16. mars 2024

Røða á landsfundi hjá Sambandsflokkinum 16. mars 2024

Tørvur er á einum moderniseraðum Ríkisfelagsskapi

Summarveðrið í Danmark vísir seg frá sínu bestu síðu 10. juni í 2021.

Hitastigini liggja um tey 25 og ikki eitt skíggj er á himmalhválvinum.

Uttanfyri Marienborg, har forsætisráðfrúan húsast, standa journalistar og sveitta í sólini, ímeðan teir bíða eftir, hvat Mette Frederiksen, Bárður á Steig Nielsen og Muté B. Egede hava at siga.

Óvanliga nógvir journalistar vísa ríkisfundinum áhuga hendan dagin.

Okkurt serligt er á skránni, og teir hava fingið frænir av einari góðari søgu.

Søgan hevur, eftir øllum at døma, meira í sær enn bara vanligu vísdómsorðini frá Bárði á Steig Nielsen.

Hetta er ein søguligur dagur, tí fráboðanin frá teimum trimum ríkisleiðarunum er, at ein samstarvsnevnd, mannað av leiðandi ráðharrum í ríkinum, nú er sett á stovn.

Tað ljóðar kanska ikki av nógvum fyri mong. Men hetta er eitt nýbrot í Ríkisfelagsskapinum.

Fyri okkum sambandsfólk, so er hetta næstan líka stórt sum sensasjónin okkara hondbóltsharrar avrikaðu í Berlin fyrr í ár.

Snúningspunktið hjá nevndini er uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikkur, og nevndin skal umrøða viðkvom mál, og finna loysnir, tá møgulig ivamál stinga seg upp.

Endamálið við samstarvsnevndini at javnseta Føroyar og Grønland við Danmark í uttanríkis-, trygdar- og verjumálum, hóast tað formelt er eitt felagsmál. Tað sæst í endamálsorðingini fyri nevndina.

Bárður Nielsen, ið tá var løgmaður, segði eftir fundin, at samstarvsnevndin er partur av eini modernisering av Ríkisfelagsskapinum.

Tað eri eg, so sera, samd við honum í.

¤ ¤ ¤

Enn eitt nýbrot upplivdu vit í fjør, tá Fólkatingið fór undir samráðingar um eina nýggja verjusemju.

Í verjusemjuni skulu flokkarnir á Christiansborg koma ásamt um, hvussu nógvan pening danski staturin skal brúka uppá verjuna, og hvussu peningurin skal brúkast.

Sum nakað nýtt eru føroysku og grønlendsku fólkatingslimirnir við í samráðingunum, og tað sama eru landsstýrini í Føroyum og Grønlandi.

Í hesum sambandi vil eg rósa Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharra, sum stendur á odda fyri samráðingunum, og sum eisini er til staðar her í dag.

Eingin verjumálaráðharri hevur áður víst Føroyum so nógvan ans, sum júst Troels Lund Poulsen.

Leisturin, at taka Føroyar og Grønland við í verjusemjuna, er ikki royndur áður, og eg haldi, at verjumálaráðharrin veruliga hevur gjørt sítt til, at Føroyar og Grønland verða tikin í álvara í prosessini.

Sambandsflokkurin á Fólkatingi er farin konstruktivt til verka, tí í hesum álvarsmáli er neyðugt at arbeiða tætt saman tvørtum floksmørk.  

Saman við Javnaðarflokkinum á Fólkatingi gjørdu vit eitt greiningararbeiðið, sum lýsti tørvin á íløgum í Føroyum. Eisini komu vit við ítøkiligum boðum uppá, hvat eigur at verða raðfest.

Hetta snýr seg um okkara felags trygd.

Alment hevur verið sagt, at danir skulu fyrst gera seg lidnar við sínar samráðingar. Tá tað er hent, so ber til at tosa um, hvat skal gerast í Føroyum.

Nú skal eg ikki bara vera negativ. Tað er sjálvandi ógvuliga positivt, at Landsstýrið vil samráðast um at gera átøk í Føroyum – fyri okkara felags trygd.

Men í mínum hugaheimi er leisturin fullkomiliga skeivur og vendur á høvdinum.

