28. oktober 2022
Hví velja Sambandsflokkin á fólkatingsvalinum?
Fyri meg er tað ein sjálvfylgja at velja Sambandsflokkin. Eg veit, og tað vita flest øll, at tað bara er Sambandsflokkurin, sum heilt og fult gongur inn fyri Ríkisfelagsskapinum.
Hinir flokkarnir ynskja at avvikla Ríkisfelagsskapin - onkur flokkur skjótari enn annar.
Tað gevur tí ikki meining at senda teir flokkarnar á Fólkating.
Harafturat so borgar Sambandsflokkurin altíð fyri tryggleika, menning og vælferð
Fyrimunirnir og møguleikarnir í Ríkisfelagsskapinum eru bæði nógvir og góðir
Mangan verður sjóneykan sett á ríkisveitingina og serliga politisk mótstøðufólk royna at lítis- og niðurgera hana, men lat tey bara gera tað - vit sambandsfólk, vit vita betur, hvønn týdning ríkisveitingin hevur.
Umframt samlaðu ríkisveitingina, so inniheldur Ríkisfelagsskapurin so nógv annað gott, sum hevur nógv størri týdning enn mong geva sær far um í gerandisdegnum.
Her hugsi eg m.a. um hetta, at vit í Ríkisfelagsskapinum hava:
- Frálíka góðar útbúgvingarsømdir
- Atgongd til danska heilsuverkið
- Fría atgongd til danskar sendistovur kring allan heimin
- Lægri rentustøði enn annars
- Felags gjaldoyra
- ES-pass
Sambandsflokkurin ynskir og vil Ríkisfelagsskapin, og ein sambandsrødd á Fólkatingi vil altíð virka fyri - í góðum og semjusøkjandi samstarvi við donsku myndugleikarnar - at Ríkisfelagsskapurin verður lagaður til nútíðina, soleiðis at hann altíð verður dagførdur til dagsins veruleika og avbjóðingar.
Velir tú Sambandsflokkin, so velir tú tryggleika, menning og vælferð!
Tí er mín greiða áheitan á allar føroyingar: Veljið Sambandsflokkin!
Um eg verði valdur 31. oktober, so taki eg sæti á Fólkatingi, beinanvegin!
Ein atkvøða til Sambandsflokkin - hon fer væl!
Magnus Rasmussen
valevni hjá Sambandsflokkinum til Fólkatingið