Heimastýrislógin

Á donskum

Færø Amts Kundgørelse Nr. 11 af 31.03.1948 af Lov om Færøernes Hjemmestyre.


I Erkendelse af den Særstilling, som Færøerne i national, historisk og geografisk Henseende indtager indenfor Riget, har Rigsdagen i Overensstemmelse med Vedtagelse i Færøernes Lagting vedtaget og Hans Majestæt Kongen stadfæstet følgende

Lov om Færøernes Hjemmestyre

§ 1. Føroyar eru sjálvstýrandi tjóð í danska ríkinum samsvarandi hesi lóg.

Innanfyri ríkismarki taka Føroyingar við fólkavalda løgtingi sínum og einum av tinginum stovnaðum landastýri ræði yvir føroyskum sermálum sum í hesu lóg ásett.

§ 2. Tey mál og málsøki, sum sett eru undir A í tí lista, ið sum skjal er bundin til hesa lóg, verða prinsipielt at rokna sum føroysk sermál. Føroyska heimastýrið (teir í § 1, 2. pkt. nevndu stovnar) kann gera av, at øll hesi mál og málsøki ella nøkur av teimum verða beinan vegin at flyta til heimastýrið við teirri fylgju, at heimastýrið tekur uppá seg tær útreiðslur, ið fylgja við teimum. Við somu fylgju kann heimastýrið seinni gera av, at mál og málsøki, sum ikki beinan vegin verða yvirtikin, skulu verða flutt til heimastýrið. Á líknandi hátt hevur heimastýrið skyldu at taka við málum og málsøkjum á listanum, tá ríkisvaldið ynskir tað.

§ 3. Viðvíkjandi teimum á listanum undir B settu málsøkjum verður eftir nærri samráðing gjørt av, um og í hvørjari vídd hesi mál kunnu verða flutt til føroysk sermál.

§ 4. Heimastýrið hevur lóggávuvald og umboðsvald viðvíkjandi teimum økjum, sum hoyra undir hetta stýri.

Tær av løgtinginum samtyktu og av landsstýrisins formanni staðfestu lógir verða nevndar løgtingslógir.

§ 5. Føroyska heimaræðið er avmarkað av teimum til einahvørja tíð verandi sáttmálaligu og øðrum internationalum rættindum og skyldum.

Ríkisvaldið hevur avgerðarrættin í spurningum, sum viðvíkja ríkisins viðurskiftum við útheimin.

§ 6. Viðurskifti, sum ikki samsvarandi hesi lóg hoyra undir føroyska heimastýrið, verða umsitin sum ríkisins felagsmál av ríkisvaldinum.

Ivamál um føroyska heimastýrisins ræði í mun til ríkisvaldið verða løgd fyri nevnd, skipað av tveimum limum valdum av ríkisstjórnini, tveimum valdum av landsstýrinum og trimum av hægstarættarpresidentinum valdum hægstarættardómarum; ein teirra verður settur sum formaður. Eru teir fýra av ríkisstjórnini og landsstýrinum valdu limirnir samdir, er málið endaliga avgjørt. Um so ikki er, verður málið avgjørt av teimum trimum hægstarættardómarunum.

Forsetisráðharrin kann fyribils seta úr gildi samtykt, sum er løgd fyri nevndina, inntil avgerð hennara liggur fyri.

§ 7. Fyri at vissa, at Løgtingið fær mest møguliga ávirkan á, hvussu serligar ásetanir fyri Føroyar í lógum, sum ríkisvaldið gevur, verða skipaðar, skulu stjórnaruppskot, ið innihalda ásetanir, ið bert viðvíkja Føroyum, leggjast fyri føroyska heimastýrið til álitis, áðrenn tær verða settar fram fyri ríkisdagin. Annars skulu ríkislógir, sum viðvíkja lokalum føroyskum viðurskiftum, leggjast fyri føroyska heimastýrið til álitis, áðrenn tær verða settar í gildi í Føroyum. Freist kann í hvørjum einstakum føri verða sett fyri tíðina, tá álitið frá heimastýrinum skal vera liðugt.

Hevur tann í hesum petti nevnda fyriløga vegna átroðkandi viðurskifti ikki kunna farið fram, skal lógin skjótast verða send heimastýrinum til ummælis.

Á sama hátt verður framfarið viðvíkjandi sáttmálum og øðrum internationalum semjum, sum krevja ríkisdagssamtykt, og sum nerta við serlig føroysk áhugamál.

§ 8. Um føroyska heimastýrið skuldi sett fram ynski um tað, verður eftir samráð við landsstýrið settur í uttanríkisráðharradeildini ein í føroyskum viðurskiftum serkønur maður til at vera ráðharradeildini til hjálpar við viðgerð av serligu vinnuligu áhugamálum Føroya. Útreiðslurnar av hesum verða goldnar av ríkiskassanum.

Um føroyska heimastýrið skuldi sett fram ynski um tað, verða eftir samráð við landsstýrið settir við tær donsku sendimannastovurnar í teimum londum, har Føroyar hava serligan vinnuligan áhuga, hjálparmenn, sum serliga skulu umsita hesi áhugamál. Útreiðslurnar av hesum verða goldnar av Føroyum.

Eftir samráð við føroyska heimastýrið verður í teimum einstøku førunum givið heimastýrinum høvi til at røkja Føroya serligu áhugamál við tingingum við útheimin um handils- og fiskivinnusemjur.

Har talan er um serlig føroysk mál, kann uttanríkisráðharrin, um tað ikki er hildið ósambarligt við áhugamál ríkisins, heimila umboðsmonnum heimastýrisins, um ynski verður sett fram um tað, til beinleiðis at tinga undir viðvirkan av uttanríkistænastuni.

§ 9. Eftir samráðing verður semja gjørd um, í hvørjum føri og í hvørjari vídd tað er møguligt innanfyri øki, sum eru felagsmál, at geva heimastýrinum í hendi at áseta nærri reglur fyri teimum serligu føroysku viðurskiftinum og taka við umsitanini av avvarðandi økjum.

§ 10. Í ferðapassi og tjóðarprógvi skrivað í Føroyum til Føroying verða „Føroyingur" og „Føroyar" sett aftaná orðini „Dansk" og „Danmark". Sum Føroyingur verður roknaður hann, ið hevur danskan ríkisborgararætt og er heimahoyrandi í Føroyum.

Valrætt og valføri til stovnar, sum hoyra undir føroyska heimastýrið, kunnu verða treytað av, at avvarðandi er Føroyingur. Annars kann í lóggávu ella umsiting ikki verða gjørdur munur á Føroyingum og øðrum donskum ríkisborgarum.

§ 11. Føroyskt verður viðurkent sum høvuðsmál, men danskt skal lærast væl og virðiliga, og danskt kann eins væl og føroyskt nýtast í almennum viðurskiftum.

Við framløgu av appelmálum skal donsk umseting av øllum føroyskum skjølum fylgja við.

§ 12. Serligt føroyskt flagg verður viðurkent. Ríkisvaldið nýtir í Føroyum Dannebrog, eisini á skipum sínum. Privat – persónar ens væl og feløg og stovnar – skulu hava rætt til at nýta ríkisflaggið á landi. Annars eru ásetanirnar um at nýta føroyska flaggið í Føroyum og á skipum, skrásett í Føroyum, eitt sermál.

§ 13. Allar ásetanir, ið nú eru galdandi í Føroyum, og sum ikki stríða móti hesi lóg, verða í gildi, inntil tær verða broyttar ella avtiknar av rætta valdi.

§ 14. Føroyar eru á Ríkisdegnum umboðaðar við minnst tveimum limum. So leingi Ríkisdagurin er býttur í tey tvey núverandi tingini, eru Føroyar umboðaðar við einum limi í Landstinginum, sbr. grundlógarinnar § 36, og tveimum limum í Fólkatinginum.

§ 15. Amtmannsembæti í Føroyum verður avtikið.

Í staðin kemur embæti sum ríkisumboðsmaður. Ríkisumboðsmaðurin er ovasta umboð ríkisins í Føroyum og fyristøðumaður fyri ríkisins umsiting í Føroyum. Ríkisumboðsmaðurin hevur atgongu til Løgtingið og til at luttaka í samráðingum um øll felagsmál, tó uttan at hava atkvøðurætt. Hann skal beinan vegin fáa boð um samtyktir, sum gjørdar verða av Løgtinginum ella landsstýrinum, eins og hann beinan vegin skal fáa eintøk av løgtingslógum og øðrum av føroyska heimastýrinum gjørdum ásetanum.

Ríkisumboðsmaðurin tekur við teimum broytingum, sum fylgja av hesi lóg, við starvi amtmannsins, inntil avvarðandi øki verða umskipað.

§ 16. Henda lóg kemur í gildi 1. apríl 1948.

Føroysk sermál

Listi A.

Eftirfylgjandi øki eru sermál, soleiðis at tey beinan vegin verða flutt til føroyska heimastýrið ella seinni verða flutt til tess eftir ynski heimastýrisins ella ríkisstjórnarinnar.

1. Føroya egna stýrisskipan innanfyri avmarkanina í nýskipanini.
Harundir hoyrir – innanfyri nevndu avmarkan – ásetanir um Løgtingið, lóg um val til tess, umsitingarvaldið, skapan, samtykkjan og staðfesting løgtingslóganna og kunngering teirra, setan av egnum tænastumonnum, avsetan teirra, tænastutreytir, lønir og eftirlønir teirra.