Hví ikki fyrireika seg í Føroyum, áðrenn eitt útspæl kemur úr Danmark? Ella í øllum førum gera okkum tankar um, hvat vit vilja á hesum økinum?

Ein kann bert gita, hví so er. Og ein fær illgruna um, at tað hevur størri týdning at leggja frástøðu til Danmark, enn at koma fram til eitt skjótt og smidligt úrslit.

Misskilt nationalisma, um tú spyrt meg.

¤ ¤ ¤ ¤

Hesi nýbrotini seta eisini krøv til okkum.

Vit í Føroyum skulu venja okkum við at taka okkum av og viðgera uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk.

Hetta hava verið mál, ið Danmark vanliga hevur tikið sær av, og tí hava vit ikki altíð verið so búgvin á hesum økinum.

Tað kom til sjóndar, tá málið um at seta ein eftirlitsradara upp í Føroyum skuldi viðgerast.

“Stóð tað til mín, so fingu Kina, Russland og USA hvør sín radara í Føroyum”.

“Eg kundi ikki skitið meira á tað, um russarar flúgva yvir Føroyum, um teir so flúgva hvønn dag. Tað liggi eg ikki í andvekri av”.

Soleiðis ljóðaði tað frá framstandandi politikarum, tá kjakið var uppá tað heitasta.

Ræðandi at hoyra – serliga nú tað frættist, hvussu framferðarhátturin hjá Russlandi er í Ukraina, og ávaringarnar um, at Russland neyvan ætlar at gevast at leypa á onnur lond, um teir fáa ræðið á Ukraina.

Júst hetta gjørdist púra greitt fyri mær, tá eg í november í fjør vitjaði Moldova og Ukraina saman við uttanríkispolitisku nevndini í fólkatinginum.

Moldova, eitt land við eini sterkari kvinnu á odda, Maia Sandu, ið berjist fyri tí pro-evropeisku linjuni. Eitt land við næstan ongari verju, og sum samstundis er fátækasta land í Evropa. Eitt land, ið hvønn dag livir í óttanum: Verða vit tey næstu, sum Russland fer at loypa á?

Vit hava eina skyldu at melda okkum klárt inn í vesturheimin, og somuleiðis teimum skyldum, ið har við fylgja.

NATO hevur tørv á betri eftirlit við økið kring Føroyar, og tíbetur endaði tað við, at Føroyar gjørdu avtalu við Danmark um at seta ein radara upp.

At tað tók so langa tíð at fáa semju í Føroyum, er helst eisini dømi um, at politiska skipanin ikki er von við at umrøða trygdarmál.

Avtalan bleiv skrivað undir í samband við Ríkisfundin og fund í nýggju samstarvsnevndini í juni 2022.

¤ ¤ ¤

Hesi nýbrotini seta eisini krøv til Danmark.

Um føgru orðini 10. juni 2021 um at Danmark, Føroyar og Grønland blíva meira javnsett í uttanríkis-, trygdar- og verjumálum, so er eisini neyðugt, at Danmark veruliga lurtar eftir Føroyum og Grønlandi.

Einki er sum bendir á, at Danmark ger ímóti tí, sum Føroyar vilja.

Tað er radaramálið eitt gott dømi um. Her fingu føroyingar tíð at taka eina avgerð, og sagt varð eisini frammanundan, at Danmark fór at virða avgerðina hjá Føroyum.

Heldur einki bendir á, at Danmark ætlar sær at blanda seg uppí, ella taka aftur málsøkir, sum eru komin á føroyskar hendur.

Tað er eisini mín fatan, at bæði hendan og undanfarna stjórn í Danmark hava gjørt nógv burturúr at betra um vitanargrundarlagið hjá landsstýrinum, tá tað kemur til trygdar- og verjupolitikk.

Hóast nýbrotini, so haldi eg, at vit eiga at nútímansgera tær formligu rammurnar fyri okkara samstarv í Ríkinum.

Eru vit ikki meira javnsett, um uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikkur blívur kjølfestur í politisku skipanini í Føroyum?

Tað haldi eg, at vit eiga at tora at kjakast um, og um tíðin er komin at broyta Heimastýrislógina.

