21. oktober 2022
Løgreglan í Føroyum hevur nakrar trupulleikar og avbjóðingar í dagliga rakstrinum - ein støða, sum hevur verið í fleiri ár - og tíverri ganga dagføringar og menningin á økinum ov seint fyri seg. Eisini eru avbjóðingarnar nakrar heilt aðrar enn í øðrum pørtum av Ríkinum. Sum skilst hevur politistafelagið eisini gjørt vart við støðuna hjá løgregluni í Føroyum.
Samskiftisútgerðin virkar ikki nøktandi, Kima-radioskipanin er nýggjur og framkomin samskiftisútbúnaður, men enn er pláss til ábøtur. Ábøtur verða leypandi gjørdar í samstarvi millum løgregluna og Føroya Tele, sum er veitari - vónandi gerst skipanin nøktandi skjótt. Kima koyrur á GSM 4G-netinum og dekkar tí eins væl og ein fartelefon, men dekningurin kann gerast enn betur.
KT-skipanin er ein dagførd Niflheimr-skipan, men tó ikki líka góð skipan sum í Danmark. Sigast skal tó, at Polsas, sum hevur verið í Danmark síðan 1997, er ávegis. Trupulleikin hevur verið, at innanhýsis skipanir hjá Akstovu og Landsfólkayvirlit o.a. ikke eru integreraðar. Hetta ger, at Polsas ikke er implementerað her. Í Danmark verður í løtuni arbeitt við einari nýggjari útgávu av Polsas, sum eisini skal fevna Føroyar og Grønland. Kravið má vera, at Polsas verður sett í verk við øllum tilhoyrandi hentleikum.
Skjótibani er fingin til vega og er undir bygging - og tað er gott. Hesin skjótibanin er játtaður og fer at blíva gjørdur í Høllini, sum longu er í Norðadali. Her verður neyðugt, at seta nóg mikið av peningaligari játtan til at gjøgnumføra verkætlanina.
Í 2012, fyri 10 árum síðani, var fólkatalið í Føroyum 48.178, og tá vóru 114 politistar í Føroyum. Í dag er fólkatalið 54.081, og nú eru 106 politistar í Føroyum, t.v.s., at samstundis sum fólkatalið er vaksið við góðum 12% er talið á politistum minka við 7%.
Eitt annað stórmál, sum viðkemur kriminalforsorgini í Føroyum (og løgregluni) er ætlaða byggingin av einum nýggjum og nýtímansfongli í Føroyum. Tað er gott, at ein politisk yvirlýsing er gjørd millum landsstýrið og donsku stjórnina í ár, um at farast skal undir at byggja fongsul. Men hetta sýnist sum ein leyslig og óbindandi politisk yvirlýsing, sum má forankrast nógv betri á Fólkatingi. Verkætlanin eigur í hesum sambandi at framskundast og framd skjótari enn í 2030, um heili 8 ár.
Øllum kunnugt er løgregla og kriminalforsorg eitt felagsmál/ ríkismál, ikki-yvirtikin málsøki. Út frá hesum vildi tað verði náttúrligt, at Føroyar og Danmark eru líkastillað á hesum økjunum - alt annað er ikki rætt.
Tað kann tí ikki góðtakast, at okkara løgregla í Føroyum og kriminalforsorgin ikki hava júst somu umstøður at virka í sum í Danmark, fyri at loysa teirra uppgávur, væl og skjótt.
Eg vil okkara løgreglu í Føroyum bestu arbeiðsumstøður og at rættartrygdin er í hásæti - eitt nýtimansgjørd og vælútbygd løgregla merkir eisini størri trygd fyri borgaran og fleiri mál uppklára og loyst.
Tí bjóði eg meg eisini fram at verða títt umboð á Christiansborg.
Set X við
Johan Dahl
valevni fyri Sambandsflokkin til fólkatingsvalið