2. Kommunal mál.
Harundir hoyra stjórnan av kommununum, eftirlit við teimum, kommunuskattur.

3. Byggingar- og brunamál, ætlanir yvir býir, húsaspurningar, leiguspurningar, fólkayvirlit.

4. Heilsumál, læknar, jarðamøður, sjúkrahús, apotek. Harundir hoyra embætislæknarnir, kvakksalvaralóggáva, skipanir móti tuberklum og øðrum smittandi sjúkum, sinnissjúk, vaccinering.

5. Almenn forsorg.
Serforsorg.
Fólkatrygging.
Tvungin vanlukkutrygging.
Arbeiðarar, arbeiðaraviðurskifti, lærudreingir, hjálparmenn, frítíð.

6. Beinleiðis og óbeinleiðis skattur.
Harundir hoyra eisini stempulgjøld, gjald av totalisatorspæli, gjald av serligum føroyskum happadrátti, meðan gjald fyri avgreiðslu, so sum skiftigjøld, rættarsportlar, tinglesingargjøld fara til tann, ið ber útreiðslurnar av avvarðandi stovni.

7. Játtanarrætt og yvirhøvur rætt til at ráða yvir øllum egnum inntøkum. Skipan av roknskaparførslu, grannskoðan og decisión viðvíkjandi egnum inntøkum og útreiðslum.

8. Góðkennan av havnagjøldum.

9. Skúlamál.
Harundir hoyra bæði fólkaskúlin, próvskúlar og skeið, læraraskúlin, fólkaháskúlar, eftirskúlar, ungdóms- og kvøldskúlar, húshaldsskúlar, fakskúlar sum handilsskúlar, tekniskir skúlar, navigatiónsskúlar o.s.fr.

10. Skjalasøvn, bókasøvn, gripagoymslur.
Undantikið frá hesum verða skjøl ríkisins; fyrivarni verður tikið viðvíkjandi skyldu til at lata prent til kgl. bókasavnið.

11. Friðan av byggningum og náttúrufriðan.

12. Havnir, tryggjan av strond, kanalir, vatnorkustøðir, samferðslumál, harundir vegir, jarnbreyt, sporvegir, fergur, buss- og farmakoyring.
Motor- og ferðsluviðurskifti.
Post-, telegraf- og telefonmál í Føroyum.
Elektrisk virki.

13. Landbúnaðarviðurskifti.
Harundir almenn búnaðarlóggáva, festi, leiga, sundurbýtan, útskifting, húsmannsbrúk, urtaalan, húsdjóraalan, urtagarðsbrúk, hjávinnur búnaðarins, jarðarbót, skógrøkt.
Djóralæknamál.
Fyriskipanir móti skaðadjórum.
Húsdjór, valdgerð, djóravernd, hundslóg.
Jakt og friðan av djórum á territoriinum.
Fiskiskapur og friðan av fiski á territoriinum.
Matrikulsmál.

14. Sjónleikar- og ljósmyndaloyvi, skemtunarmál.
Innsavnan og burturlutan.
Skipastrandingar.
Finningargóðs.
Eitur, spreingievni, vápn.

15. Útgerðar-, framleiðslu- og býtingarmál.
Prísansan, hámarksprísir.
Skamtanir, rabat- og studningsskipanir.
Tantiéme- og vinningarmark.
Umfaran við vørum.
Reglur um rúsdrekka.
Reglur um afturlatingartíð.
Matstovur og gistingarhús.
Vinnumál.
Handils- og felagsskráseting.
Skipaskráseting.
Handilssemingsmenn, translatørar, dispachørar, vegarar, metarar.
Grannskoðarar.
Goymsluhús.
Kommissión, agentur, handilsferðamenn.
Agentur fyri útlendsk handilsfeløg.
Bókførsla.
Kreditfeløg o.l., tryggingarfeløg í Føroyum.

16. Yvirformyndarastova í Føroyum.
Tinglesing.
Ferðamannaviðurskifti.
Ekspropriatión til serlig endamál.
Ásetanir um framleiðslu av prenti.
Serstakar ásetanir um serliga tíðarrokning.
Val av almennum álitismonnum.
Eins rættindi fyri menn og kvinnur.

Listi B.

Eftirfylgjandi øki verða at samráðast víðari um, áðrenn endalig støða verður tikin til spurningin um og í hvørja vídd tey kunna verða viðurkend sum sermál:

1. Fólkakirkjan.
Harundir hoyrir øll tann kirkjuliga skipanin, ritualini, tænastumenn kirkjunnar, lønir og eftirlønir teirra, kirkjur, kirkjugarðar, úrgonga og inngonga í fólkakirkjuni, meinigheitsráð, valmeinigheitir, sóknarbandsloysing.
Tey frá fólkakirkjuni víkjandi trúarsamfeløg, halgidagslóggávan.

2. Politi.

3. Ráevni í undirgrundini.
Radio.
Loftferðsla.

4. Jarðagrunnurin.

5. Eftirlit við inn- og útfluttningi.