Av sonnum stórir spurningar, serliga hjá okkum sambandsfólki. Heimastýrislógin hevur tænt okkum væl, men tíðin stendur ikki í stað.

Hygg bara aftur á tíðina, síðani Heimastýrislógin bleiv sett í gildið í 1948.

Lat meg sláa fast við sjey tumma seymi, at eg haldi vit fyri ein og hvønn prís eiga at halda fast í Ríkisfelagsskapinum.

Vit í Sambandsflokkinum blíva ofta skírd at vera ov stirvin og afturhaldin. Hetta hongur als ikki saman við veruleikan, um vit hugsa um yvirtøkur.

Føroyar hava yvirtikið eina røð av málsøkjum, og Sambandsflokkurin hevur sanniliga torað at tikið ábyrgd, og er ein av flokkunum, sum hevur verið við til at framt flestar yvirtøkur.

Men Sambandsflokkurin vil fremja yvirtøkur og gera broytingar í Ríkisfelagsskapinum, tá tað gevur meining. Vit skulu ikki bara yvirtaka fyri at yvirtaka.

Heimurin er nógv broyttur seinnu árini. Vit hava fingið størri ávirkan, men harvið skulu vit eisini taka størri ábyrgd.

Vit vilja hava størri rásarúm á uttanríkispolitiska pallinum, og spurningurin er, um vit ikki eiga at gera eina fasta skipan, um hvussu trygdar- og verjupolitikkurin skal skipast millum Føroyar og Danmark.

Tá slepst ikki undan at tosa um núverandi skipan; um hon er nóg góð ella um broytingar skulu gerast? – Og í so fall, hvørjar broytingar?

Sambandsflokkurin hevur altíð fyrr og skal framhaldandi ganga á odda fyri slíkari nýhugsan og broyting. Vit skulu spyrja okkum sjálvi: “Hvat kann gerast betri, so vit øll fáa tað betri?”  Tí tað kann altíð gerast betri.

Og tí haldi eg, at vit skulu tora at tosa um broytingar í Heimastýrislógini.

Verður einki gjørt, so er vandi fyri, at Ríkisfelagsskapurin sindrast av sær sjálvum, og tað ynskja vit ikki.

Vit eiga heldur at koma við konstruktivum loysnum, so vit kunnu varðveita felagsskapin við Danmark, sum hevur tænt okkum so væl. Vit skulu framtíðartryggja Ríkisfelagsskapin.

¤ ¤ ¤ ¤

Í vikuni fingu Føroyar forkunnuga vitjan av Ursulu von der Leyen, nevndarforkvinnuni í ES.

Týdningurin, av at hon er komin til Føroyar, kann ikki undirmetast. Undanfarna Landsstýrið við Bárði Nielsen á odda arbeiddi hart fyri at fáa hana til Føroya á vitjan, men ferðin bleiv avlýst orsakað av støðuni í Evropa.

Ferðin hjá henni er týdningarmikil av fleiri viðurskiftum. Eitt er, at útlit nú eru fyri, at Føroyar fara at fáa eina betri handilsavtalu við ES. Nakað, sum Edmund Joensen hevur varpað ljós á í fleiri ár.

Eg minnist aftur til 2019, tá eg arbeiddi fyri flokkin á Fólkatingi, og tað mesta Edmund tosaði um var, at Føroyar skuldu fáa betri treytir við ES – og hetta av góðum grundum.

Tað kann lættliga sigast at hava gingið í arv, tí onkuntíð havi eg sjálv ljóðað sum ein skøva pláta, ið nevnir betri handilsviðurskiftir Føroyar og ES millum til hvørt høvi.

Ein orsøk til týdningin av vitjanini frá ovasta leiðarunum í ES er, at tað er eitt tekin um, at í Evropa standa vit saman móti harðrenda stýrinum í Russlandi.

Vitjanin er eisini eitt dømi um, at vit kunnu taka ábyrgd, tá á stendur.

Somuleiðis er vitjanin eitt tekin um, at ES av álvara hevur innsæð at Føroyar eru eitt strategiskt týdningarmikið øki.

¤ ¤ ¤ ¤

At enda vil eg takka fyri orðið í dag, og takka fyri eitt gott kjak higartil.

Framhaldandi góðan landsfund.