24. oktober 2022
Hava tit gjørt tykkum tankar um týdningin av ríkisfelagsskapinum? Vit hava lyndi til at taka fyri givið, ta vælferð og tann tryggleika, sum fylgir við ríkisfelagsskapinum.
Fyri meg, eru einar sosialliberalar Føroyar við tøttum tilknýti til umheimin, svarið uppá eitt trygt og gott samfelag.
Í hesum Føroyum, kunnu vit kenna okkum trygg, tá sjúka rakar.
Hava rættindi til eitt vælferðarsamfelag, sum vit hava í dag og eitt framhaldandi tætt og gott samstarv við danska heilsuverkið og útbúgvingarstovnar.
At føroysk lesandi framhaldandi hava rætt til R-frádrátt og kunnu arbeiða meðan tey eru undir lesnað og hava meira pengar um hendi, soleiðis at tey kunnu koma heim til familju.
Í einum samfelag við altjóða útsýni kunnu vit saman og í samstarvi við restini av heiminum hjálpast at basa veðurlagsbroytingum, tí veðurlagsbroytingar eru ein globalur trupulleiki, sum skal loysast í felag - m.a. við havgransking, so vit fáa innlit í, hvussu havið, sum vit liva av, verður ávirkað.
Fyri meg tykist avgerðin sera einføld. Sjálvsagt skal Sambandsflokkurin umboða føroyingar á Fólkatingi.
Petrina Berg á Lag
valevni fyri Sambandsflokkin til fólkatingsvalið