Vísandi til § 7 í viðtøkunum fyri Landsfelag Sambandsfloksins fer Landsnevndin at áseta hesar reglur fyri Starvsnevndina og virki hennara - starvsskipan:
Stk.1. Landsnevndin setir eina Starvsnevnd við 3 limum, harav 1 eftir uppskoti frá Landsnevndini fyri Ungmannafelagið Samband. Hesi 3 saman við formanni Landsfelag Sambandsfloksins, næstformanni Landsfelag Sambandsfloksins og floksskrivaranum, viðgera og samskipa daglig mál ímillum landsnevndarfundirnar.
Stk 2. Starvstíðin hjá hesum 3 limum er eitt ár, og verða teir valdir á fyrsta landsnevndarfundi eftir, at Landsfundurin hevur verið. Hesir 3 starvsnevndarlimir eru altíð í uppskoti, um teir ikki hava boðað Starvsnevndini frá, at teir ikki ynskja at vera í uppskoti.
Stk. 3. Starvsnevndin kann seta arbeiðsbólkar at viðgera serstøk mál og verkætlanir - valskrá o.a. Starvsnevndin kann eisini heinta sær serkøna hjálp, men áðrenn bindandi avtalur verða gjørdar skal kostnaður o.a. góðkennast í Landsnevndini.
Stk. 4. Starvsnevndin skipar seg sjálv við formanni.
Stk. 5. Eftir § 6 punkt 8. í viðtøkunum fyri Landsfelagið sita limirnir í Starvsnevndini í Landsnevndini.
Starvsnevndin røkir eina hjálpifunktión við beinleiðis tilvísing til Landsnevndina og tekur sær av hesum høvuðsuppgávum:
Stk. 1. Fyrireika, viðgera og samskipa mál til støðutakan í Landsnevndini - fundarskrá, frágreiðingar, framløgur, tilmæli, ummæli o.a.
Stk. 2. Avgreiða mál, sum Landsnevndin tekur avgerð um.
Stk. 3. Fyrireika størri mál og verkætlanir (valskrá o.a.) og tiltøk (Landsfund o.a.) til støðutakan í Landsnevndini.
Stk. 4. Til tess at kunna røkja hesar uppgávur fær Starvsnevndin umsitingarliga hjálp frá floksskrivaranum.
Stk. 5. Starvsnevndin tekur ímóti uppskotum um val av formanni og øðrum álitisstørvum í Landsfelagnum og skulu hesi uppskot vera nevndini í hendi 5 dagar fyri Landsfundin.
Stk. 1. Floksskrivarin fyrireikar og innkallar til starvsnevndarfundir saman við formanninum í Starvsnevndini.
Stk. 2. Vanligir nevndarfundir verða hildnir minst 6 ferðir um árið og annars eftir tørvi. Á seinasta fundi í hvørjum hálvári verða fundirnir í komandi hálvári avtalaðir.
Stk. 3. Floksformaðurin, formaðurin í Starvsnevndini ella í minsta lagi tveir nevndarlimir kunnu biðja um eyka nevndarfund.
Stk. 4. Kann nevndarlimur ikki møta, verður hann, í góðari tíð áðrenn fundurin byrjar, at siga frá á skrivstovu floksins. Í fundarfrágreiðingini verður skrivað, hvørjir limir eru møttir, og hvørjir ikki eru møttir. Gevur nevndarlimur ikki avboð verður hetta viðmerkt. Eisini verður skrivað í fundarfrágreiðingina, um limur møtir ov seint ella fer, áðrenn fundurin er liðugur.
Stk 1. Starvsnevndarformaðurin boðar til fundar. Formaðurin ger fundarskránna saman við floksskrivaranum. Floksskrivarin syrgir fyri, at fundarskráin verður send nevndarlimum saman við teimum neyðugu skjølunum ella tilfarinum - so vítt gjørligt í seinasta lagi 7 dagar, áðrenn fundurin verður hildin.
Stk. 2. Floksskrivarin luttekur á øllum fundum.
Stk. 3. Kassameistarin skal altíð hava fundarboð.
Stk. 4. Mál, sum ynskjast at verða tikin á fundarskránna, verða latin formanninum í góðari tíð, áðrenn fundurin verður hildin. Verða uppskot sett fram av í minsta lagi 2 nevndarlimum í seinasta lagi 8 dagar fyri fundin, skal formaðurin seta málið á fundarskránna.
Stk 5. Starvsnevndarformaðurin stýrir fundinum og tulkar reglugerðina. Um 2 limir krevja, at tulking formansins av reglugerðini verður sett undir atkvøðu, verður hetta gjørt.
Stk. 6. Málini á skránni verða viðgjørd í teirri røð, tey standa á skránni. Formaðurin kann víkja frá hesi reglu, um umstøður tala fyri hesum.
Stk. 7. Fundarskráin skal í minsta lagi fevna um hesi mál:
1. Góðkenning av seinastu fundarfrágreiðing
2. Góðkenning av fundarskrá
3. Mál til kunningar - fíggjarviðurskifti o.a.
4. Mál til viðgerðar og støðutakan
5. Ymiskt
Stk. 8. Starvsnevndin er viðtøkufør, tá ið allir 3 limirnir eru á fundi. Avgerðir um tær uppgávur, sum nevndar eru § 2, stk. 1 og 3 verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta.
Stk. 9. Tó hava floksskrivarin og kassameistarin ikki atkvøðurætt.
Stk. 10. Samtyktir kunnu einans gerast í málum, ið standa sum sjálvstøðug mál á tí útsendu skránni. Um neyðugt má ein nýggjur fundur avtalast og fyrireikast um onnur týðandi mál ella evni koma fram á einum fundi.
Stk. 1. Floksskrivarin skrivar fundarfrágreiðing.
Stk. 2. Nevndarsamtyktirnar verða skrivaðar í eina fundarfrágreiðing - ein avgerðarfrágreiðing (beslutningsreferat).
Stk. 3. Nevndarlimirnir, sum við atkvøðu eru í minniluta, kunnu stutt fáa áskoðan sína skrivað í fundarfrágreiðingina. Hesin kann eisini senda eitt skriv við málinum, sum grundgevur hansara sjónarmið ella støðu.
Stk. 4. Frágreiðingin skal innihalda upplýsingar um avgerðir undir teimum einstøku málunum á skránni, og úrslitið av eini møguligari atkvøðugreiðslu, og hvussu teir einstøku limirnir hava atkvøtt.
Stk. 5. Fundarfrágreiðing frá nevndarfundi verður send nevndarlimunum við telduposti seinast 7 dagar eftir fundin. Eru ongar viðmerkingar til fundarfrágreiðingina, tá ið 2 vikur eru farnar eftir fundin, verður hon send 2. ferð. Frágreiðingarnar verða góðkendar á næsta nevndarfundi.
Góðkend á landsnevndarfundi tann 8. juni 2012
Kaj Leo Holm Johannesen, floksformaður
Johan Dahl, næstformaður