31. oktober 2022
Edmund Joensen hevur í sínum fólkatingssessi á Christiansborg verið eitt heiðurligt umboð fyri Føroyar - Sambandsflokkurin takkar “Okkara manni á Christiansborg” fyri trúgva tænastu
Edmund Joensen hevur verið eitt virðiligt umboð fyri Sambandsflokkin í sínum politisku leiklutum - sum løgtingsmaður, løgmaður, løgtingsformaður og formaður floksins. Og nú hann gevst í Fólkatinginum kennist eitt ávíst tómrúm, tí har hevur hann verið sera arbeiðssamur og eitt sjónligt og virðiligt umboð bæði fyri Sambandsflokkin og Føroyar.
Edmund Joensen, “Okkara maður á Christiansborg”, setti m.a. sjøtul á arbeiðið at beina burtur markaforðingar í ríkisfelagsskapinum, hann hevur virkað fyri føroyskum áhugamálum á altjóða politiska pallinum - eitt nú í ES-skipanini og í arktiskum málum. Hann var við til at geva føroyskum lesandi í Danmark betri kor ígjøgnum øktan Føroya-frádrátt, og hann hevur samanumtikið røkt fólkatingssessin væl og virðiliga til frama fyri Føroyar og føroyingar.
Edmund Joensen hevur altíð sæð týdningin av einum sterkum ríkisfelagsskapi, og hann hevur altíð víst á, at ríkisfelagsskapurin skal áhaldandi mennast, tí at sjálvandi skal føroyska tjóðin vera partur av einum tryggum og nútímans samanhangi í altjóða høpi.
Sambandsflokkurin hevur í meira enn eina øld havt ein týðandi leiklut í menningini av føroyska vælferðarsamfelagnum, sum í dag er millum heimsins tryggastu og ríkastu lond at búleikast í.
Liberala, sosiala stevnan og sannføringin um, at ríkisfelagsskapurin gevur tær persónligt frælsi og ein tryggleika við møguleikum, eru hugsjónir, sum hava flutt okkum framá, líka síðani Sambandsflokkurin var stovnaður í 1906.
Edmund Joensen hevur við støði í hesum hugsjónum greitt úr hondum nógv politisk mál, síðani hann kom upp í politikk í 1988, tá hann fyrstu ferð bleiv valdur á Føroya Løgting. Politiska handverkið liggur ræði fyri, og hann hevur dugað sera væl at samstarva bæði við floksfelagar, politikarar úr øðrum flokkum og embætisverkið.
Vegna meg sjálvan og Sambandsflokkin takki eg Edmundi Joensen fyri gott samstarv og trúgva tænastu - og blíðan byr í komandi tíðum.
Bárður á Steig Nielsen
formaður í Sambandsflokkinum