Fremsta uppgávan og endamálið hjá Sambandsflokkinum í politiska arbeiðinum er at skapa nøgdar borgarar.
Sambandsflokkurin heldur seg til hesi kjarnuvirði í førda politikkinum:
- Fólkaræði - luttøka og ávirkan hjá tí einstaka borgaranum
- Frælsi - tali- og skrivifrælsi
- Javnrættindi - eitt samfelag fyri øll
- Javnstøða - eins umboðan, eins løn fyri sama arbeiði
- Rættartrygd - røtt og skipað viðgerð fyri allar borgarar og stórt gjøgnumskygni
- Demokratisk vælferðarskipan - eitt samfelag, har øll kunnu mennast og trívast
- Álit - skapa trúvirði á politisku skipanina
- Trivnaður - mennandi at liva og virka í landinum, ríkt mentanarlív
- Tryggleiki - góðar sosialar-, heilsuligar- og útbúgvingarligar skipanir
- Samstarv – millum politikarar, millum flokkar og millum lond.
Ofta taka vit hesi politisku kjarnuvirði sum eina sjálvfylgju, men Sambandsflokkurin heldur, at tað er neyðugt alla tíðina at eftirmeta kjarnuvirðini og royna at geva teimum veruligt innihald.