Stevnumið

Sambandsflokkurin hevur til aðalmál í ríkisfelagsskapi við Danmark at arbeiða fyri frílyntari og hollari menning av føroysku tjóðini, stjórnarliga, fíggjarliga og mentanarliga og vil á øllum økjum reka ein framtaksfúsan politikk á kristiligum mentanarstøði.

Viðmerkingar

Aðalmálið hjá Sambandsflokkinum er at menna føroyska fólkið, soleiðis at tað støðugt verður ført fyri at møta teimum avbjóðingum, sum umheimurin til eina og hvørja tíð setir.

Sambandsflokkurin var við til at orða og samtykkja Heimastýrislógina og hann vil innan fyri ríkisfelagsskapin virka fyri at gera tær stjórnarligu broytingar, sum tæna fólkinum best.

Eitt fjølbroytt vinnulív gevur bestu møguleikar fyri tryggum fíggjarviðurskiftum, og trygg fíggjarviðurskifti eru fyritreytin fyri vælferðini hjá tí einstaka føroyinginum.

Eitt høgt mentanarstig er fyritreytin fyri øllum framburði í landinum.

Landið er lítið, og fólkið fáment sammett við onnur lond, og tað tilfeingið, sum kemur úr sjónum er og verður framvegis megingrundarlagið undir føroyska búskapinum.

Sambandsfloksins hugsan er tí tann, at skulu vit loysa tær fíggjarligu og mentanarligu uppgávur, sum liggja fyri, og skulu vit til eina og hvørja tíð vera før fyri at tryggja teimum, sum skulu liva í hesum oyggjum eins góð livilíkindi, sum í øðrum framkomnum londum, so er neyðugt at hava tætt tilknýti til annað land.

Søgulig og onnur bond knýta Føroyar og Danmark saman, og royndirnar hava víst, at ríkisfelagsskapurin við hetta land hevur verið føroyska fólkinum til mesta frama.