17. oktober 2022
Tað at nógv, bílig vindorka nú kemur inná netið hjá SEV fer at hava við sær, at el-prísurin í Føroyum ikki fer at hækka nær námindis so nógv, sum vit síggja í okkara grannalondum. Tað var boðskapurin hjá Hákuni Djurhuus, stjóra í SEV, í Útvarpstíðindunum á middegi í dag.
Hetta var hugaligt at hoyra, tí líka síðani loyvini at seta nýggju vindmyllulundirnar upp vórðu givin, hava ávísir politikarar, serliga úr Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi, júkað uppí saman, at hetta fór at hava øktar útreiðslur við sær, og at rokningin fór at verða send til brúkaran.
Fleiri fyrispurningar hava verið settir í løgtinginum, har spurt varð um, hvør skuldi rinda hesa eyka útreiðsluna. Eisini hevur onkur løgtingslimur sagt seg hava illgruna um, at endamálið hjá landsstýrinum var at gera privatu feløgini rík, heldur enn at fremja grøna orkuskiftið. Fleiri hava eisini víst til okkara grannalond, har streymprísurin er blivin dýrari eftir at privat feløg sluppu at framleiða streymin.
Sjálvur havi eg alla tíðina trúð uppá, at grøna orkan, sum kostar munandi minni enn framleiðslan úr olju, fór at vera ein fyrimunur fyri brúkaran. Hinvegin, so kosta íløgurnar í grøna orkuskiftið rættiliga nógv, og tí skulu vit ikki roknað við beinleiðis príslækking tey fyrstu árini.
Men hugaligt var at hoyra stjóran i SEV staðfesta, at nýggju vindmyllurnar avmarka hækkingina av el-prísinum.
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður