Vegleiðandi reglur og kunning um dátuvernd
Sambandsflokkurin ("Sambandsflokkurin", "vit", "okkum", "okkara") hevur skyldu til at tryggja hóskandi dátuvernd av teimum upplýsingum, ið vit viðgera um okkara limir, veljarar, starvsfólk og veitarar. Vit hava sett tøknilig og bygnaðarlig tiltøk í verk, sum tryggja, at okkara viðgerð av persónsupplýsingum fer fram í samsvari við dátuverndarlógina.
Tá ið Sambandsflokkurin veitir limum og veljarum okkara upplýsingar og tilfar og aðrar tænastur í hesum sambandi, er Sambandsflokkurin dátuábyrgdari og virkar eftir boðum frá limunum og veljarunum.
Tá ið Sambandsflokkurin umsitur starvsfólkaviðurskifti umframt lima-, veljara- og veitarasamstørv, eru vit sum meginregla dátuábyrgdari.
Heimasíðan hjá Sambandsflokkinum savnar ongar cookies. Skipanin savnar og goymir ikki upplýsingar um limir ella annað. Tað verður savnað umvegis teldupost, og er tí uttanfyri heimasíðuna.
OKKARA VIÐGERÐIR SUM DÁTUÁBYRGDARI
Heimasíða okkara www.samband.fo nýtir ikki farspor, og skráseta vit sostatt ongar upplýsingar um teg ella tína tóleind (teldu/teldil/snildfon) sum vitjandi á heimasíðuni.
Vit nýta greiningaramboðið Plausible til at greina ferðsluna á heimasíðu okkara. Skrásetingar frá skipanini eru dulnevndar, soleiðis at ongar persónupplýsingar verða skrásettar ella viðgjørdar.
2.1 Endamál
Viðgerðin er neyðug fyri, at vit kunnu røkja okkara samstørv, undir hesum stovnan av limum, kunning til limir, veiting av tænastum, fakturering og umsiting annars av okkara limum og veljarum.
2.2 Heimild fyri viðgerðini
Viðgerðin er neyðug fyri at kunna halda eina avtalu við limin og veljaran ella fyri at gera tað, sum eftir áheitan frá liminum ella veljarnum er neyðugt, áðrenn avtalan verður inngingin sbrt. § 8, stk. 1, nr. 2 í dátuverndarlógini.
Harumframt er viðgerðin grundað á okkara heimilað áhugamál, ið er at kunnu røkja okkara samstarv og menna okkara tænastur, grundað á tørvin og væntanir hjá limunum og veljarunum sbrt. § 8, stk. 1, nr. 6.
2.3 Sløg av persónupplýsingum
Vit viðgera vanligar persónsupplýsingar um limin og veljaran, undir hesum navn, teldupost, telefonnummar og aðrar samskiftisupplýsingar.
2.4 Kelda
Upplýsingar koma frá liminum og veljarunum.
2.5 Móttakari av dátum
Sum meginreglu lata vit ikki persónsupplýsingar víðari til annan móttakara.
Kunning til limir umvegis teldupost, SMS o.a., og sum verður send til fleiri limir í senn, verður send sum sokallað ”blind copy”. Hetta hevur við sær, at móttakarar ikki fáa upplýsingar um teldpostadressur og nøvn hjá hvør øðrum.
2.6 Varðveitslutíðarskeið
Vit varðveita ikki persónsupplýsingarnar longur enn neyðugt. Bókhaldslógin áleggur okkum at varðveita roknskaparskjøl, undir hesum ávísar persónsupplýsingar í 5 ár. Um serlig viðurskifti gerast galdandi, kunna vit varðveita upplýsingarnar í eitt styttri ella longri tíðarskeið.
Samskiftisupplýsingar verða varðveittar, so leingi okkara samstarv við limin og veljaran er virkið. Verða vit kunnað um skrivliga ella munnliga, at limur ikki ynskir at vera limur longur, verður hesin strikaður beinanvegin.
3.1 Endamál
Viðgerðin er neyðug, so at vit kunnu umsita okkara sáttmálar við veitarar umframt at útvega og móttaka tænastur frá okkara veitarum.
