02. august 2022
Vit mugu gerast grønari og seta ítøkilig átøk í verk, sum veruliga muna.
Ein dagførdur orku- og veðurlagspolitikkur varð samtyktur seint í vár ið ber fram yvir 20 ítøkilig átøk sum skulu setast í verk fyri at minka útlátið av vakstrarhúsgassi við minsta lagi 30 prosentum komandi 10 árini, samanborið við útlátið í 2010. Hetta svarar til nærum 50 prosent minking í mun til útlátið, sum tað var í 2020.
Oljufýringar verða bannaðir í nýggjum húsum frá 2024 og stuðul verður veittur at taka niður gamlar oljufýringar, og hitapumpur fara framhaldandi at sleppa uttan meirvirðirgjaldi. Eisini verður skipanin við mvg-afturbering og frítøka fyri virðisgjald til el- og vetnisbilar longd. Hetta eru nøkur av tilmældu átøkunum úr dagførda orku- og veðurlagspolitikkinum, sum nú ítøkiliga verða sett í verk.
Skiftið til grøna elframleiðslu gongur eisini framá og skjótt fáa vit orku frá tveimum nýggjum vindmyllulundum omanfyri Havnina. Landið skal ganga á odda, og verða bygningarnir í Tinganesi skjótt hitaðir við sjógvi. Í sama leisti verður meira ferð sett á royndirnar við sjóvarfalsorku og kannað verður, um orka fæst úr heitum keldum.
Ítøkilig átøk - ikki tóm lyfti og signalpolitikkur.