23. juni 2020
Uppsagnir raka persónar og familjur hart
Vit eru farin um longsta dag - hetta er tíðin har náttúran, okkara skaparverk, vísir seg frá síni allar fagrastu síðu. Familja, vinir og kenningar vitja aftur á klettarnar.
Men hetta verður eisini várið og summarið, sum ferð í søgubøkurnar, har stórur partur av heiminum varð settur í undantaksstøðu, orsakað av einum heimsumfatandi virusi, og eftirfylgjandi heilsukreppu, sum var trupult at steðga.
Vit núlivandi koma seint at gloyma hetta tíðarskeiðið, sum eisini er vorðin til eina búskaparliga og sosiala kreppu - afturlating av landamørkum, uppsagnir í hópatali og mong mist mannalív.
Alt innan flogferðslu hevur rindað ein høgan prís, her eru flestar uppsagnir, skerjingar og sparingar - persónar og familjur í hópatali hava merkt sviðan av politisku blástemplingini.
Frá teimum, sum hava valt sær bleyt virði sum vørumerki, skuldi mann trú, at uppsagnir av hundratals familjum vóru í hesari katagori, men her er ongin hjálp ella greið meining at heinta - ein larmandi politisk tøgn.
Sjálvandi ávirka uppsagnir tilbúgvingina
Onkur hevur tó dytta sær at sett kritiskar spurningar um tilbúgving, men tú fær svar sum tú spyrt. Sirið Stenberg, løgtingskvinna, hevur ein spurning um tilbúgvingina til Jørgen Niclassen, sum varar av Vága Floghavn:
“Hvussu fara uppsagnirnar av starvsfólkum í Vága Floghavn at ávirka trygdina og tilbúgvingina?”
Svarið frá landsstýrismanninum: “Vága Floghavn hevur neyðugu manningina til at lúka øll myndugleikaásett krøv um trygd og tilbúgving, eisini eftir uppsagnirnar. Uppsagnirnar ávirka tí ikki trygd ella tilbúgving.”
Hvat myndugleikakrøvum viðvíkur er rætt, at vit sleppa ikki at flúgva um vit ikki halda myndugleikakrøvuni.
Men, at uppsagnirnar ikki ávirka eina tilbúgving er beinleiðis skeivt.
Tilbúgving er eitt vítt hugtak. Tú hevur myndugleikakrøv tey sokallaðu BL-krøvuni, sum eru minstukrøv fyri civila flúgving (lóggávuverkið innan flogferðslu). Síðan hevur tú tilbúgvingina, sum liggur uttanfyri myndugleikakrøvuni, men eru líka týdningarmikil, um eitt óhapp skuldi hent.
Tey seinastu nógvu árini er gjørt eitt stórt arbeiði runt um í landinum, hvat tilbúgving viðvíkur. Størsti parturin er gjørdur frívilligt av fólki, sum vilja hjálpa, tá á stendur.
Vága Floghavn hevur upp ígjøgnum tíðirnar havt stóran týdning fyri samfelagið og kemur tað ikki av ongum. Her liggur einasti flogvøllur í landinum, og tí hevur ein tilbúgving fylt nógv, og skulu undanfarnu stjórar, sýslumenn og kommunurnar í Vágum, hava rós fyri hetta arbeiðið og menning.
Men landsstýrismaðurin førur fram í sínum svari, at tað ongan týdning hevur fyri tilbúgvingina, at hesi fólk eru søgd úr starvi?
Landsstýrismaðurin háðar starvsfólk
At tað ongan týdning hevur, at helmingurin av væl útbúnum starvsfólkunum eru søgd úr starvi, sum bæði beinleiðis og óbeinleiðis hava verið partur av einari tilbúgving 24 tímar um døgnið, 365 dagar um árið, ikki eru á listanum hjá alarmsentralinum, er ein háðan ímóti tí arbeiði, sum er gjørt upp ígjøgnum tíðina, og ikki minst ímóti teimum, sum eru uppsøgd.
Tey embætisfólkini, sum hava fyrireikað svarið hjá landsstýrismanninum, áttu at sett seg betur inn í viðurskiftini.
Tvær ella tríggjar ferðir um mánaðin verður av alarmsentralinum avprøvað í hvønn mun starvsfólk í Vága Floghavn kundu møtt í sínari frítíð. At siga, at hetta er uttan týdning, kunnu fólk gera sær sína egnu meting um.
Eitt løgið signal at senda út til tey, sum eru partar av einari tilbúgving.
Vága Floghavn sett 30 ár aftur í tíðina - ein niðurlaging
Vit kunnu staðfesta, hvat tilbúgving í Vága floghavn viðvíkur, so eru vit nú 30 ár aftur í tíðina, tá umleið 90.000 ferðafólk fóru um flogvøllin í Vágum, ímóti teim 430.000 í 2019. Men hóast hesa gongdina, so yvirhalda vit myndugleikakrøvini.
Í framtíðini koma vit helst at tosa um tíðina, áðrenn korona og eftir korona, hvat flogvøllinum viðvíkur.
Í mong ár hava vit tosað um yvirtøku av loftrúminum? Spentu viðurskiftini ímillum stórveldini, Arktis og Føroyar sum bjargingarmiðdepil í norðurhøvum? Veðurtænasta, fyri at nevna okkurt úr rúgvuni.
Sagt verður, at tað týdningarmiklasta í einum landi er, at infrasktruktururin á landi, á sjógvi og í luftini alla tíðina er í menning og er intaktur.
Vit eru eitt framkomið samfelag mitt í Atlantshavinum, tí er spurningurin ikki bara um uppsagnir av nøkrum starvsfólkum, men líka nógv um samferðslutrygd við útheimin, eisini tá tað búskaparliga ella á annan hátt brýtur í bæði borð.
Ein vital samfelagsfunktión rikin á vinnuligum grundarlag
Tíðin er komin at seta politiskt spurnartekin við hvørt, verandi felagformur at reka Vága Floghavn sum eitt alment partafelag, sum skal rekast á vinnuligum grundarlag, er tann rætti til eina slíka vitala samfelagsfunktiónin, og serliga fyri eitt fjarðskotið oyggjasamfelag.
Tað átti at veri í áhuganum hjá politiska myndugleikanum at tryggja, at slíkar kjarnutænastur innan flogferðslu og tilbúgving, vórðu tætt knýttar til politisku umsitingarligu skipanina, og riknar av einum non-profit stovni - og ikki riknar sum ein pengamaskina.
Eivin H. Jacobsen