3.2 Heimild fyri viðgerðini
Viðgerðin er grundað á okkara heimilað áhugamál, ið er at kunna røkja okkara veitarasamstørv umframt at menna okkara tænastur sbrt. § 8, stk. 1, nr. 6.
3.3 Sløg av persónupplýsingum
Vit viðgera vanligar upplýsingar um veitaran, undir hesum teldupost, telefon og bankaupplýsingar.
Harumframt viðgera vit vanligar persónsupplýsingar um starvsfólk hjá veitaranum, undir hesum navn, teldupost, telefonnummar og aðrar samskiftisupplýsingar.
3.4 Kelda
Upplýsingar koma frá veitaranum ella starvsfólki veitarans.
3.5 Móttakarar av dátum
Sum meginreglu lata vit ikki persónsupplýsingar víðari til annan móttakara.
3.6 Varðveitslutíðarskeið
Vit varðveita ikki persónsupplýsingarnar longur enn neyðugt. Bókhaldslógin áleggur okkum, at varðveita roknskaparskjøl, undir hesum ávísar persónsupplýsingar í 5 ár. Um serlig viðurskifti gerast galdandi, kunna vit varðveita upplýsingarnar í eitt styttri ella longri tíðarskeið.
Samskiftisupplýsingar verða varðveittar, so leingi okkara samstarv við veitaran heldur fram. Verða vit kunnað um, at starvsfólk hjá veitara okkara ikki starvast hjá veitaranum longur, verða hesir strikaðir.
4.1 Endamál
Allar umsóknir til Sambandsflokkin, umbidnar og óumbidnar, skulu sendast til samband@olivant.fo, sum er ein felags teldupostur, ið floksskrivstovan/ floksleiðslan nýtir.
Viðgerðin er neyðug fyri, at vit kunnu søkja eftir nýggjum starvsfólkum, undir hesum at føra eina setanartilgongd og meta um førleikarnar hjá møguligum umsøkjara ella komandi starvsfólki.
4.2 Heimild fyri viðgerðini
Viðgerðin er grundað á okkara heimilað áhugamál í sambandi við okkara viðgerð og meting av umsóknunum sbrt. § 8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini.
Í ávísum føri kann umsøkjari geva okkum samtykki til at varðveita umsóknina eitt avmarkað tíðarskeið, um eitt starv ístaðin skuldi blivið tøkt seinni sbrt. § 8, stk. 1, nr. 1 í dátuverndarlógini.
4.3 Sløg av persónupplýsingum
Vit viðgera vanligar persónsupplýsingar, sum umsøkjarin sendir okkum, undir hesum navn, bústað, telefonnummar og teldupost umframt aðrar upplýsingar, ið viðkomandi sendir okkum, so sum CV, próvtøl, myndir og annað tilfar.
4.4 Kelda
Sum meginregla koma upplýsingar frá umsøkjara. Vit kunnu í einari setanartilgongd leita eftir alment atkomuligum upplýsingum um skrásetta á netinum umframt á sosialu miðlunum.
4.5 Móttakarar av dátum
Umsóknir verða goymdar í innanhýsis skipan, ið einans leiðslan hevur atgongd til. Í ávísum føri kunnu vit nýta útvaldar KT-veitarar í sambandi við flutning og varðveitslu av upplýsingunum. Vit tryggja, at neyðugar avtalur eru gjørdar við KT-veitaran, sum tryggja eina nøktandi dátuvernd.
4.6 Varðveitslutíðarskeið
Umsóknirnar verða goymdar í innanhýsis skipan, ið einans leiðslan hevur atgongd til, har tær liggja, til starvið er sett, og síðani verða allar umsóknir strikaðar.
Óumbidnar umsóknir verða strikaðar 6 mánaðir eftir, at tær eru móttiknar.
Heimasíðan hjá Sambandsflokkinum savnar ongar cookies. Skipanin savnar og goymir ikki upplýsingar um limir ella annað. Tað verður savnað umvegis teldupost, og er tí uttanfyri heimasíðuna.
Tað er bara ein persónur, sum hevur atgongd til felags teldupostin.
