Heimstaður: | Miðvágur |
Hjúnafelagi: | Marner Hansen |
Børn: | Heri og Thór |
Útbúgving: | Útbúgving innan ferðavinnu og leiðsluútbúgving |
Yrki: | Stjórnarskrivari |
Eyðdis Hartmann Niclasen hevur gjøgnum lívið roynt, hvat tað vil siga, at vera føroyingur í Ríkisfelagsskapinum.
Hon er fødd 01.08.72 í Qeqertarsuaq, á Disko oynni í Grønlandi. Hon er ættað av Tvøroyri og gift við Marneri Hansen úr Miðvági, saman eiga tey synirnar Heri, ið er 17 ár og Thór, ið er 22 ár.
Eyðdis er uppvaksin í Danmark og í Føroyum, og hevur eisini búð í 2 ár í Suðurfraklandi, m.a. í samband við lesnað. Hon flutti heim til Miðvágs við familjuni í 2006.
Hon hevur arbeitt innan reiðarívinnuna og ferðavinnu nærum alt lívið, í 30 ár tilsamans.
Eyðdis hevur nomið sær útbúgving innan ferðavinnu frá reiðarínum DFDS A/S, og hevur akademiútbúgving í leiðslu. Í 18 ár hevur hon arbeitt sum stjórnarskrivari fyri leiðslu og nevnd, í samtøkunum DFDS A/S og Smyril Line P/F.
Í 2017 til 2020 tók hon við sum borgarstjóri í Vága kommunu.
Eftir fólkatingsvalið og síðani løgtingsvalið í 2019, har hon gjørdist varalimur, hevur hon inntil nú sitið á løgtingi í fimm umførum.
Við hennara royndum bæði innan politikk, leiðslu, fyriskipan, marknaðarføring og sum fasilitator og tóvhaldari av alskyns verkætlanum, bjóðar hon seg fram til at vera okkara umboð og menna Føroyar innan Ríkisfelagsskapin, soleiðis at bæði vinnan og fólkið, ið her býr, kunnu vaksa, blóma og trívast, við bestu treytum í heiminum.
- Ríkisfelagsskapurin skal mennast, tí í Ríkisfelagsskapinum standa Føroyar sterkari
- Føroyar skal hava innlit og ávirkan í uttanríkis- og verjumálum
- Umráðandi at fáa so stóra ávirkan sum gjørligt í Arktiska ráðnum
- Menna samstarvið við Grønland
- Boða ta jaligu søguna um Føroyar og føroyingar
- Beina burtur markaforðingar í Ríkisfelagsskapinum
- Slóða fyri smidligari marknaðaratgongd og altjóða samhandilsavtalum, serliga á ES-marknaðinum
- Trygga og skjóta sjúkraviðgerð
- Bestu umstøður og møguleikar til útbúgving