt við at fyrireika at seta á stovn vaksnamannaútbúgving. Neyðugir tættir í eini tílíkari skipan eru lívslong vegleiðing og førleikameting eins og ymisk sløg av førleikamenning og eftirútbúgving.

Samgongan vil menna Fróðskaparsetrið - bæði verandi útbúgvingar og nýggjar. Íløgur verða gjørdar í lestrarbý. Nýstovnaðu BA-útbúgvingarnar verða eftirmettar.

Útboðið av kreativum og handaligum útbúgvingum verður økt, herundir yrkisútbúgvingar, meistaraútbúgvingar, fjarlestur og eftirútbúgvingar. Ætlan verður løgd fyri lærlingaøkið. Nýútbúgvin skulu hava rætt til arbeiðsloysistuðul.

Samferðsla og økismenning
Eitt væl útbygt og vælvirkandi samferðslukervi er ein fortreyt fyri menning og trivnaði. Tað skal bera til at búgva á einum staði og arbeiða aðrastaðni í landinum,eins og tað skal bera til at búgva í Føroyum og arbeiða uttanlands.

Arbeiðast skal fram ímóti at javnseta ferða-og flutningskostnaðin kring landið. Tænastan fyri fólk og farm hjá Strandfaraskipum Landsins skal bøtast.

Arbeitt verður eftir verandi íløguætlan, og hildið verður fast um semjuna um Eysturoyar-og Sandoyartunnilin.

Samgongan tekur undir við og vil stuðla vinnuligum átøkum í nærumhvørvinum, eitt nú vakstrarætlanum og íverksetanarátøkum kring landið.

Livandi útoyggjar og smápláss
Samgongan ynskir at føra ein virknan politikk fyri at varðveita og stimbra lív og virksemi á smáplássum og útoyggjum.

Verandi orkuveiting á útoyggj verður dagførd, og hon skal í størst møguligan mun brúkagrønari orku. Oyggjarnar verða royndarøki fyri grøna orku.

Tryggjast skal, at tey, sum búgva á smáplássum og útoyggj,hava atgongd til at nýta jørð og lunnindi.

Arbeiðast skal fyri at skipa spennandi arbeiðspláss í útjaðara og á útoygg, og stuðlað verður undir granskingartiltøk, søvn, íverksetan o.a. á smáplássum.

Fólkavøkstur. Burðardyggari aldurs-og kynssamanseting
Heildarætlanin “Fólkaflyting og fólkavøkstur” verður tikin í álvara, og tilmælt átøk verða sett í verk. Útbúgvingarøkið verður ment – bæði við handaligumogbókligum útbúgvingum og við lívslangari læring. Granskingarøkið verður uppraðfest.

Fíggjarligu korini hjá lesandi skulu líðandigerast kappingarfør við tey uttanlands, og bíligir leigubústaðir til ung og barnafamiljur verða bygdir.

Barsilsfarloyvið skal bøtast – tað skal millum annað leingjast til eitt ár og gerast meira smidligt, so tað hóskar betri til tørvin hjá teirri einstøku familjuni. Barnafamiljur skulu hava fíggjarligan lætta, og arbeiðast skal fyri at lækka kostnaðarstøðið á gerandisvørum.

Javnstøðupolitikkur skal hava hægri raðfesting. Ein miðvísur integratiónspolitikkur skal setast í verk.

Skattanýskipan
Í seinasta lagi 1. januar 2017 skal ein arbeiðsbólkur hava endurskoðað skatta-og avgjaldsskipanina, so hon verður rættvísari og meira gjøgnumskygd. Skatturin skal vera stigvaksandi bæði fyri løn og pensjón, og lág- og miðallønt skulu hava ein lætta. Skattaskipanin skal sum heild stuðla fólki og fyritøkum at virka í Føroyum heldur enn uttanlands.

Sosialur ójavni
Samgongan ætlar sær ikki at góðtaka, at sosiali ójavnin økist, ella at fólk liva undir fátækramarkinum. Serstakt barnaískoyti verður tí latið barnafamiljum, sum eru serliga illa fyri. Eisini verða skipanir og veitingar, sum halda fólki í fátækraváða, endurskoðaðar.

Nýmenning innan almannaøkið
Samgongan vil virka fyri, at vælferðarskipanin verður lagað betri til føroysk viðurskifti, so borgarin fær bestu tænastuna. Nýmenning innan tað almenna verður framd. Lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk verður endurskoðað, og “Heildarætlan um kynsligan ágang” verður sett í verk.

Ein samhaldsfastur og tryggur arbeiðsmarknaður
Vit skulu hava ein virknan og smidligan arbeiðsmarknaðarpolitikk, har frælsar samráðingar tryggja rættindi løntakaranna. Trípartasamstarv skal á ávísum økjum styrkja arbeiðsmarknaðin, lóg um starvsmenn verður endurskoðað, og miðast skal ímóti at seta varskógvaraskipan fyri almenn starvsfólk í verk. Harumframt verður arbeiðsumhvørvið uppraðfest.

Í samráð við kommunur og fakfeløg verða arbeiðstíðir og normeringar í almenna sektorinum endurskoðaðar - eitt nú soleiðis, at tey, sum vilja upp í tíð, kunnu sleppa tað.