Tá Sambandsflokkurin móttekur persónupplýsingar umvegis teldupost um limatekning o.a., so verður henda mannagongd brúkt:
Limatekning
- Persónur, sum søkir limaskap í Sambandsflokkinum, fær beinanvegin eina váttan um móttøku og upplýsing um, í hvørjum lokalfelag viðkomandi verður skrásettur sum limur o.a. - umframt, at viðheft verður ein leinkja til Kunning um dátuvernd, á heimasíðu floksins
- Móttiknir persónupplýsningar verða skrásettir í einari dátabasu/ Excel, goymdir í journalskipan
- Um limur ynskir at verða strikaður ella doyr, verður hetta gjørt beinanvegin, við svari til tann, sum boðar frá
- Floksleiðslan og formaðurin í einum veljarafelag hava atgongd til limalistan og skrásettu upplýsingarnar
- Allar eldri útgávur av limalistum verða hvørt ár strikaðar
Starvsumsóknir
- Allir umsøkjarar fáa eitt svar um móttøku og boð um, at tey fáa nærri upplýsingar innan í seinasta lagi 5 arbeiðsdagar - og leinkju til Kunning um dátuvernd
- Móttikið tilfar og persónupplýsingar verða goymdir í journalskipan
- Um søkt verður av nýggjum, verða allir umsøkjarar kontaktaðir og spurdir um teir ynskja tilfarið liggjandi hjá flokkinum, í sambandi við fyrru lýsingina og umsóknina
- Tá eitt starv er mannað, verða allar umsóknir strikaðar hjá teimum, sum ikki fingu starvið
- Tá eitt starvsfólk fer úr starvi, og seinast eftir 2 árum, at hetta hendir, verða allir persónupplýsingar og annað tilfar hjá viðkomandi strikað
Annað tilfar:
Sambandsflokkurin letur í serligum førum upplýsingar um teir persónar, sum mynda flokkin - talan er um lógarkravar persónupplýsingar, sum flokkurin hevur skyldu at lata, eitt nú “Vedrørende indberetning af politisk eksponerende personer i Sambandspartiet (PEP-personer).
Sum skrásett/ur hevur tú ávís rættindi, sum Sambandsflokkurin hevur skyldu til at fylgja.
Tú kanst seta teg í samband við okkum og fáa innlit í, hvørjar persónsupplýsingar, vit viðgera um teg.
Somuleiðis kanst tú fáa skeivar ella manglandi persónsupplýsingar rættaðar.
Ynskir tú, at tínar persónsupplýsingar verða strikaðar; at Sambandsflokkurin avmarkar viðgerðina av tínum persónsupplýsingum; nýta tín rætt til dátuflutning; ella at mótmæla og steðga eini viðgerð av tínum persónsupplýsingum, kanst tú seta teg í samband við okkum.
Tá vit viðgera persónsupplýsingar, grundað á samtykki, hevur tú altíð rættin at taka títt samtykki aftur. Fyri at taka títt samtykki aftur kanst tú seta teg í samband við okkum. Afturtøka av einum samtykki, ávirkar ikki heimildina fyri viðgerð, ið er farin fram, áðrenn afturtøkan er framd.
Ynskir tú at nýta tíni rættindi, so send okkum ein teldupost á: samband@olivant.fo
Ivast tú í onkrum, ert tú vælkomin at venda tær til okkara. Tú ert sjálvandi eisini altíð vælkomin at koma á vitjan.
Sambandsflokkurin
Áarvegur 2
FO-100 Tórshavn
+298 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo
Um tú ynskir at kæra okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum, verður tú vinaliga biðin at senda okkum ein teldupost til: samband@olivant.fo og lýsa málið. Vit svara tínum fyrispurningi í seinasta lagi 2 vikur eftir, at boðini eru móttikin.
Tú hevur eisini rætt at kæra til Dátueftirlitið í sambandi við tíni rættindi umframt okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum. Fyri nærri kunning um, hvussu tú kanst senda Dátueftirlitinum eina kæru, verður víst til heimasíðuna hjá Dátueftirlitinum: www.dat.fo
Okkara dátuverndarkunning verður dagførd, tá ið viðkomandi broytingar eru.
Vit mæla tær til at vitja hesa síðu av og á og kunna teg um galdandi privatpolitikk.
Seinast dagført 08-03-2023