Politisk kjarnuvirði

Fremsta uppgávan og endamálið hjá Sambandsflokkinum í politiska arbeiði­num er at skapa nøgdar borgarar.

Sambandsflokkurin heldur seg til hesi kjarnuvirði í førda politikkinum:

  • Fólkaræði - luttøka og ávirkan hjá tí einstaka borgaranum

  • Frælsi - tali- og skrivifrælsi

  • Javnrættindi - eitt samfelag fyri øll

  • Javnstøða - eins umboðan, eins løn fyri sama arbeiði

  • Rættartrygd - røtt og skipað viðgerð fyri allar borgarar og stórt gjøgnum­skygni

  • Demokratisk vælferðarskipan - eitt samfelag, har øll kunnu mennast og trívast

  • Álit - skapa trúvirði á politisku skipanina

  • Trivnaður - mennandi at liva og virka í landinum, ríkt mentanarlív

  • Tryggleiki - góðar sosialar-, heilsuligar- og útbúgvingarligar skipanir

  • Samstarv – millum politikarar, millum flokkar og millum lond.

Ofta taka vit hesi politisku kjarnuvirði sum eina sjálvfylgju, men Sambandsflokkurin heldur, at tað er neyðugt alla tíðina at eftirmeta kjarnuvirðini og royna at geva teimum veruligt innihald.

Politisk visjón

Politiska visjónin hjá Sambandsflokkinum skal tryggja, at allir borg­ar­ar í landinum fáa tær tænastur og ta hjálp teimum tørvar og gerast nøgdir borgarar. Har­aftur­at skal vinnan fáa greiðar og mennandi karmar at virka undir.

Politiska visjónin

Menningin av samfelagnum skal verða á sama støði sum í Danmark og øðrum framkomnum londum

Føroyar skulu verða eitt samfelag, har øll fólk trívast, mennast og hava avbjóð­ingar

Vinnan skal verða kappingarfør og skapast skulu karmar fyri menning, búskaparvøkstri og íverksetan

Sambandsflokkurin heldur, at henda politiska visjónin hevur m.a. við sær, at setast skulu í verk nøkur leiðslulig, strategisk og búskaparlig tiltøk og handlingar. Landið og vinnan noyðast at fara undir nakrar strategiskar ætl­anir, td. orða eina vinnustrategi, sum stuðlar undir eina vakstrar- og pro­duk­tivi­tets­strategi fyri vinnuna.

Landið má fremja bygnað­ar­broytingar og um­legg­ingar av almennum tænast­um, stovnum og skipanum.

Gerast skulu nakrar politiskar og búskaparligar raðfestingar, sum kunnu verða við til at tryggja, at visjónin kann náast og at skapt verða munagóð úrslit.

Valskráir

LØGTINGSVAL 2022

Valskrá

Vit eru Føroya fólk. Vit skipa øll okkara gerandisdag á ymsan hátt, men felags fyri okkum øll er, at vit liva í einum landi, har frælsi at virka, frælsi at trívast, ja, frælsi at liva er í hásæti. Vit liva í tøttum samljóði við náttúruna, hóast vit eru at meta millum framkomnastu londini í heiminum.

Men vit liva í einari broytiligari tíð. Ófriður valdar í Evropa, og heimsbúskapurin hevur skapt eina inflasjón, sum næstan ikki er sædd áður. Dagliga síggja og hoyra vit um avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum úti í verð, og vit síggja eisini, at fólkasamansetingin er í broyting. Vit gerast eldri og eldri, og tað skulu enn fleiri hendur til at taka sær av okkum, tá ið vit gerast óhjálpin.

Kann Sambandsflokkurin einsamallur loysa alt hetta? Nei, men vit hava greið svar upp á, hvussu vit koma gjøgnum komandi tíðir á tryggasta og besta hátt. Og vit seta ambitiøs mál, sum flytur okkara samfelag enn longur fram á burðardygga og haldføra leið fram móti 2030.

Tryggleiki er lyklaorðið. Vælferðartryggleiki, búskaparligur tryggleiki, verjutryggleiki, mentanarligur tryggleiki. Ja, tryggleiki í breiðastu merking.

Í valskránni kanst tú lesa um, hvørjum málum vit fara at arbeiða við í komandi valskeiði.