Øll hava rætt til bústað
‘Bústaðir’er fremsta bústaðarpolitiska amboðið, sum skal lyfta uppgávuna at fjøltátta bústaðarmarknaðin. Í samráð við kommunur og felagsskapir skal almenna bústaðarfelagið fíggja og reka leigu- og lutaíbúðir til ymsan tørv, herundir til Fróðskaparsetrið og aðrar útbúgvingarstovnar. Byggjast skal, har fólk vilja búgva, og kostnaðurin skal haldast á einum støði, sum láglønt megna at rinda.

Javnstøða
Samgongan vil styrkja javnstøðupolitikkin, herundir javnstøðulógina. Gransking og hagtøl um arbeiðsmarknað og løn verða raðfest, eins og bæði kyn skulu eggjast til at nema sær útbúgving. Lóg um sonevnda “stalking”verður løgd fyri tingið, og ásetingarnar í revsilóginium neyðtøku verða dagførdar.

Børn hava rætt til bæði foreldrini, og samgongan vil virka fyri at styrkja hesi rættindi.

Virknari uttanríkispolitikkur
Føroyar skulu reka egnan málvísanuttanríkispolitikk og sita við borðið, tá viðkomandi avgerðir verða tiknarfyri land og fólk okkara. Tí verða uttanríkistænastan og sendistovuvirksemið ment.

Vit fara at stremba eftir sjálvstøðugum limaskapi í norðurlendskum, evropiskum og alheims stovnum, herundir Norðurlandaráðnum, EFTA, WTOog IOC, og í størri mun at gagnnýta møguleikar í arktiska samstarvinum.

Vit fara at endurskoða uttanríkispolitisku heimildarlógina, taka burtur avmarkingar og forðingar og endurskoða okkara handilssáttmálar. Málið er at fáa fríhandilshandilsavtalu við ES og betri handilssamband við onnur lond.

Mentan og miðlar
Samgongan vil stuðla frælsari list, dygdarlist, listaspírum og frælsu pressuni, sum átaka sær at bjóða veruleikanum og valdinum av.

Søvn Landsins verða endurskoðað og søvnini kring landið uppraðfest. Bóka- og tilfarssøvn verða styrkt.

Føroyska málið verður stimbrað, og málpolitisk tilmæli verða sett í verk. Framleiðsla av tilfari til børn á føroyskum verður raðfest. Vit skulu hava ein greiðan politikk viðvíkjandi fremmandamálum, og teknmál skal viðurkennast sum móðurmál hjá deyvum og hoyriveikum.

Miðlarnir skulu hava góðar sømdir, og kringvarpsgjaldið skal endurskoðast.

Samgongan vil uppraðfesta játtanina til mentanar‐ og listastuðul umframt at umskipa stuðulin og fyrisitingina av honum. Tá tað almenna byggir, verður ávísur brotpartur av íløguni markaður til listprýðing. Filmsgrunnurin skal halda fram, eins og filmspolitisk átøk skulu setast í verk.

Musikkskúlatilboðið skal styrkjast, og arbeiðast skal við at stovna listaskúla fyri ung. Samgongan vil seta ferð á arbeiðið við tjóðleikhúsi.

Ítrótt. Framá Føroyar
Breiddarítróttin skal mennast og úrvalsítróttin stuðlast. Íløgur skulu gerastí framkomin ítróttaanleggkring landið. Ítróttamiðnám, ítróttaháskúli og hægri útbúgving og gransking innan ítrótt skulu mennast. Arbeiðast skal við at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya.

Børn, ung og vaksin við serligum avbjóðingum
Samgongan vil arbeiða fyri tí inkluderandi samfelagnum. Altjóða sáttmálar - eitt nú mannarættindasáttmálin, barnarættindasáttmálin og ST-sáttmálin um rættindi hjá teimum, sum bera brek - eiga at verða virdir og fylgdir.

Arbeiðast skal fyri einari samskipaðari tænastu, har støðið verður tikið í tørvinum hjá tí einstaka. Heildarætlan skal leggjast fyri best møguliga menning av barninum, og tryggjast skal, at bíðilistar til greining eru so stuttir, sum tilber.

Øll børn og ung skulu hava atgongd til barnagarðs-, fólkaskúla- og miðnámsskúlatilboð, ið er lagað til tørvin hjá tí einstaka. Skúlin á Trøðni skal styrkjast. Málið er, at fleiri tímar skulu setast av til serligan tørv í fólkaskúlanum, eins og hildið verður fram við at skipa miðnámsútbúgvingar til ung við serligum avbjóðingum.

Neyðugt er at fylgja við í, hvussu broytingarnar í barnaverndarlógini virka, umframt at styrkja fyribyrgjandi og stuðlandi arbeiðið fyri, at so fá børn og ung sum til ber koma í trupulleikar.

Rætturin til neyðugan stuðul skal lógartryggjast - eitt nú í skúla og frítíðarhøpi. Skipanin við persónligum stuðlum skal endurskoðast.

Fleiri vard og tillagað størv skulu eins og fleiri vardir verkstaðir gerast til veruleika kring landið.

Farast skal undir at byggja fleiri vardar bústaðir umframt virknis- og umlættingardeplar, har tørvurin er størstur. Farið verður somuleiðis undir at byggja tíðarhóskandi bústovnar.