21. januar 2020
Leygardagin sá eg eina grein á “in.fo”, har Sjúrður Jacobsen í Svínoy gjørdi viðmerking til tað sum eg og landsstýrismaðurin við fíggjarmálum søgdu í farnu viku í eini útvarpssending um útoyggjar.
Eg eri samdur við nógvum at tí, sum Sjúrður sigur í greinini. Hann vísir millum annað á sólskinssøguna við aling av rognkelsum í Svínoy, har 5-6 fólk longu eru knýtt at virkseminum, og hann væntar at brúk verður fyri 8-10 fólkum seinni í ár. Tað er gleðiligt at síggja.
Og hetta var júst nakað av tí, sum eg vísti á í umrøddu útvarpssendingini. Politiska skipanin skal skapa karmar fyri vinnulívi á útoyggjunum, men sjálvt virksemið má vera skapt á staðnum.
Tað eru nøkur dømi um, at nýtt virksemi er skapt á útoyggjum, og tað kunnu vit øll fegnast um. Men eg tími ikki at geva fólki eina falska vón um nakað, sum eg innast inni ikki trúgvi uppá. Tí veruleikin er, at tað er trupult at fáa fólkatalið á smáplássum at vaksa. Rákið er, at fólk vilja flyta til størru plássini at búgva.
Fyrr hildu vit, at um ein bygd bara fekk gott vegasamband og arbeiðspláss, so fóru fólk at støðast har, men tíverri mugu vit ásanna, at hetta hevur ikki víst seg at verið nóg mikið. Ungdómur í 2020 krevur í flestu førum meira enn arbeiðspláss. Tey vilja eisini hava frítíðartilboð og aðrar hentleikar.
Eg búgvi sjálvur í eini stórari kommunu, sum ikki hevur havt nevniverdan fólkavøkstur í nógv ár, men seinastu árini er verulig ferð komin á fólkavøksturin. Størsta orsøkin til tað er, at ein tunnil verður gjørdur til Havnar. Hetta vísir, at sjálvt stórar bygdir hava ilt við at fáa fólkavøkstur, um tær bara liggja eitt lítið sindur avsíðis.
Sjálvsagt haldi eg tað vera stórt spell, bæði søguliga og mentanarliga, og ikki minst fyri fólkið á staðnum, at smápláss í útjaðaranum hava so ilt við at fóta sær, og eg vildi ynskt, at støðan var ein onnur. Eg síggi tað eisini sum eina skyldu hjá okkum politikarum at gera umstøðurnar so góðar sum til ber á hesum plássunum.
Men samtíðis má eg siga, at eg vil ikki geva fólki eina falska vón, tí veruleikin er, at tað fer altíð at hava nakrar avbjóðingar við sær at búgva fjarskotið, og tað skal nógv til, fyri at fáa fólkatalið at vaksa. Tað var mín boðskapur í áðurnevndu útvarpssending.
Vit mugu tó gera tað sum vit kunnu, fyri at gera tað so liviligt sum til ber á smáplássunum.
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður